føroyingar eiga, fer í danska statskassan. Hví ikki síggja til, at hesin peningur fer til eitthvørt gott føroyskt ella danskt-føroyskt endamál? Undir øðrum heimsbardaga fingu føroysk lesandi í Danmark serstøk [...] óneyðugt at nevnt, at full politisk semja er ikki á tingi um hesa tulking. Hinvegin er nú parlamentariskur meiriluti fyri blokkniðurskurðinum, og meirilutin ræður í einumhvørjum fólkaræði, og sostatt mugu tey [...] milliónir kr. ikki tann stóra munin. Men fyri føroyska mentan og list kundi avkastið av hesi upphædd gjørt góðan mun. Tann peningur, ið danski statskassin sparir, eigur tí at verða lagdur í tann danskt-føroyska
mátti ígjøgnum í nítiárunum, sigur hann Í eini tíðargrein í Sosialinum mánadagin hugleiðir Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður og fíggjarmálaráðharri, m. a. um støðuna í Føroyum og í Danmark, nú fí [...] eru helst longu komin ? í ta støðu, sum vit vóru í í 1992/93, tá føroysku bankarnir hildu uppat at virka. Ja støðan er helst uppaftur verri, tí tá vóru tveir sparikassar, sum í ein vissan mun hildu fram [...] skattaumlegging, vil eisini gera, at stígur kemur í økonomiska framgongd og vøkstur, sigur Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður í tíðargrein í Sosialinum í dag. Tíðargreinin hjá Jógvan Sundstein kann lesast
við teimum, sum siga, at tað politiska valdið eigur ikki at leggja seg út í viðurskifti hjá einum børsskrásettum felagi sum eitt nú Atlantic Airways. - Í slíkum førum er tey fyrsta treyt, at økk signal um [...] íleggjarunum trygd fyri, at tann peningur, sum teir settu í felagið, var settur í eitt felag, sum bleiv rikið handilsliga. Um landsstýrið leggur seg út í viðurskifti hjá felagnum, kunnu teir privatu íleggjararnir [...] lumpaðir til at seta pening í landskassan, og at landið heldur fram við at stýra felagnum, soleiðis sum landið kanska ynskir, og so hevur man fyri so vítt ikki livað upp til treytirnar í einari privatisering
50% niður í løn. Hendan avtalan um lønarniðurskurðin hjá starvsfólkinum skal endurskoðast um eitt ár. Hann staðfestir, at skal Dimmalætting framvegis koma út í tí líki, sum hon er í nú, ber ikki til at siga [...] leistin at koyra fólkið niður í løn. Minni enn 50% eftir Tað skerst ikki burtur, at búskaparliga afturgongdin í samfelagnum hevur verið hørð við Dimmalætting. Tá fyritøkan var í hæddini, var hon arbeiðsplássið [...] Dimmalætting hevur havt ilt í rakstrinum í nógv ár og tey sparitiltølk, sum eru sett í verk, eru gjørd fyri at fáa talið á botnlinjuni til at skifta lit, frá reyðum til svart. Tað hevur ikki eydnast enn. Hann sigur
nevndunum, tó ikki í nevndini fyri Atlantic Airways. Eg umsiti javnstøðumál og eri tí upptikin av, at javnstøða valdar í nevndunum, eg havi skyldu at velja. Tað var ikki javnstøða í nevndini, sum var fyri Atlantic [...] landsstýrinum í nevndini hjá Atlantic Airways hava, sum ongin kvinna í landinum hevur. Við tað, at landið ikki er einsamallur eigari í Atlantic Airways, og tá rætturin at velja nevndarlimir ikki eru reguleraður [...] um nevndarval í Atlantic Airways. Um hugt verður at hjálagda yvirliti yvir nevndarlimir í partafeløgum og grunnum, eg sum landsstýrismaður varði av, sæst, at javnstøða millum kynini er í øllum nevndunum
