Hósmorgunin var samkoma í bygninginum hjá danska hervaldinum í Mjørkadali. Har var Jesper Helsø, generalloytnantur og ovasti í donsku verjuni, til staðar. Hann lat Jesper Dinesen leiðsluna av nýggju støðini.
Jesper Helsø bað fyrst Jesper Dinesen, fyrrverandi leiðara av Færøernes Kommando við Hoyvíksvegin, um at reisa seg og kunngjørdi, at Jesper Dinesen hervið ikki longur hevði leiðsluna av hesi støðini.
Síðani varð Erik Præstegaard, fyrrverandi leiðari av Flyvastation Torshavn, biðin um at reisa seg, og hann fekk boð um, at hann ikki longur er leiðari av støðini í Mjørkadali.
Síðani varð Jesper Dinesen alment settur sum leiðari av nýggja danska myndugleikanum í Føroyum, Færøernes Kommando í Mjørkadali, meðan Erik Præstegaard verður stabschef ella starvsfólkaleiðari.
Leingi hevur verið greitt, at henda samanleggingin skuldi vera, men nú er samanleggingin endiliga farin fram, og eftir er bara ein danskur hernaðarmyndugleiki í Føroyum.
Færri fólk
Hóast tað alment er boðað frá eini samanlegging, so verður sjálv samanleggingin ikki framd fyrr enn um hálvtannað ár. Ætlanin er, at hølini við Hoyvíksvegin standa tóm á sumri í 2002.
Áðrenn alt virksemið verður flutt niðan í Mjørkadal, so skal bygningurin umbyggjast, so hann kann hýsa øllum tí nýggja fólkinum. Handverkararnir fara í gongd við arbeiðið 1. mai í ár og verða væntandi lidnir 1. apríl 2002, og tá ber til hjá teimum við Hoyvíksvegin at flyta niðan.
Beint nú eru 107 fólk knýtt at teimum báðum støðunum, men tá samanleggingin er framd, verða bara 80 fólk á støðini. Av hesum eru eini tíggju sivil.
Jesper Dinesen sigur, at talan er ikki um nakrar uppsagnir, men bara um at flyta nøkur fólk niðuraftur til Danmarkar.
Talið av fólki, sum starvast í danska herinum, er nógv minkað seinnu árini, tí miðskeiðis í 60-unum vóru fleiri enn 200 fólk knýtt at danska hervaldinum í Føroyum. Tá var heimsstøðan eisini ein heilt onnur, og tað kravdi fleiri fólk á staðnum.
Ongar aðrar broytingar
Nýggi leiðarin fyri Fæøernes Kommando, Jesper Dinesen, sigur, at uppgávan hjá herinum í Føroyum verður júst tann sama sum frammanundan samanleggingini.
? Okkara uppgáva er fyrst og fremst at hava fyri eini MRCC-støð, sum syrgir fyri bjarging á sjónum. Henda uppgáva er ikki broytt við hesi samanleggingini, men verður bara broytt um politiski myndugleikin krevur eina broyting á hesum økinum, sigur Jesper Dinesen.
Jesper Dinesen sigur eisini, at teirra møguleikar fyri at loysa hesar uppgávur ikki eru skerdir, men at teir eru eins væl førir fyri hesum sum frammanundan.
Samanleggingin er ein liður í "forsvarsforliget 2000-2004", sum bar í sær, at nakrar bygnaðarbroytingar vórðu framdar. Endamálið er, at sleppa undan at hava yvirskot av fólki í Føroyum.
Jesper Dinesen sigur eisini, at hesar rationaliseringar geva teimum møguleika at gera fleiri íløgur í Føroyum, um tørvur verður á tí.