Tað er nú greitt, at tað verður ikki beinanvegin, at farið verður undir eina tilgongd at leggja alla Suðuroy saman í eina kommunu
Tað er greitt, eftir at umboð fyri bý- og bygdaráðini í Suðuroy møttust á felags fundi í Hvalba í gjárkvøldið at viðgera spurningin um kommunusamanlegging.
Við á fundinum vóru eisini Jógvan Mørkøre, stjórnmálafrøðingur, og Dennis Holm, samfelagsfrøðingur, sum báðir eru í Granskingardeplinum fyri samfelagsgransking.
Teir hava gjørt eitt arbeiðsrit um eina tilgongd, sum skal enda við at øll Suðuroy verður løgd í eina kommunu og á fundinum í Hvalba í gjárkvøldið, har allar kommunur vóru umboðaðar, uttan Fámjin og Sumba.
Teir báðir hava mælt til at fara undir arbeiðið at leggja kommunurnar saman beinanvegin fyri at forða fyri, at politikkur kemur í málið í sambandi við bý- og bygdaráðsvalið 11. november og so at tey, sum stilla upp til kommunuvalið vita frammanundan, at tey koma bara at sita í eitt ár.
Vilja bíða
Men tað eru tær fimm kommunurnar, sum vóru við á fundinum í Hvalba, ikki samdar í.
Tær eru ikki sinnaðar at fara undir samanleggingina beinanvegin, tí tey siga, at hetta er ein spurningur, sum tey nývaldu kommunustýrini eiga at taka støðu til.
Tey halda ikki, at tað er rætt at hesi kommunustýrini taka eina avgerð, sum bindur kommunustýrini, sum skulu taka við, longu á nýggjárinum og sum sostatt verða tey, sum koma at arbeiða við málinum.
Hinvegin kom eisini greitt fram á fundinum, at kommunustýrini veruliga eru sinnað at taka spurningin upp eftir kommunuvalið, siga kommunustýrislimir, sum vóru við á fundinum og sum vit hava tosað við.
Og verður undirtøka fyri tí, eru tey sinnað at seta ein arbeiðsbólk við umboðum fyri allar kommunur at arbeiða við málinum.
- Í so máta er talan um ein jaligan hugburð til samanlegging, tí kommunustýrini eru veruliga sinnað at taka málið upp, siga kommunustýrislimir fyri Sosialinum.
Tað er eisini semja um, at verður farið undir eina tilgongd fram ímóti at leggja kommunurnar saman, skal tað arbeiðast skjótt, tí ímeðan arbeiðið fer fram, verður nógv virksemið at verða lagt í dvala og tí skal tað avgreiðast so skjótt, sum tilber.
Av tí sama er eisini greitt, at, borgarstjórin á Tvøroyri fær heldur ikki undirtøku fyri at hava fólkaatkvøða í Suðuroy um samanlegging, samstundis sum valið til kommunustýrið er.
Hinar kommunurnar halda ikki, at tað er rætt at hava fólkaatkvøðu, fyrrenn veljarin hevur ein ítøkiligan samanleggingarsáttmála at taka støðu til
Men sostatt er onki at ivast í, at so hvørt sum valstríðið fer at harðna upp undir kommunuvalið, er spurningurin um samanlegging eisini at verða ein alsamt sjónskari partur í valstríðnum.
- Tað eigur tað at verða, sigur kommunustýrislimur við Sosialin eftir fundin í Hvalba í gjárkvøldið.
Les eisini greinina: Hvalbingar skulu sleppa at brúka pengarnar sjálvir.