til at skráin fyri stevnuna skal vera so góð og fjøllbroytt sum møguligt. Fyrst og fremst eru tað ítróttarfeløgini her í bygdini, sum skipa fyri stevnuni, og hava lagt skránna til rættis. Annars eru eisini [...] vanliga væl undir við stevnuni, og nú fólk úr øllum Føroyum koma vestureftir, verður hetta til eitt av teimum stóru tiltøkunum í oynni. Vit gleða okkum bæði at vísa bygdina fram og at taka móti gestum úr øllum [...] eisini nógvir aðrir felagsskapir, áhuga?bólkar og einstaklingar við at fyrireika og skipa fyri stevnuni. Veðrið, sum vit sjálvsagt einki kunnu gera við, er sera viðkomandi fyri, hvussu ein stevna eydnast
framleiða fars bæði úr gulllaksi og svartkjafti. Fiskurin verður fyrst skorin til flak, fløkini verða reinsað fyri blóð og royggj, fara í farsmaskinuna, so fryst í 12,5 kilo blokkar og at endað 2 blokkar pakkaðir [...] gulllaksi, sum helst verða seld til Egyptalands, og áðrenn farið var aftur nýggjan túr, varð flakalinja sett umborð, eftiransingarbond, farsmaskina og pakkiskipan, ein íløga sum kostaði knappa millión [...] til avlops og veiðinøgd, verður eisini framleitt nakað av heilfrystum fiski, verður sagt. 16-18 kr. kilo Framleiðsluorkan hjá farslinjuni er upp móti 20 tonsum um døgnið av lidnum farsi, og roknað verður
Hvessingur og Gongurólvur 6 stig hvør. Jarnbardur tikið seg fram um Hjá 6-mannaførum við kvinnum er kappingin millum Jarnbard og Hvessing tøtt og spennandi. Báðir bátarnir hava vunnið tveir róðrar í ár, og nú [...] avgerandi munin, og tí liggur væl fremst nú. Støðan undan róðrinum er, at Junkarin hevur fult stigatal, 28, Blikur og Drekin hava 18, Súla 8, Svanur 6, Báran 5, Erla Kongsdóttir 4 og Fípan Fagra 2 stig [...] eru á 1000 metrum, og tað hevur Eysturoyingur prógvað, at hann klárar eins væl og longra teinin. Einastu bátarnir, sum í teoriini kunnu hótta oddafiskin, eru Nólsoyingur, Kjølur og Havnarbáturin, sum allir
við seg koma. Og hóast bæði myndugleikar og ráðharrar í Danmark hava roynt at skrivað brøv, so rínir einki við dómaran á Réunion. -Eg var hjá dómaranum í vikuni saman við mínum advokati, og har fingu vit [...] teir. -Framgangsmátin hjá fronsum hevur verið fullkomiliga burturvið. Fyrst sendu teir fleiri alvápnaðar hermenn umborð og sótu hesir og peikaðu við byrsumúlanum móti okkara høvdum - sum vóru vit av ringastu [...] skipari ikki fekk atgongd til brúnna. Ístaðin sótu teir á brúnni og drukku vín og brennivín. Tað er greitt, at tað er ein sera vónsvikin og eisini beiskur Sigmund Andreassen, sum í løtuni roynir at gera
num í summarsteðginum, og bæði LÍF og B36 vilja hava spælaran á sítt lið. Olgar Danielsen hevur vunnið FM og steypakappingar við KÍ, hann hevur skorað nógv mál fyri felagið, og hann hevur eisini verið [...] deild og teir eru við í Europa-Cup. Og hagtølini hjá Olgari í Europa-Cup dystum munnu fáa B36 at gera nógv fyri at tryggja sær spælaran. Olgar hevur skotið fimm mál í seks europeiskum dystum, og sum Í [...] í LÍF, og tað verður eisini spennandi fyri meg. LÍF er ikki so stórt felag sum B36, og teir spæla í 2. deild, har eg alt mítt lív bert havi spælt 5 dystir, men teir ætla sær upp í 1. deild, og tað er eisini
