bygdirnar og tey pláss kring landið alt, sum heilt náttúrliga føra traditiónirnar víðari, tað vit eisini kunnu nevna okkara fólkamentan. FÆR út í Fugloynna, fær út í Hest, ja fær til Suðriar ella til Sands hatta [...] nøkur turr tøl og tabellir, men sum eitt sera hent amboð til tess at kunna varðveita og skapa lív í hesum annars frálíka landi. Her nyttar ikki bara at taka eitt skip ella eina farleið fram. Her er brúk fyri
Og tað er eisini av góðum grundum, at fólk øtast, tí í hesum døgum kunnu vit valla vænta, at pensjónir fara at hækka. Og júst við tí í huga, at pensjónsparturin verður so tungur komandi árini, var tað [...] í Sosialinum í gjár, tí báðir søgdu seg ikki hava havt stundir at sett seg nóg væl inn í málið. Á hesum stað skal beinanvegin verða sligið fast, at vit nú og í komandi tíðum eiga at hava so góða pensjónskipan [...] hvørjar 100 krónur, pensjónisturin hevur í inntøku. Um hetta er rætt - ella um hetta ikki er rætt, kunnu vit sjálvandi kjakast um. Men um tingmenn ikki vilja játta fleiri pengar til eldraøkið, soleiðis at
gleðiligu boðunum, at ísraelar og palestinar nú høvdu gjørt av at taka friðarsamráðingarnar uppaftur. Í hesum lá eisini, at ísraelar fóru at gevast við búsetingunum í hersettum økjum og í Eysturjerusalem. MEN [...] veit, ein máti fyri at provokera Iran til at leypa framav, soleiðis at USA og møguliga eisini Ísrael kunnu steðga iranska tilbúgvingini! Fantasiur - ja, møguliga, men tá ein veit, hvat stórpolitikkur snýr
sera væl nøgd við filmin, hóast tey hava ymiskt at fýlast at. NÚ er ikki ætlanin á hesum stað at ummæla filmin. Men vit kunnu tó siga so mikið, at talan er um ein stórfilm, tann fyrsta nakrantíð, sum vísir [...] okkum nú síggja og hoyra, hvat útlendskir ummælarar siga um filmin. Vit fara í blaðnum at fylgja hesum ummælum og greiða okkara lesarum frá teimum, tí hetta er nakað, sum føroyingar uttan iva vilja síggja [...] harvið koma at skilja betur støðuna hjá fólkinum, sum býr úti í Norðuratlantshavi. Vit vilja við hesum ynskja øllum teimum, sum hava havt nakað við filmin at gera, hjartaliga tillukku við vón um, at filmurin
allan eina fullfíggjaða blaðútgávu á Internetinum. Meðan lesarin heima í Føroyum í dag situr við hesum blað framman fyri sær, so kann onkur føroyingur í Kina, í Singapore ella í Argentina fyri fleiri tímum [...] Internetið koma vit sum blað longur út, og vit fáa tættari samband við lesarar, sum tann vegin eisini kunnu samskifta við okkum. Ein nýggj avbjóðing - ið bæði skal gagna okkum sum blað, men ikki minst lesaranum
sannroynd, at har einki arbeiði og virksemi er, har følnar alt, kom so væl til sjóndar í hesum myndum, at vit kunnu bert fegnast saman við sandoyarfólki og vóna, at Sandoyarætlanin verður at sigra í framtíðini [...] verður bygt á almennan stuðul. VIT eiga at geva júst hesum - livilíkindum úti kring landið - størri ans og seta hetta í samband við, hvat vit vilja við hesum landi og fólki í næstu øld! Nettup kreppan og hvussu [...] landsplanlegging. Hví ikki fara inn í eina nýggja øld við nettup hesum í huga: at leggja útviklingin soleiðis til rættis, at vit so vítt møguligt kunnu varðveita bygdirnar og eisini útoyggjarnar. Hetta má hava
hvørki føroyingar ella danir kunnu liva við, og tí má hann biðja um fund við føroyskar politikarar um, hvussu ikki bert bankakanning men øll viðurskiftini millum londini kunnu bøtast aftur. Alt annað er [...] forsætisráðharrin ynskir ikki ein dialog við Føroyar. Bert ein slíkur dialogur kann loysa upp fyri øllum hesum, ja nærsagt óndskapinum frá donskum embætisverki móti Føroyum. Og her hava vit so sanniliga ikki gloymt
landið eru ein av meginlívæðrunum í hesum samfelag, og tær tryggja, at ikki alt verður misavnað, so er tað eisini greitt, at vit hava ov nógvar kommunur. Vit kunnu lættliga leggja nakrar saman uttan at [...] ð undir eini samanlegging er longu lagt við tunnlinum. VÓNANDI spyrst okkurt skilagott burtur úr hesum ætlanum ikki minst kollfirðingum og tí økinum til fyrimunar. Og hvør veit, kanska kann slík samanlegging
íløguætlanir fyri eini útbygging av øllum Atlantsmótinum. Soleingi so stórir og týðandi partar av hesum økinum eru ?forbudt zone? eru íløguætlanir í eitt nú ein infrastruktur ein veingjaskerdur fuglur. [...] heldur seg kunna skilja støðuna, so eru bretsku krøvini til eitt nú, hvørji grundlinjupunkt føroyingar kunnu brúka, so ?langt úti?, at neyvan verður talan um nakra samráðingarloysn, soleingi bretar halda uppá
so er tað ein ærlig søk. Men tá er at spæla við opnum kortum og viðurkenna hetta. KJARNIN í øllum hesum er tað misálit, sum er íkomið. Føroyingar flestir hava rætt og slætt mist álitið á Danmark og harvið [...] enn eina krígsavbjóðing frá danskari síðu móti føroyingum. Tað einasta, ið danskir myndugleikar tí kunnu gera í tí støðu, sum teir sjálvir hava vavt seg inn í í sambandi við bankakanningina, er at bjóða [...] at samráðingar skulu vera millum stjórnina og landsstýrið um eitt nú allan skuldarspurn-ingin í hesum árinum. Okkara áheitan á Nyrupstjórnina er tí henda: setið upp eina dagsskrá, sum inniheldur óhepnu