Kendir fyri at rópa hart um føroyskt fullveldi og vantandi tolsemi, var tað kanska ikki so óvæntað, at síggja bólkin 200 á listanum yvir luttakarar á politiskt listarligu verkætlanini hjá NIFCA um norðurlendskt hjálandaveldi. Men tað eru ikki bara nakrir áhoyrarar afturat, sum møguliga eru raknaðir við eftir luttøkuna hjá 200 í hesum høpi.
- Verkætlanin hevur í øllum føri latið míni eygu upp fyri, at kolonialiseringin av føroyingum er eydnast munandi betri, enn tey flestu av okkum vilja vita av. Spurningurin er, um ikki tjóðin hevur tikið óbótaligan skaða, grunar Niels Arge Galán, sangari í 200.
Besnissað
- At Føroyar er ein donsk koloni, vita vit væl, um vit vilja viðganga tað ella ikki. Trupulleikin er, at vit so leingi hava latið sum um, tað ikki passar, at vit ikki síggja tað longur, sigur Niels, sum lýsir trupulleikan sum eitt slag av ósjónligari sálarligari imperialismu.
Besnissað er fyrsta orðið, Niels kemur í tankar um, tá hann verður spurdur, hvat eyðkennir hesa sálarligu imperialismuna. Tað var orðið, Ólavur Rasmussen, prestur, brúkti um homofobiska rákið, har oddafólkini vildu vera við, at tey elskaðu syndaran men hataðu hansara synd. Besnissaða sálarliga kolonialiseringin av føroyingum virkar uppá sama máta, tí snildið gongur út uppá, at fáa nakað vandamikið at síggja so fitt og harmleyst út, at offrið sjálvt til endan trýr uppá lygnina nakað, ið Niels heldur er eydnast í ólukkumát í Føroyum.
- Tí passar tað okkum eisini fínt, at sleppa at ganga her og spæla fólk í húsi við okkara føroysku pengaseðlum. Tað hava vit gjørt so leingi, at vit ikki longur leggja merki til, at pengaseðlarnir í veruleikanum ikki eru føroyskir. Og tí seta vit heldur ikki spurnartekin við sovorðið djúpt løgið sum, at keypir tú eina Pepsi í Havn, kanst tú vinna eitt atgongumerkið til eina konsert við Nick og Jay í Keypmannahavn og á veg út aftur úr handlinum sært eitt skelti við Tak for besøget. Hevur tú arbeitt nóg leingi á brennistøðini leggur tú heldur ikki merki til luktin longur, men tú andar hann í teg hvønn dag, sigur Niels, sum heldur tað vera naivt at billa sær inn, at sálarlig imperialisma av hesum slag ikki fær avleiðingar í longdini.
Smá tekin
- Sjálvandi ger tað okkurt við fólk, at teirra virði og samleiki systematiskt verða skúgvað til viks og endaligu avgerðirnar altíð verða tiknar onkra aðrastaðni, sigur Niels, sum heldur tað vera eyðsæð, at hetta í síðsta enda fær fólk at halda uppat at trúgva uppá, at tey sjálvi duga at stinga sína framtíð út í kortið.
- Gamaní er fullveldi fyrsta treytin fyri, at vit sleppa at liva sum føroyingar í egnum landi, men tað krevur eisini, at vit tora at traka fram og siga, hvat tað er fyri eitt samfelag, vit vilja hava. Eg havi í øllum førum ikki hug at liva í einum fullveldi, har tað er banna at vísa The Da Vinci Code í biografinum, og prestar sleppa at fordøma tey samkyndu, sigur Niels og leggur afturat, at tí eru upprópini frá 200 heldur ikki vend móti dønum, men móti føroyingum sjálvum um at rakna við og gera sær nakrar tankar um, hvat tey tað er fyri eitt samfelag, vit eru í ferð við at skapa.
Sjálvt um kjaki um fullveldi og tolsemi beint nú er tagnað og føroyingar enn einaferð tykjast vera kropnir inn undir dýnuna aftur, heldur Niels glottar vera at hóma. Tekini eru kanska smá, men tað er so altíð nakað, at føroyingar nú tora at siga samkynd uttan at rodna, heldur hann.
- Um ikki annað, kann mann ugga seg við, at tað hagtalsliga eru fleiri føroyingar, sum keypa fløgurnar hjá 200, enn ið atkvøða fyri Miðflokkinum. So nei, eg trúgvi ikki at fólk eru líkaglað, ella at vit hava rópt fyri deyvum oyrum, sigur Niels, sum kortini væntar, at 200 framyvir ferð at brúka minni orku uppá at rópa.
- Burtursæð frá tónleikinum er okkara drívmegi áhugin fyri politikki og harvið fyri hvørji virði skulu leggja støði í okkara samfelag. Tí kann vænti eg eisini, at okkara tekstir framyvir verða av einum meir grunandi og hugsunarsomum slag, sigur Niels.
Um 50 ár
At søgan endurtekur seg, plagar sjáldan at boða frá nøkrum góðum. Men í stríðnum fyri at sleppa at liva í eini sjálvstøðugari tjóð, er tað kanska júst hetta, vit skulu seta okkara álit á, heldur Niels, og sipar til ein av sangunum hjá 200, ið hevur heitið Um 50 ár. Sangurin snýr seg í stuttum um, at sjálvt um hvørt einasta stig á sjálvsstýrisleið hevur verið fyri sterkari mótstøðu, tykjast allir føroyingar taka undir við tí, tá tað umsíðir er framt.
- Vit skulu minnast til, at afturhaldskreftir hava stríðst minst líka inniliga ímóti, at føroyingar skuldu hava sítt egna mál og flagg, sum tær í dag stríðast ímóti at blokkstuðulin verður tikin burtur. Men í dag fært tú ongan at siga, at vit heldur átti at tosa danskt og flagga við Dannebrog. Og soleiðis er tað allan vegin ígjøgnum. Fyri fimm árum síðani vóru tað fá onnur enn fullveldisfólk, sum tosaðu um at yvirtaka fólkakirkjuna. Í dag sært tú sambandsmenn ganga á odda í tí stríðnum, sigur Niels og leggur afturat, at tað er ikki bara tað, at fólk ikki kundu droymt um at skrúva tíðina aftur í sjálvstýrisgongdini. Løgið nokk tykist tað ikki, sum at nakar yvirhøvur vil kennast við støðuna, sum hon var áðrenn.
- So um søgan endurtekur seg, mugu vit ganga út frá, at ongir sambandsmenn eru til um 50 ár. Tá so børnini hava hoyrt okkurt graml og fara at spyrja, hvat ein sambandsmaður er fyri nakað, fara sambandsabbarnir at biðja tey fara út at spæla og ikki spyrja so nógv, sigur Niels, við sínum eyðkenda 200-skálkabrosi.










