Fyri nøkrum fáum vikum síðani leiktu Dráttur og Fleyr í høllini á Giljanesi.
Tann dsytin vann Dráttur so ruddiliga. Tær vunnu dystin, tí at tær spældu so nógv betri enn Fleyr liðið ta ferðina.
Leygardagin hittust liðini aftur, men hesaferð í Havn.
Og hesaferð var umvent í holuni.
Fleyr hevði broytt uppstillingina soleiðis, at Rúna Hentze var farin aftur á spælskiparaplássi, meðan Rúna Heinesen og Anna Dalsgaard spældu kantáleyparar.
Hetta hevur havt sína ávirkan á spælið hjá Fleyr.
Spælararnir funnu fram til sína gomlu uppstilling aftur, og harfrá vóru tey bæði fyrstu settini vunnin.
Men tað var ikki nakar stuttur dystur.
Tey fýra settini sum spæld vóru, vardu í 107 minuttir, ella næstan tveir heilar tímar.
Fyrsta sett vann Fleyr 15-9 og annað sett vunnu tær 15-8.
Men so kom stígur í og triðja sett vann Dráttur 15-8, so nú var aftur spenningur í dystinum.
Men tað eydnaðist to Fleyr við hepni at koppa Drátti.
Í fjórða settið gekk ógvuliga javnt á, og hvørki av liðunum fekk loyvi til at rýma frá hinum.
Tey fylgdust allan vegin, tó hevði Dráttur nøsina frammanfyri alla tíðina.
Tað var enntá so, at Dráttur hevði nakrar settbóltar í øðrum settið, men ikki eydnaðist teimum at vinna, tí Fleyr kom aftur í aftur og vann 16-14 og harvið dystin 3-1.
Skemtiligt, tí tað sama hendi í triðja setti í dystinum á Giljanesi, men bara við øvutum fortekni.
Tá hevði Fleyr settbólt í triðja settið við støðuna 14-12, men tapti settið og dystin 3-0.
Hjá Fleyr hevur tað óivað hjálpt, at spælararnir hava fingið síni gomlu pláss aftur.
Ikki tí, hóast gingið hevur illa í hond, so hava teir yngru roynst væl, og teirra tíð skal nokk koma, kanska longu næsta ár hjá onkrum teirra.
Tað er løgið við Drátti, tí ofta leika tær sum brandar á heimavølli, og onkuntíð kundi sæð út til, at tær kundu gingið á vatninum, um tú bað tær.
Men tá tær leika á útivølli, so hilnast ikki so væl.
Hvat tað er sum ger tað er óvist, men tað er onki at taka seg aftur í, at tær á liðnum hava fleiri góðar leikarar.
So hava tær í ár havt góðan venjara eisini, so tað er at vóna fyri tær, at teirra úrslit koma næsta ár.