og restina av Javnaðarflokkinum, at eitt skifti varð hann ikki boðin við á fund hjá tingmanningini og hann duldi ikki fyri, at hann føldi seg ikki sørt frystan úti úr sínum egna flokki. Tað endaði við, at [...] følir seg væl í tingbólkin um nú. Men hann sigur eisini, at ein høvuðsorsøk til tað er, at CHE samgongan slitnaði og at ABC samgongan varð skipað í staðin. - CHE samgongan skeyt Sandoyartunnilin í senk, so [...] langt niður, eftir eitt eljustríð í alt vár og út á summarið, sum var so rokaligt, at tað hótti við at spøna Javnaðarflokkin. Tað var spurningurin um undirsjóvartunnil í Sandoy, har Gerhard Lognberg var
verður ikki beinanvegin, at farið verður undir eina tilgongd at leggja alla Suðuroy saman í eina kommunu Tað er greitt, eftir at umboð fyri bý- og bygdaráðini í Suðuroy møttust á felags fundi í Hvalba [...] tað eru tær fimm kommunurnar, sum vóru við á fundinum í Hvalba, ikki samdar í. Tær eru ikki sinnaðar at fara undir samanleggingina beinanvegin, tí tey siga, at hetta er ein spurningur, sum tey nývaldu [...] gjørt eitt arbeiðsrit um eina tilgongd, sum skal enda við at øll Suðuroy verður løgd í eina kommunu og á fundinum í Hvalba í gjárkvøldið, har allar kommunur vóru umboðaðar, uttan Fámjin og Sumba. Teir báðir
vælkomnir at keypa flakavirkið í Vági fyri 30 milliónir. Tað varð upplýst á kreppufundi, sum arbeiðarafeløgini í Suðuroy skipaði fyri í Vági í gjár, um vánaligu støðuna í Suðuroy. Við á fundinum vóru eisini [...] hon hevði verið í samband við stjóran í Fiskavirking og tað endaði við, at stjórin bjóðaði suðuroyingum flakavirkið í Vági til keyps fyri 30 milliónir. Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, sigur, at [...] at hon hevur verið í sambandi við nevndarformannin í Fiskavirking at vita, hvørjar ætlanir, fyritøkan hevur við virkinum í Vági. - Nevndarformaðurin vísti til stjóran og í samrøðu við meg fríggjadagin,
sumri í 2002. Áðrenn alt virksemið verður flutt niðan í Mjørkadal, so skal bygningurin umbyggjast, so hann kann hýsa øllum tí nýggja fólkinum. Handverkararnir fara í gongd við arbeiðið 1. mai í ár og verða [...] Hósmorgunin var samkoma í bygninginum hjá danska hervaldinum í Mjørkadali. Har var Jesper Helsø, generalloytnantur og ovasti í donsku verjuni, til staðar. Hann lat Jesper Dinesen leiðsluna av nýggju støðini [...] leiðari av støðini í Mjørkadali. Síðani varð Jesper Dinesen alment settur sum leiðari av nýggja danska myndugleikanum í Føroyum, Færøernes Kommando í Mjørkadali, meðan Erik Præstegaard verður stabschef
væl fyri miðskeiðis í bygdini. Tað var annars ikki so lætt at finna eini hóskandi høli í Fuglafirði. Handilslívið er í vøkstri, og tí var torførari at finna høli. Álvaskot er nú í sama bygningi, sum t [...] n er bara ein slík stova í Eysturoynni, og hon er í heilsumiðstøðini í Runavík. Álvaskot er ein privat viðgerðarstova, sum Álvur Hansen sjálvur eigur og rekur. Ætlanin er ikki at leggja seg eftir einum [...] ein sáttmála við sjúkrakassarnar, sum Álvur hevur søkt um at sleppa við í. Tað er ikki heilt frítt at lata slíka stovu upp, og ikki fyrr enn loyvið er fingið, er hesin møguleikin opin. Álvur hevur júst nú