m, sum eru. Er ferjan ein nøktandi loysn, bæði hvat sigling og kostnaði viðvíkur, verður støða tikin til, hvat skal gerast. Men fyrsta fortreyt er sjálvsagt at norski eigarin yvirhøvur er sinnaður at leiga [...] fingið gott eyga á einari norskari ferju. Talan er um eina lutfalsliga nýggja ferjum tí hon er bygt í 2012, men norðmenn eru í ferð við at skifta hana út. Hon er 93 metrar long og minnir sostatt rættiliga nógv [...] tí arbeiðnum kann ikki gerast ímeðan hann er í sigling og tí skal hann leggjast í 10-14 dagar. Men samstundis eru politikarar, sum heild, samdir um, at nú er so nógvur flutningur ímillum Suðuroynna og
og størsta broytingin er í Hvannasundi. - Vegbreytirnar í báðum tunlunum eru 6,5 metrar breiðar, og síðan er ein hálvur metur í báðum síðum til veitir og annað, sigur hann. Hvat er status beint nú - hvussu [...] ella um stívliga eitt ár. - Árnafjarðartunnilin, sum er 1964 metrar langur, varð skotin ígjøgnum hin 8. november í 2022 og Hvannasundstunnilin, sum er 2265 metrar langur, varð skotin ígjøgnum eina viku seinni [...] hvussu langt eru arbeiðini komin, og hvat er eftir at gera? - Í Árnafjarðartunlinum eru allar leiðingar komnar í vegkassan úti í síðuni á tunlinm, bæði el og teleleiðingar, og her vatntryggingin so gott
Bloggur eftir Ragnhild Ellingsgaard. Ragnhild er 36 ár og býr í Klaksvík. Hon er útbúgvin lærari og starvast eisini nógv við mentanartiltøkum í Klaksvík. Ragnhild er mamma at trimum børnum. # tú mást ikki lúgva [...] sunnudagsskúlin er umráðandi fyri okkum sum familja. Tað er har, at børnini læra nógv av tí, sum eg ikki altíð dugi so væl at læra tey sjálv. T.d. at tú ikki mást lúgva. Tí (og hetta er eitt sindur pínligt [...] lúgvi eisini um, at svimjihøllin viðhvørt er stongd, hóast hon er opin, men mamman tímur bara ikki í svimjidrakt aftur í dag. Og eg lúgvi sum eg veit ikki hvat, tá eg ikki klári at halda meg til deadlines
føroyingum er eydnast munandi betri, enn tey flestu av okkum vilja vita av. Spurningurin er, um ikki tjóðin hevur tikið óbótaligan skaða, grunar Niels Arge Galán, sangari í 200. Besnissað - At Føroyar er ein [...] út í kortið. - Gamaní er fullveldi fyrsta treytin fyri, at vit sleppa at liva sum føroyingar í egnum landi, men tað krevur eisini, at vit tora at traka fram og siga, hvat tað er fyri eitt samfelag, vit [...] at rakna við og gera sær nakrar tankar um, hvat tey tað er fyri eitt samfelag, vit eru í ferð við at skapa. Sjálvt um kjaki um fullveldi og tolsemi beint nú er tagnað og føroyingar enn einaferð tykjast
Hvat fær útlendingar at koma til Føroya at ferðast? Hvat vænta útlendsk ferðafólk sær her, hvat verður teimum lovað, og hvat fáa tey í veruleikanum? Hesir spurningar eru mær rættiliga ósvaraðir, nú áðrenn [...] veldst um eygað, sum sær, og gestsins eyga er gløgt, verður sagt. Ikki altíð tí at gesturin er so nógv gløggari enn hini, men tí at gesturin ikki í sama mun er bundin at fastgrógvnum vanum í sínum eygleiðingum [...] til merkis við siðbundna føroyska kostinum er manglandi grønmetið afturvið altíð hjástadda kjøtinum og eplunum. Men partur av stuttleikanum við at ferðast er at uppliva ymiskar livihættir, og føroyski
