av kriminaldeildini sigur John Mortensen, at tað hava ikki verið so nógv innbrot í seinastuni. ? Eitt tíðarskeið upp á 3 mánaðar, fram til august mánað, vóru nógv innbrot, og tað vísti seg at verða ein [...] vikuskiftum. Ein stolin bilur og ein bardagi millum ung, var tað sum løgreglan hevði at takast við um vikuskifti, útyvir tað vanliga. Suni Vinther, støðleiðari í Havn, sigur, at tað er javnan, at teir [...] unglingar sum bróta inn eftir góðgæti og sigarettum, sigur John Mortensen. Vit spurdu John Mortensen um motivini til innbrotini. Hann sigur, at tað sum oftast eru unglingar sum bróta inn fyri spenningin
støða Um ein onnur stjórn kemur til í Danmark, Hvussu er støðan hjá føroyingum tá? So hava vit eina nýggja støðu. Hertil kemur, at um vit tá høvdu lagt okkum fast á eina endaliga loysn nú, so hevði hon [...] frættist aftur úr Landsstýrinum um arbeiðið at gera eitt upplegg til donsku stjórnina um bankamálið. Tingbólkurin, sum er settur at arbeiða við málinum, hevur bert havt okkurt prát um tilfarið, sum kom úr Lan [...] Eilif Samuelsen ikki vera óvanligt. Um orsøkina til, at so litið lekur út, sigur landsstýrismaðurin, at tað alla tíðina verður arbeitt við málinum, sum eisini broytist so hvørt sum viðurskiftini broytast
Ikki so løgið, tí nú er einaferð med alla staðfest, at tað hendir meira handan politiska tjaldið í Danmark, enn vit eru vitandi um. Danir eru ikki so góðir við føroyingar sum m.a. Nyrup, hansara harkalið [...] greiða støðu um fólkakirkjuna, og sum atkvøddi fyri at yvirtaka fólkakirkjuna, var Eyðun Viderø. Meistarligar greinir frá hjartanum skrivaði hann um fólkakirkjuna. Fólkaflokkurin er í dag ikki so tjóðskaparligur [...] tað fyri at reypa sær av, at einir 1000 føroyingar halda nógv um hann. Er Zacharias Wang so góður tjóðskaparmaður, sum hann gevur til kennar, so skal Zacharias Wang á Tjóðveldislistan. Har hevur hann nógv
fegið vil liva upp til andan í nýggju oljulógini um, at útlendsku oljufeløgini í mest møguligan mun brúka føroyska arbeiðsmegi, vørur og tænastur. Hetta er so eisini ætlað sum hjálp til sjálvhjálp, tí tann [...] føroyingum at verið við, nú tá fyrsta oljuboringin nakrantíð fer fram við Falklandsoyggjarnar. Hóast hetta er í hinum partinum av knøttinum, so eru viðurskiftini við Føroyar og Falklandsoyggjarnar sera meinlík [...] Partnership?, ið er eitt av oljusamtøkunum, ið er virkið á føroyska økinum, ætlar ikki at halda seg aftur í so máta. Í blaðnum í dag lýsir eitt av oljufeløgunum í hesum samtakinum, DONG, eftir føroyingum, sum kundu
fjør legði uppskot fyri tingið um kolvetnislóg sambært einum uppleggi frá Oljuráðleggingarnevndini. Eftir 1. viðgerð fór málið í Vinnumálanevndina, sum síðani legði fram sítt álit í málinum fyri viku síðani [...] mongu oljufeløgini so smátt byrja at fyrireika seg til 1. útbjóðingina, sum verður á føroyska landgrunninum. Helst verður hol sett á hesa útbjóðing seinni í ár. Fyrstu loyvini kunnu so verða latin oljufeløgunum [...] í 1999. Tað merkir so aftur, at oljufeløgini kunnu fara undir at bora longu í 99 men meira sannlíkt er, at tað ikki verður fyrr enn í ár 2000. Nýggja oljulógin verður karmurin um tað virksemi, sum nú
