Mentan og olja í Anchorage

Føroyska ferðalagið, sum er í Alaska í hesum døgum luttók týskvøldið á eini samkomu, sum Texaco samtakið skipaði fyri. Júst hetta samtakið hevur brúkt einar 60-80 mió. kr. uppá kanningar á føroyska landgrunninum og teir eru sera áhugaðir at sleppa at bora eftir olju við Føroyar

Veðrið hevur verið stak gott í Alaska, síðani føroyska ferðalagið við landsstýrismonnunum Eyðun Elttør og Karsten Hansen á odda komu til størsta býin í statinum mánakvøldið.

Týsdagin sóðu føroyingar býin, vitjaðu á einum gassfelti uttanfyri býin, og vitjaðu eisini á eini skíbreyt uppi í fjøllunum, har høvi var at síggja fleiri jøklar.

Býurin Anchorage er bygdur nærum heilt av nýggjum eftir stóra jarðskjálvtan í 1964, sum legði nærum allan býin í oyði, umframt nógvar bygdir í Alaska, serliga í Aleutunum.

Jarðskjálvtin í Alaska fyri meiri enn 30 árum síðani er tann næststørsti jarðskjálvtin menn vita um yvirhøvur.

Í dag búgva 225 túsund fólk í Anchorage - tað er umleið triðingurin av øllum íbúgvunum í Alaska.

Anchorage er tó ikki bert olja. Býurin er sera ríkur uppá mentan og list og týsdagin fingu føroyingar høvi at síggja og hoyra um langu og sera áhugaverdu søgu Alaska. Vitjað var á tí stóra og sera vakra savninum í býnum, sum ótrúliga væl lýsir tey ymsu fólkasløgini, ið hava búðleikast í Alaska, og søguna annars. Har kundi tú síggja hvussu fyrstu inuittarnir og indianarnir fyri fleiri túsund árum síðani komu til Alaska og hava búðleikast her síðani.

Tað var ikki sørt sum føroyingarnir øvundaðu fólkinum her hetta stásiliga og framúrskarandi savn, ið so fyrimyndarliga lýsir lagnu og søgu hjá einum so fjølbroyttum landi.


Samkoma

Týskvøldið var samkoma fyri føroyska ferðalagnum á Captain Cook-hotellinum í Anchorage, har Texaco samtakið við teimum fýra amerikonsku oljufeløgunum, Texaco, Conoco, Arco og Murphy Oil var vertur.

Føroysku gestirnir fingu m. a.innlit í, hvat hesi fýra oljufeløgini standa fyri og hvís tey hava boðið føroyingum til Alaska.

Hóast feløgini arbeiða mestsum alla staðni í heiminum, so leggja tey alstóran dent á Atlantsmótið. Tey hava útivið 40 prosent av øllum teigunum (lisensunum) vestanfyri Hetland. Føroya-øki liggur tí eisini sera frammalaga í teirra ætlanum.

Dave Peace, frá Texaco er samskipari av bólkinum og er hann við á ferðini í Alaska.

Hann vísir á, at feløgini hava keypt nærum 90 prosent av øllum tilfari, sum finst um Føroya økið.

Mett verður at feløgini hava brúkt einar 60-80 mió. krónur til kanningar sínar á føroyska landgrunninum.

Uppá fyrispurning hbí feløgini hava boðið føroyingunum at vitja í Alaska, og hvat tey vænta sær at fáa burturúr hesi innbjóðing sigur Dave Peace, at tað kunnu verða so nógvar orsøkir.

Upprunaliga var tað Arco, ið tá ikki var partur av samtakinum, sum legði upp til eina slíka ferð. Síðani er Arco komið uppí samtakið.

? Vit í Texaco bólkinum halda tað hevur nógv at siga, at føroyskir myndugleikar, og onnur, við egnum eygum síggja hvussu oljuvinna er bygd upp og hevur ment seg í øðrum londum. Tað er rætt at læra hvør annan at kenna. Vit vilja eisini fegnir vísa føroyingum oljustøðirnar. Tað snýr seg ikki bert um hvat vit sum oljufeløg kunnu fáa burtur úr slíkari vitjan. Tað er fyrst og fremst ein spurningur um, hvussu føroyska samfelagið sjálvt kann brúka eina slíka vitjan í framtíðar føroyskum oljuhøpi.

Steve Daines frá Conoco er eisini við á ferðini. Hann sigur, at teir vilja læra føroyingar at kenna og sigur seg vóna, at føroyingar fara at taka væl ímóti eini oljuvinnu.

Jeremy Gardiner-Brown frá Murphy Oil, sum er minsta fyritøkan í samtakinum, heldur fyri, at føroyingar eiga at verða varnir og taka sær ta tíð, sum er neyðug, til tess at fara undir eina oljuvinnu.

? Latið okkum læra av hvørjum øðrum.

Herólvur Joensen, leiðari á Oljufyrisitingini, takkaði oljufeløgunum fyri innbjóðingina og vónaði, at feløgini fóru at verða við, tá fyrsta útbjóðingin fer at vera í komandi ári. Hann vildi tó á ongan hátt geva hvørki hesum feløgunum ella øðrum, sum hava lagt slíkar vitjanir til rættis, nakrar fyrimunir í eini komandi útbjóðing.

Undir vitjanini hevur frá føroyskari síðu verið víst á spurningin um føroyska luttøku í eini komandi oljuvinnu. Í hesum sambandi vísti Herólvur Joensen á, at hetta var nakað, sum føroyskir myndugleikar helst fóru at leggja dent á tá loyvini í fyrstu útbjóðing verða latin.

Mikudagin vóru føroyingar staddir í stóra Arco-bygninginum í Anchorage, har framstandandi serfrøðingar frá myndugleikum og vinnuni greiddu frá samspælinum millum olju og samfelag.