ári, sum annars liggur í kortunum. Teir halda báðir, at tá ið tíðarskeiðið er so stutt, sum tað vanliga er í einum boriskeiði, er torført hjá tænastuvinnuni í Føroyum seta nakað veruligt á kjøl. Stjórin [...] hevur størstan týdning, er, hvat spyrst burtur úr føroysku luttøkuni í sambandi við oljuvinnu aðrastaðni. - Nú leitað verður eftir olju so tætt uppat okkum, og tað kanska er skjótari at sigla higar til [...] longri. Stjórin heldur hinvegin, at tað er ikki hetta, sum hevur størstan týdningin fyri føroysku tænastuvinnuna. - Tað, sum upp á sikt tænir okkum best í løtuni, er, at føroysk feløg fáa ein leiklutí oljuvinnuni
var farið av herðunum, tá ið hann hevði stungið. Samsvar ikki ikki ímillum, hvat ákærdi segði, hvat varafútin segði, og hvat eitt itni segði um, hvar var hent við knívinum. Ákærdi segði, at knívurin sprakk [...] kvøldið sótu tey hann framvegis sita á trappuni og boðaðu politinum frá. - Eg hevði onga hóming av, hvat hann vildi mær, segði varafútin. Hann segði, at hann ikki beinanvegin varnaðist, hvar var hent, tá [...] fingið likamligt varandi mein av tilburðinum, og hann segði seg eisini vera væl fyri sálarliga. Men tað er hent tað, at hann ikki hevur sama álit á øllum menniskjum longur. Hann ansar betur eftir at steingja
egna úttrykk. Í dag er Rannvá Kunoy rættiliga vís í, at hon hevur funnið sítt egna listarliga úttrykk á ein hátt, sum hon er nøgd við. Og hvat tað merkir fyri hana sum listakvinnu, er hon heldur ikki í iva [...] nøkrum, sum bara er til í verðini, sum kanska er veruligt. Stýrir við harðari hond »Veruligt« við ávísum fyrivarni, má nokk skoytast uppí, tí tilvitanin um seg sjálvt sum listaverk er altíð ein avgerandi [...] - Sært tú. Har er ongin søga, sum skal prakkast upp á áskoðaran. Nú kanst tú assosiera í allar ættir. Men um eg sjálv, skal gera av, hvat eg síggi, kann tað so ikki gera tað sama, hvat tú gert? - Nei,
enn 30 árum síðani er tann næststørsti jarðskjálvtin menn vita um yvirhøvur. Í dag búgva 225 túsund fólk í Anchorage - tað er umleið triðingurin av øllum íbúgvunum í Alaska. Anchorage er tó ikki bert olja [...] londum. Tað er rætt at læra hvør annan at kenna. Vit vilja eisini fegnir vísa føroyingum oljustøðirnar. Tað snýr seg ikki bert um hvat vit sum oljufeløg kunnu fáa burtur úr slíkari vitjan. Tað er fyrst og [...] Føroya-øki liggur tí eisini sera frammalaga í teirra ætlanum. Dave Peace, frá Texaco er samskipari av bólkinum og er hann við á ferðini í Alaska. Hann vísir á, at feløgini hava keypt nærum 90 prosent av
Vág. Teir siga allir tríggir, at fáa teir fundarboð, fara teir á fund fyri at vita, hvat vágbingar hava at siga. - Tað er vanligur fólkaskikkur, siga einir tveir av teimum. Hinvegin skulu vágbingar ikki vænta [...] teir eisini á, at hetta er teirra egna áskoðan, tí bygdaráðini í teimum trimum kommununum hava ikki tikið formliga støðu til spurningin um kommunusamanlegging. Tvær kommunur er ongin loysn Niclas Hentze [...] samanlegging. Men mín egna meining er, at øll Suðuroy skal leggjast saman í eina kommunu og tað ongantíð ov skjótt, sigur Eli Frederiksen, borgarstjóri í Porkeri. - Alt annað er heilt burturvið. Verður oyggin