Til endan hittu tær ein, sum segði »ja«. Tá høvdu 14 ára gamla Rannvá Kunoy og mamma hennara eisini bankað á hurðina hjá flestu listamálarum í Havn fyri at spyrja, um ikki onkur vildi taka gentuna í læru.
- Eg trúði, tað var lygn, tá Eyvindur Mohr segði ja. Tað einasta, eg vildi, var at mála, og nú slapp eg at sita har og síggja, hvussu ein veruligur listamaður arbeiddi. Tað var heilt fantastiskt.
Í eitt ár á tamb sat Rannvá trúliga og eftirlíknaði strokunum hjá roynda listamálaranum. Dreymurin var tó ongantíð at fáa myndirnar at líkjast, tí longu tá hevði unga listakvinnan nakað heilt annað í kvittanum.
- Eg havi altíð kopierað myndir hjá øðrum fyri at vita, hvussu eg kann manipulera tær til okkurt annað. Listasøgan er jú túsund ára gomul, alt er gjørt fyrr, og tí hevði tað verið spill av míni tíð at skapað kompositiónir, sum longu eru gjørdar, sigur 34 ára gamla listakvinnan á sín sermerkta blíða men avgjørda máta.
Okkurt byrjar
Í heila tikið er Rannvá Kunoy rættiliga avgjørd í sínum meiningum um list. Og eins og fyri at ongin ivi skal vera, endurtekur hon ofta síni poeng tríggjar ferðir, og heldur til dømis at seinnu kvinnumyndirnar hjá Picasso er tað »besta, besta, besta«, hann nakrantíð gjørdi og leggur annars áherðslu á, at hon »ongantíð, ongantíð, ongantíð« fer upp á kompromis við síni list.
Tað fær prentarin Jan Andersson at merkja hesa løtuna á grafiska verkstaðnum á Skálatrø, nú Rannvá Kunoy fyrireikar sína fyrstu framsýning í Føroyum í 10 ár. Meðan hon prátar og greiðir frá, heldur hon neyvt eyga við prentaranum, sum tolin ger eftir hennara boðum og kemur við einum útkasti fyri og øðrum eftir, sum verða hongd upp á veggin.
Rannvá setur svørtu brillurnar á nøsina.
- Hmmm … áhugavert, men hatta er ikki tað yellow, eg hugsaði. Eitt sindur meir spíss í … kanst tú ikki …?
Eina løtu hvørva tey bæði inn í eitt hitað kjak um tónar av gulum, litspíssar og fernis.
Á gulu myndini hómast skapið av einum avskeplaðum høvdi ella einum illfýsnum skýggi ella kanska einum eldgosi, sum eins og dandar aftur og fram úr eini friðsælari toku.
- Eg royni at finna eitt úttryk, har okkurt er í ferð við at fáa skap, eitt stað millum lív og onki, eina byrjan, har okkurt kanska er við at henda. Prosessin hevur stóran týdning fyri meg, og tað hevur formurin eisini, men eg vil ikki verða fangað í antin øðrum ella hinum, sum flestu listafólk verða. Eg vil sleppa at arga við at spæla við bæði.
Men er tað ikki bara ein sofistikeraður máti at siga, at tú ikki fært tikið støðu til tað, tú gert?
Rannvá flennir.
- Nei, nei. Also eg eri til dømis ikki áhugað í at vísa angist, ella pínu ella sorg við einum ekspressionistiskum úttrykki. Eg elski at ganga á slíkar framsýningar, men reint ekspressionistiskir málningarnir eru ikki nokk fyri meg. Hinvegin vil eg heldur ikki sleppa áskoðaranum fullkomiliga uppá fjall í eini suppu av prosess ella abstraktum formum. Áskoðarin skal trúgva uppá mínar myndir.
Trúgva uppá tær – hvussu tá?
- Ja. Hvørjum hevði tú trúð meir – eini fotomynd av mær á gøtuni í London ella einum málningi av mær á gøtuni í London?
Fotomyndini
- Nettupp, tí málningurin hevði havt penslastrok, sum minti teg á, at onkur hevði gjørt myndina. Eg royni at geva mínum myndum nakað fotografiskt yvir sær, har tað ikki síggjast spor eftir mær sum listakvinnu fyri at skapa eina illusión av nøkrum, sum bara er til í verðini, sum kanska er veruligt.
Stýrir við harðari hond
»Veruligt« við ávísum fyrivarni, má nokk skoytast uppí, tí tilvitanin um seg sjálvt sum listaverk er altíð ein avgerandi partur av listini hjá Rannvá Kunoy, har listasøguligar tilsipingar liggja og lúra allastaðni. Eitt nú er fabrikslistin hjá Andy Warhol rættiliga nærverandi í prentunum, sum Jan Andersson stendur og rullar út yviri við prentmaskinuna.
- Mær dámar kitlandi kensluna, har man endurtekur okkurt umaftur og umaftur og umaftur, til man ríðir á markinum, har tað verður meiningsleyst og oyðilagt. Tann kenslan verður deiliga vandamikil, tá tú prentar á effektivum maskinum, sum her, sigur Rannvá í tí Jan Andersson rullar enn eitt útkast av gula prentinum úr maskinuni.
- Yes, yes, yes! Printer’s yellow! Ikki náttúru yellow, ikki krops yellow, men PRINTER’S yellow. Akkurát soleiðis.
Rannvá klappar og gánar, meðan prentið kemur upp at hanga.
- Sært tú. Har er ongin søga, sum skal prakkast upp á áskoðaran. Nú kanst tú assosiera í allar ættir.
