Tað var á skrivstovuni hjá Articon hin 19. apríl í 2021, at Sigurd L. Lamhauge, stjóri í Landsverki og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, skrivaðu undir sáttmála um at byggja tunlarnar Norður um Fjall.
- Fyrireikingararbeiðið er nú farið í gongd, og væntandi verður farið at bora í september. Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt í 2024.
Soleiðis segði Articon, tá sáttmálin um tunlarnar var undirskrivaður í 2021.
Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, sigur, at arbeiðini í báðum tunlunum hava gingið væl, og sambært tíðarætlanini verða tunlarnir lidnir og handaðir Landsverki hin 29. november í 2024 – ella um stívliga eitt ár.
- Árnafjarðartunnilin, sum er 1964 metrar langur, varð skotin ígjøgnum hin 8. november í 2022 og Hvannasundstunnilin, sum er 2265 metrar langur, varð skotin ígjøgnum eina viku seinni – ella hin 15. november 2022.
Stjórin í Landsverki vísir á, at vegaføringarar við allar tunnilsmunnarnar eru øðrvísi, enn tær vóru, og størsta broytingin er í Hvannasundi.
- Vegbreytirnar í báðum tunlunum eru 6,5 metrar breiðar, og síðan er ein hálvur metur í báðum síðum til veitir og annað, sigur hann.
Hvat er status beint nú - hvussu langt eru arbeiðini komin, og hvat er eftir at gera?
- Í Árnafjarðartunlinum eru allar leiðingar komnar í vegkassan úti í síðuni á tunlinm, bæði el og teleleiðingar, og her vatntryggingin so gott sum liðug. Nú verður eitt lag av asfalti lagt á breytina.
Sigur Lamhauge vísir á, at í Hvannasundstunlinum eru leiðingarnar eisini komnar væl áleiðis í vegkassan, og her verður arbeitt við at vatntryggja.
- Arbeitt verður eisini við at tetta og samanstoypa portalelementini, og uppfylling um portalarnar er ávegis, sigur hann.
Í Ánunum skal vegurin breiðkast, og sambært stjóranum í Landsverki er hetta eitt stórt arbeiði. Her skulu eisini vatnleiðing, el og net leggjast.
- Í samband við Árnafjørð skal alt grótið burtur, so vegurin kann geras.
Sigurd L. Lamhauge sigur, at í Hvannasundstunlinum er vegkassin liðugur, men her skulu leiðingar leggjast, umframt umleið 50 sentimetrar skulu leggjast omaná breytina.
Vit spurdu eisini stjóran í Landsverki, um sáttmálaprísurin fyri tunlarnar Norður um Fjall fer at halda, og her sigur hann, at tað roknar hann við.
- Sáttmálaprísurin er slakar 374 miljónir krónur, leggur Sigurd L. Lamhauge aftrat.
Tunlarnir Norður um Fjall eru ikki tíðarhóskandi longur, og lítil ivi er um, at tað fer at lata upp fyri heilt nýggjum møguleikum í bygdunum norðanfyri á Borðoynni og Viðoynni, tá nýggju tunlarnar standa lidnir seint í november næsta ár.