Blokkin í grunn?

Oddagrein:

Gongur sum ætlað hjá minnilutalandsstýrinum, so verða umleið 114 milliónir skornar av árligu heildarveitingini frá danska statskassanum. Blokkurin skal sostatt skjerast, og hetta verður gjørt sum ein liður í tí sjálvsstýristilgongd, sum landsstýrið hevur byrjað, og sum nú verður framt við parlamentariskum stuðli frá Sjálvstýrisflokkinum. Blokkurin er skaðiligur fyri búskapin og ein forðing fyri øktum sjálvstýri, verður sagt. Tað skuldi verið óneyðugt at nevnt, at full politisk semja er ikki á tingi um hesa tulking. Hinvegin er nú parlamentariskur meiriluti fyri blokkniðurskurðinum, og meirilutin ræður í einumhvørjum fólkaræði, og sostatt mugu tey, sum helst síggja blokkin óbroyttan boyggja seg fyri hesum politiska veruleika.

 

So av og á tá blokkniðurskurður hevur verið framdur, so hevur tikið seg upp eitt orðaskifti um tann pening, sum danski statskassin sparir við, at blokkurin verður minkaður. Tað verður mangan, og tað við góðum grundum, spurt, um tað er rætt og rættvíst, at hesin peningur, sum føroyingar eiga, fer í danska statskassan. Hví ikki síggja til, at hesin peningur fer til eitthvørt gott føroyskt ella danskt-føroyskt endamál? Undir øðrum heimsbardaga fingu føroysk lesandi í Danmark serstøk lestrarlán, so tey kundu hóra undan krígsárunum. So vítt vitað komu hesi lestrarlán føroyskum lesandi sera væl við. Tá lánini skuldu rindast aftur eftir krígslok, varð politiskt gjørt av, at hesi lán skuldu fara í ein nýggjan danskt-føroyskan mentanargrunn, ið nógv føroysk menta- og listafólk hava notið gott av. Okkurt graml hevur verið um, at ein partur av tí peningi, sum danir spara við kirkjuyvirtøkuni, skal leggjast í nevnda grunn. Um so er, er hetta bert gott, men her kann neyvan vera talan um stórar og munagóðar upphæddir.

 

Minnilutasamgongan og stuðulsflokkur hennara átti at tikið hetta hugskot upp til poltiska viðgerð og funnið ein leist at leggja fyri donsku stjórnina. Fyri donsku stjórnina, sum hevur ein sera góðan almennan búskap, gera 114 milliónir kr. ikki tann stóra munin. Men fyri føroyska mentan og list kundi avkastið av hesi upphædd gjørt góðan mun. Tann peningur, ið danski statskassin sparir, eigur tí at verða lagdur í tann danskt-føroyska mentanargrunnin, sum so samstundis eigur at verða umskipaður, so hann verður meira tíðarhóskandi. Tað ber eisini til at stovna nýggjan grunn, um onkrum ikki dámar tann danskt-føroyska grunnin. Tað hevur verið rikið uppundir, at spard blokkpeningurin eigur at fara til føroyska gransking. Hetta er eitt dámligt hugskot, men eftirsum alt bendir á, at føroysk gansking, sum er á altjóða støði ikki hevur trupulleikar at finna altjóða fígging, er ein slík loysn kanska ikki so átrokandi. Hinvegin tykist tað gerast alt meira trupult hjá mentanar- og listafólki at fáa fígging m.a. orsakað av trótandi politiskari vælvild. Tað eru sostatt góðar grundir til at umhugsa, hvussu spardi blokkpeningurin, sum vit jú eiga, best verður gagnnýttur.