tey fólk, sum har starvast, gjørt eitt stórt og virðismikið arbeiði. Løgdu vit so henda grunn til Fróðskaparsetrið at fyrisita, so skuldi hann fyrst og fremst verið nýttur til raksturin av tí, sum setrið [...] Hvat kemur tað at týða fyri tað fíggjarligu uppgerðina millum okkum og Danmark? Sum er letur Danmark millum 1 og 2 milliardir til Føroyar og føroysk áhugamál. Hetta skal so halda uppat tá ið vit eru eitt [...] grind og hennara ávirkan á heilsustøðuna. Vit hava landbúnaðarroyndarstøð osfr. Alt hetta hevur stóran týdning bæði fyri okkum og fyri vísindaliga heimin allan. Granskarar fara til altjóða fundir og leggja
Havnini og Tórshavnar Býráð arbeiðir sum úlvur á skóg fyri at fáa talið á skeinkiloyvum í høvuðsstaðnum hækkað, er støðan tann beint øvugta í Klaksvík. Í Klaksvík er bara ein umsókn um skeinkiloyvi og býráðið [...] umsóknin verður gingin á møti - um loyvisnevnd og landsstýri taka undir við einum tilmæli frá Klaksvíkar Býráð. Vit hava fimm skeinkiloyvi í Klaksvík, og tað kvotuna fara vit ikki at hækka, sigur Jógvan [...] rnar av rúsdrekkanýtsluni eru so heilt avgjørt eitt heilsumál. Og vit vita, at vit hava stórar rúsdrekkatrupulleikar í Føroyum. Og tey sum siga, at vit fara at drekka minni av at geva fleiri loyvi
bestu tá ið vanlukkan hendi. Og hóast tað er nokk so bratt í Kunoy, var tað gott at ganga og góð gøta har ið maðurin datt oman - og maðurin var vanur at ganga á fjalli og hetta plagar at vera hanara pláss [...] fyrstu gonguni, Heimastugonguni, og vóru farnir eftir Miðgonguni, táið ein av fjallmonnunum datt oman og doyði. Vanlukkan hendi um fimm tíðina seinnapartin hósdagin, og maðurin, sum datt oman var hin 59 [...] sum var næstur Berinthi var var ein 16 ára gamal, sum fylgdust við honum og hann sigur, at tað sá út sum um ein steinur kom á hann og tók hann útav klettinum. Vit eru annars ógvuliga varnir so at teir menninir
virkar væl, og hvar tað ikki virkar væl. Sjálvur metir hann, at samstarvið hevur verið gott. ? Aðalmálið í sjúkrahúsverkinum er ikki samstarv í sjálvum sær. Aðalmálið er fyrst og fremst at bøta um he [...] Sjúkrahúsverkið og samarbeiðið millum tey trý sjúkrahúsini í Føroyum hevur verið nógv frammi - bæði í tí politiska kjakinum og í fjølmiðlunum. Oftast hevur tað verið lýst meir frá tí negativu síðuni, og umtalan [...] kunnu útnytta kunnleikan hjá hvørjum øðrum, og geva sjúklingunum eina betri og skjótari viðgerð - í øllum førum, tá ið tað ræður um blóðtøpp í hjartanum, og harvið minka um deyðsvandan av hesum, er samstarvið
avlamis- og einkjupensión, eins og danir veðhildu og stuðlaðu teimum stóru vinnuligu og samfelagsligu framtøkunum, sum vórðu tikin fyrst í sekstiárunum. JAVNAÐARFLOKKURIN stóð á odda í landsins stýri, og tey [...] seg longu síðst í tjúgunum og í tríatiárunum, tá stjórnin hjá Stauning gamla játtaði løgtinginum lán,veðhald og stuðul til vinnuligar nýskipanir. TANN sama sosialistiska og solidariska bróðurhondin var [...] føroyingar um ein nýggjan og ein meira nútímans sáttmála millum londini bæði, so nú er at smíða meðan jarnið er heitt. HELDUR ikki skerst burtur, at samstarvið millum føroyska og danska javnaðarflokkin hevur