32-ára gamli Olgar Danielsen, sum hevur spælt á1. liði hjá KÍ síðani 1983, skiftir frá barndómsfelagnum í summarsteðginum, og bæði LÍF og B36 vilja hava spælaran á sítt lið.
Olgar Danielsen hevur vunnið FM og steypakappingar við KÍ, hann hevur skorað nógv mál fyri felagið, og hann hevur eisini verið liðførari.
Men nú fær hann ikki ta spælitíðina, sum hann vil hava, og so er einasta loysnin hjá honum at skifta felag.
? Eg eri keddur av at skula skifta frá KÍ, har eg altíð havi spælt, men eg eri ikki sinnaður at brúka so nógva tíð uppá at venja, og so bara hyggja at meðan hinir spæla, sigur hann.
Olgar hevur sitið nógv á beinkinum seinasta hálvárið, og tað er tað sum hevur havt við sær, at hann vil royna styrkina aðrastaðni enn í Klaksvík, har hann er búsitandi.
Goldið KÍ pengar
fyri Olgar
Olgar Danielsen hevur havt samráðingar við ÍF og LÍF, og gjørdist til seinast samdur við LÍF, um at hann skuldi skifta til teir.
Olgar hevur verið sáttmálabundin í Klaksvík, og tí hevur LÍF keypt Olgar leysan úr KÍ. Í KÍ vilja teir ikki siga, hvussu nógvar pengar LÍF skuldi av við, men eitt gott boð er eitt fimmsiffrað tal.
Eftir at LÍF og Olgar komu ásamt, kom B36 uppí leikin. Teir vóru seinir á sjóvarfallinum, men nú er nógv sum talar fyri, at LÍF má síggja veteranáleyparan gleppa teimum av hendi.
Men lorvíkingar, sum í løtuni hava avtalu við Olgar, vilja ikki sleppa honum uttan víðari, og eftir tí sum Ítróttarsosialurin hevur skilt, vilja teir eisini hava pengar burtur úr.
? Í løtuni veit eg ikki, um eg spæli við LÍF ella B36 eftir steðgin, men eg ætli mær at finna eina avgerð sum skjótast, og vóni tað kann verða í dag, sigur Olgar Danielsen.
Vil heldur til B36
B36 roynir í løtuni at yvirtala LÍF til at leysgeva Olgar, og samstundis fáa eina nøktandi avtalu í lag við høvuðspersónin sjálvan.
? Eg lati B36 og LÍF um at koma ásamt um hvar eg skal spæla, men eg vóni at tað ber til at laga tað soleiðis, at eg sleppi at spæla í B36 eftir summarsteðgin, sigur Olgar Danielsen.
? At skifta til B36 er sjálvandi ein heilt onnur avbjóðing enn tann í LÍF. B36 spælir í 1. deild og teir eru við í Europa-Cup.
Og hagtølini hjá Olgari í Europa-Cup dystum munnu fáa B36 at gera nógv fyri at tryggja sær spælaran. Olgar hevur skotið fimm mál í seks europeiskum dystum, og sum Ítróttarsosialurin hevur skilt, hevur B36 melda Olgar til hjá UEFA, so hann kann spæla við seinni í hesum mánaðinum.
? B36 hevur nógvar góðar áleyparar, og tí verður tað ein stríð bara at vinna eitt pláss á liðnum, men eg havi fingið lova, at eg sleppi at royna meg, og so skal eg prógva, at eg eri nóg góður.
Verður B36 ella LÍF
B36 hevur ikki staðið seg eins væl í fyrru hálvu av landskappingini í ár, sum teir gjørdu í fjør, tá teir vóru besta liðið í landinum. Tað hevur fingið felagið í holt við at finna nýggjar spælarar, og tað er sannlíkt, at Olgar neyvan verður tann einasti, sum skiftir til B36 her í summarsteðgin.
? Skuldi tað hent, at LÍF og B36 ikki koma ásamt um, at eg skal skifta til B36, so spæli eg í LÍF, og tað verður eisini spennandi fyri meg. LÍF er ikki so stórt felag sum B36, og teir spæla í 2. deild, har eg alt mítt lív bert havi spælt 5 dystir, men teir ætla sær upp í 1. deild, og tað er eisini ein avbjóðing, heldur Olgar Danielsen.
Tað verður lættari hjá klaksvíkinginum at skifta til LÍF, tí so vrður væl minni av ferðing, enn um hann skal til Havnar at venja og spæla.
? Eg ætli mær at búgva í Klaksvík fyri fyrst ið hvussu so er, og tí komi eg at ferða til Havnar. Tað er sjálvandi lættari bara at fara til Leirvíkar, men í Havn er ítróttarliga avbjóðingin størri.
Olgar vónaði, at fáa alt uppá pláss í gjár. Hann skuldi tosað við B36, og endaði tað soleiðis, sum hann vildi, var møguleiki fyri, at hann vandi í B36 fyri fyrstu ferð í gjárkvøldið.