Fuglfirðingurin Álvur Hansen hevur seinastu tvey árini arbeitt við at lata eina slíka stovu upp í heimbygdini. Nústaðni eru ætlanir hansara vorðnar veruleiki, og mikudagin kunnu fólk støkka inn á gólvið fyri at síggja nýggju hølini og heilsa uppá eigaran og einasta starvsfólkið í Álvaskoti, Álv Hansen. Móttøkan verður mikudagin millum klokkan 15 og 17.
Hann hevur arbeitt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi síðan 1996, tá hann varð útbúgvin fysioterapeut. Nú er hann so farin at arbeiða fyri seg sjálvan. Álvur sigur, at hann hevur leingi havt hug at byrja fyri seg sjálvan, men ikki hevur verið møguligt at lata stovuna upp fyrr enn nú.
- Eg havi leingi havt hug at byrja eina viðgerðarstovu, og eg meti, at tað er tørvur á eini slíkari stovu í Eysturoynni, sigur Álvur, og hann leggur afturat, at tað er møguleiki fyri at stovan kann bera seg.
Frammanundan er bara ein slík stova í Eysturoynni, og hon er í heilsumiðstøðini í Runavík.
Álvaskot er ein privat viðgerðarstova, sum Álvur Hansen sjálvur eigur og rekur.
Ætlanin er ikki at leggja seg eftir einum ávísum bólki, men at taka allar kundar við ymsum brekum.
Álvur Hansen sigur, at arbeitt verður mest eftir læknaávísing, har ein lækni vísir til fysioterapeut. Í slíkum førum verður helvtin goldin av sjúkrakassanum. Annars kann tað vera ov dýrt hjá fólki at ganga til fysioterapi, um ein partur ikki verður goldin av sjúkrakassanum.
Fakfelagið hjá fysioterapeutunum hevur ein sáttmála við sjúkrakassarnar, sum Álvur hevur søkt um at sleppa við í. Tað er ikki heilt frítt at lata slíka stovu upp, og ikki fyrr enn loyvið er fingið, er hesin møguleikin opin. Álvur hevur júst nú fingið loyvi at virka undir hesum sáttmála og kann tískil fara undir egna viðgerðarstovu.
ÁLVaskot
Álvur Hansen er væl nøgdur við hølini, hann hevur fingið. Tey liggja væl fyri miðskeiðis í bygdini. Tað var annars ikki so lætt at finna eini hóskandi høli í Fuglafirði. Handilslívið er í vøkstri, og tí var torførari at finna høli. Álvaskot er nú í sama bygningi, sum telducafein Vega og Toy- og Tógvhandilin eisini húsast.
Navnið Álvaskot hevur Álvur sjálvur funnið fram til. Hann hevur verið í samband við Føroyamálsdeildina, har hann fekk fleiri góð uppskot. Hann kom tó sjálvur fram til tað best hóskandi navnið.
Álvaskot merkir tað sama sum millum mannað verður kallað hald í rygginum, heksaskot ella lumbago. Í bókini "Gomul Føroysk Heimaráð" eftir fyrrverandi eiðislækna R.K. Rasmussen, sum Føroya Fróðskaparfelag gav út í 1959, stendur um orðið álvaskot:
- Álvaskot er tað sum á donskum eitur hekseskud. Hetta orðið leiðir hugan á pátrúgv hjá teimum gomlu um, at sjúkan var elvd av álvum, stendur at lesa í bókini.
Tað er eitt stuttligt, at maðurin aftanfyri viðgerðarstovuna eitur Álvur.