Nú hevur Nemesis í ein ávísan mun rakt danska statskassan. Tað heldur Jógvan Sundstein, sum var fíggjarmálaráðharri í Føroyum, tá Sjóvinnubankin varð bjargaður. Danski statskassin er nú í ferð við somu pínufullu gongd, sum landskassin mátti ígjøgnum í nítiárunum, sigur hann
Í eini tíðargrein í Sosialinum mánadagin hugleiðir Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður og fíggjarmálaráðharri, m. a. um støðuna í Føroyum og í Danmark, nú fíggjarkreppan herjar:
- Eins og í Danmark sær tú til, at bankarnir eru heilt uppsteðgaðir. Tað ljóðar, at føroysku bankarnir eru væl fyri, eisini við likviditeti. Men kortini siga teir beint fram, at teir vilja heldur verja likviditetin og ikki veita fígging til nýggj projekt ella nýggjar kundar, men bert sum frægast fjálga um teir gomlu kundarnar. Hetta seinasta skal sjálvandi gerast, men framlítandi virksemi skal eisini fremjast. Annars koma vit aftur ? og eru helst longu komin ? í ta støðu, sum vit vóru í í 1992/93, tá føroysku bankarnir hildu uppat at virka. Ja støðan er helst uppaftur verri, tí tá vóru tveir sparikassar, sum í ein vissan mun hildu fram við virkseminum. Nú sær tað út til, at allir peningastovnarnir føra sama politikk, heldur Jógvan Sundstein.
Og hann vísir eisini hesa sammeting:
Í 1992 fann danska ?Færøgruppen? fram til, at føroyingar skuldu tvingast til at fremja nøkur tiltøk, sum teir høvdu funnið uppá. Tá føroyingar høvdu aðra uppfatan, vildu teir framprovokera eina skjótari kreppu, og hetta gjørdu teir við at koma Sjóvinnubankan í størri trupulleikar enn neyðugt. Harvið steðgaðu teir einum av samfelagshjólunum, og tað hevði so víðari fylgjur út í samfelagið.
Føroyski Landskassin mátti so út í tung og trupul tiltøk, men hóast eina pínufulla gongd, so komu vit sum samfelag sum frá leið burtur úr tí, sigur Jógvan Sundstein.
- Men nú hevur Nemesis í ávísan mun rakt danska statskassan. Teir skulu nú helst útvega um leið 100 milliardir, umframt fyrra bankapakkan, fyri at bjarga danska samfelagnum undan kollapsi. Vónandi eydnast tað, so teir ikki koma út í sama slag av kreppu, sum Føroyar vóru í fyri 14-16 árum síðani. Vónandi fáa eisini føroysku peningastovnarnir sín part av hesum lánum, um tað er neyðugt, so fíggingartrupulleikar ikki steðga tí annars positivu búskapargongd, sum føroyska samfelagið hevur havt seinastu árini, heldur fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin.
Hallið á føroysku fíggjarlógini fyri 2009 órógvar ikki Jógvan Sundstein. Hann heldur, at hetta einsamalt ikki skaðar so nógv. Hinvegin er tað framhaldandi vinnuligur og vinnuskapandi aktivitetur, sum skal minka um hetta hall í framtíðini og ikki skattahækkingar.
- Slíkar vilja bert gera støðuna verri. Ein møguligur bústaðarskattur, sjálvt um hann kemur sum skattaumlegging, vil eisini gera, at stígur kemur í økonomiska framgongd og vøkstur, sigur Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður í tíðargrein í Sosialinum í dag.
Tíðargreinin hjá Jógvan Sundstein kann lesast á LEINKJA TIL INTERNETSOSIALIN