Men um eg sjálv, skal gera av, hvat eg síggi, kann tað so ikki gera tað sama, hvat tú gert?
- Nei, avgjørt ikki. Eg stýri myndini beint, har eg vil við millum annað at skrúva upp og niður fyri litunum, og steðga, júst har eg skal. Tín uppliving hevur nógv at siga, men um tað verður líka mikið, hvat geri, so eri eg dumpað sum listakvinna, sigur Rannvá Kunoy, sum týðiliga setur beinhørð krøv til seg sjálva.
Á altjóða støði
14 ár í London hava ikki minst gjørt hana náðileyst tilvitaða um, hvat tað krevur at bíta seg fasta í ambitiónirnar um at virka sum myndlistafólk á altjóða støði. Ein leið, sum Rannvá setti út í kortið longu í málistovuni hjá Eyvindi Mohr.
- Aftaná tíðina hjá Eyvindi hevði eg ongastaðni at fara í Føroyum við mínum ambitiónum. Her var ongin listaskúli, onki veruligt listaumhvørvi, og tá í byrjanini av 1990’unum var tað eisini so sum so við skjóta internetsambandinum, har man kundi halda eyga við altjóða listarákum og rembingum.
20 ára gomul stakk Rannvá Kunoy tískil í sekkin og fór til London, har hon hevur búð síðani. Í 1999 tók hon prógv á City and Guilds of London Art School – sama ár, sum hon tók øll á bóli við eini myndarøð av innvølum, blóði og beinagrindum.
Men sjálvt um anatomisku myndirnar høvdu eitt rættiliga ungt útrykk, heldur Rannvá ikki, at hennara útrykk grundleggjandi er broytt. Heldur er tað meir intensiverað.
- Tær myndirnir høvdu eisini handan dámin av, at tú ikki rættiliga visti, hvar tær komu frá. Tær vóru bara. Hatta vóru eisini skap, sum vóru til frammanundan, sum eg brúkti á sama hátt, sum eg framvegis støvsúgvi kompositiónir hjá øðrum málarum, so eg kann brúka og misbrúka skeivleikar og manipulera tær til mítt egna úttrykk.
Í dag er Rannvá Kunoy rættiliga vís í, at hon hevur funnið sítt egna listarliga úttrykk á ein hátt, sum hon er nøgd við. Og hvat tað merkir fyri hana sum listakvinnu, er hon heldur ikki í iva um.
- Tað merkir, at eg kann fylgja við í altjóða listarligum rákum og kappast á altjóða støði. Eg havi eina góða kenslu av, at tað er har til, eg eri komin nú.
Onki at koma heim til
Og nógv bendir á, at onnur meina tað sama, tí eftirhondini hevur Rannvá Kunoy eina røð av altjóða framsýningum aftanfyri seg. Í løtuni hevur hon eina serframsýning á kenda Galerie Diana Stigter í Amsterdam, har flestu myndirnar eru seldar listasamlararum, umframt at boð eisini eru eftir henni at sýna fram í London í summar.
Inn ímillum framsýningarnar uttanlands ger listakvinnan sær onkran túrin til Føroyar at arbeiða á grafiska verkstaðnum á Steinprent við summarframsýningini, sum letur upp her heima í juni.
Spurd um tað hevur broytt hana sum listakvinnu at hava búð so leingi í einum listarligum metropoli sum London, ivast Rannvá eitt sindur, tí grundleggjandi hevur hon altíð vitað, hvat hon vil listarliga.
- Hinvegin eri eg ikki í iva um, at tað hevur verið ómetaliga mennandi fyri meg at vera hundrað prosent partur av listalívinum. Í London havi eg altíð onkran, eg líka kann ringja til, sum eg veit dugir meta um okkurt, eg eri í ferð við. Mær dámar eisini væl beinhørðu kappingina í altjóða listaumhvørvinum og tað, at tú allatíðina skalt metast við tað allarbesta.
Hóast tað eru løtur, har hon kundi hugsað sær at komið heim aftur til Føroyar, verður tað neyvan í bræði.
- Sum listakvinna havi eg tíverri onki at koma heim aftur til. Verkstaðurin hjá Steinprent er fantastiskur og veruliga professionellur, men hetta er fyrst og fremst eitt stað at arbeiða í. Einasta savnið her heima, sum hevur optimalar framsýningarmøguleikarnar, er Føroya Listasavn. Men so leingi listasavnið ikki fungerar professionelt, kann eg ikki sýna fram har, tí tað hevði skaðað meg sum listafólk í altjóða høpi, staðfestir Rannvá Kunoy.
Aftanfyri hana hongur nú ein røð av útgávum av saman prenti í ymsum litum, og yviri við prentmaskinuna ljóðar tað, sum at Jan Andersson er í ferð við sína egnu lítlu listafabrikk. Eftir boðum frá listakvinnuni skal prentið hesuferð nevniliga prentast í so nógvum útgávum, at prísurin fer væl undir tað vanliga.
- Prentið skal í øllum førum blíva so bíligt, at ung fólk hava ráð at keypa sær eitt. Tað er so ómetaliga umráðandi at ung fólk hava møguleika at keypa sítt fyrsta listaverk tíðliga, og eg vil fegin hjálpa teimum eitt sindur, nú eg havi møguleikan.
Fakta
Navn: Rannvá Kunoy
Aldur: 34
Starv: Myndlistakvinna
Bústaður: Hackney Wick, London