og vita hvat hendir. So langt, so væl. Tekstirnir eru teir upprunaligu, upplesturin ikki serliga spennandi, men kortini á eini leið. Tað nógva óvæntaða, sum til ber at klikkja fram allastaðni, eru harfyri [...] Davidson, har vit m.a. kenna ævintýrið um Hin Lítla Samurain. Ein ógvuliga vøkur søga, sum børn frá trý ára aldri njóta. Men tað kann eisini gerast illa. Eitt syrgiligt dømi um hetta er Livandi ævintýr frá sk [...] eru á seks ymiskum málum, so tey kunnu nýtast í málundirvísingini. Hvørt ævintýr er gjørt av nøkrum heilt fáum myndum og einum teksti, sum veður lisin upp. Til ber at velja, um ein ynskir at síggja tekstin
vatninum, um tú bað tær. Men tá tær leika á útivølli, so hilnast ikki so væl. Hvat tað er sum ger tað er óvist, men tað er onki at taka seg aftur í, at tær á liðnum hava fleiri góðar leikarar. So hava tær [...] síðani leiktu Dráttur og Fleyr í høllini á Giljanesi. Tann dsytin vann Dráttur so ruddiliga. Tær vunnu dystin, tí at tær spældu so nógv betri enn Fleyr liðið ta ferðina. Leygardagin hittust liðini aftur, [...] heilar tímar. Fyrsta sett vann Fleyr 15-9 og annað sett vunnu tær 15-8. Men so kom stígur í og triðja sett vann Dráttur 15-8, so nú var aftur spenningur í dystinum. Men tað eydnaðist to Fleyr við hepni at
taka, so tað var torført hjá Fram at gera nakað sum helst. Og nú sást trupulleikin hjá Fram so týðiliga. Teir spæla ov nógv uppá Sigmund, at hinir eru púra passivir. Leikararnir hjá Fram eru so stórir [...] Mjølnir kom at vitja Fram í meistaradeildini hjá monnum. Mjølnir lá undan dystinum sunnudagin eitt stig frammanfyri Fram, og tí var talan um ein rættan toppdyst. Men tað varð so sum so við tí. Ikki tí, spælið [...] Eftir eina løtu hevði Fram lagt seg á odda 10-9, eftir at hava verið aftanfyri 0-9. Tað sá tó út sum um Mjølnir fann tráðin aftur í endanum av triðja setti, men tá var ov seint . Fram vann triðja sett 15-13
Fyrsta sett vann Fram so greitt sum 15-1, eftir bert 12 minuttum. Í øðrum settið gjørdi ÍFb eina lítla roynd at fylgja Fram, men tað hjálpti so sera lítið. Teir megnaðu at fylgja Fram upp til 3-3, tá teir [...] minuttir at spæla. So í alt vardi dysturin í 39 minuttir, og tá settini vórðu løgd saman, hevði Fram vunnið 45 stig, meðan ÍFb hevði vunnið 9. So her var rætt og slætt talan um ein avsmurning, so tað stóð eftir [...] Mjølni sunnudagin. Tað var væntað, at Fram fór at vinna dystin móti ÍFb á Kambsdali leygardagin, og so varð. Men at tað skuldi verða so stórur munur, var ikki væntandi. Fram gjørdi ikki mætari enn at teir ruddiliga
Anida Johannesen hevur seinastu tíðina arbeitt i Benetton. Hon er komin fram til, at hóast klæðini til ung og tilkomin eru væl umtókt, so er tað en meira umráðandi at selja Benetton barnaklæðini, sum bert fáast [...] gera undirklæðir til børn. Um stutta tíð eru tey eisini at fáa í Sverrisgøtu, og tá kanna alt til børn fáa á einum stað, sigur Anida Johannesen. Sama príslega og aðrastaðni Um prís og góðsku sigur nýggi [...] við at fara til handils í Benetton, tí tey halda hesi klæðini kosta serliga nógv. Tað er als ikki so. Øll kunnu finna okkurt plaggið til børnini her, og klæðini kosta ikki meir enn onnur klæði, sigur