Fyrst og fremst tí norðoyastevnudysturin seinnu árini eisini er partur av fótbóltslandskappingini, men so sanniliga eisini, tí hesin dysturin hevur nakað at gera við samleikan hjá Klaksvíkini og norðoyastevnuni [...] Ikki minst er hetta ein góður fíggjarligur biti hjá KÍ, sum eigur áskoðarainntøkurnar til dystin, men týdningurin fyri sjálva stevnuna er ikki at fara skeivur av. Hetta er ein fastur táttur, og so leingi [...] trýst ella órógv frá stevnuni ella kanska okkurt heilt triðja, sum ger seg galdandi, er ilt at vita, men í øllum førum hevur talan fleiri ferðir verið um vónbrot. Og onkun tíð um nøkur heilt stór av slagnum
hjá húsinum at standa fyri øllum. - Tí vit eru bara karmurin, og hann hevur sjálvsagt nógv at siga. Men tá tú skal fylla salin við 400 áskoðarum, so setir tað eisini stór krøv til fyrireikararnar, um at [...] útinnandi listargreinunum. - Tí hvørgan myndlistin ella leiklistin eru bundin at Norðurlandahúsinum, men hava egnar karmar við Listaskálanum og Meiarínum. So hesi økið hava ment seg sera nógv, hóast Norð [...] miðbýnum, til jazz, fólka og rocktónleik, har loyvi er at skeinkja. - Alt gott um Norðurlandahúsið, men tað er hóskar ikki til hugnaligar ella villar standikonsertir, tí umstøðurnar her eru nakað formellar
tað tal, sum føroyskir myndugleikar í samráð við rækjuvinnuna halda seg hava søgulig rættindi til, men her eru NEAFC og kanadisku myndugleikarnir ikki samdir við okkum. Stríðið stendst eisini av, at kanadiumenn [...] viðurskiftini. - Vit vónaðu, at tað fór at uploysa stongsulin, tá ið vit settu eygleiðarar umborð, men tað hevur ikki víst seg. Samskiftið, sum verið hevur millum londini bæði, hevur mest verið á embæt [...] nøkur loysn fer at spyrjast burtur úr á fundinum í Halifax, tí málið tykist kortini so fastlast. - Men tað er í øllum førum ein sera óvanlig støða, at eitt land stongir sínar havnir so leingi fyri skipum
, og goldið alt yvir eitt ár, men tað eru tjóðveldis-menn ikki sinnaður til. Tað er ikki dagur, at vit ikki hoyra um, at peningur manglar á øllum økjum í samfelagnum, men tað kemur ikki sitandi samgonguni [...] flokki, áðrenn tingmenn og landsstýrismenn innanhýsis í Tjóðveldisflokkinum veruliga fara til hendurs. Men hetta er tjóðveldismonnum so líkt. Og hesir ætla at stýra Føroyum við fullveldi.
arbeiðsgevararnir fáa fyrimun av honum. Vit hava í staðin skotið upp, at vit fáa ein víðkaðan gerðarætt, men tað hevur verið blokerað higartil. Munur er á, hvussu ein gerðarættur er mannaður, og hann kann ikki [...] Nørgaard, segði við Dimmalætting í gjár, at ongin orsøk var at halda, at arbeiðsrætturin er partískur. Men Ingeborg Vinther hevur onga tiltrúgv til, at tað ber til at fáa ein óheftan arbeiðsrætt í Føroyum. [...] Tey kolldømdu ætlanina. ? Vit kenna ikki hetta seinasta uppskotið, tí vit hava ikki sæð tað enn, men sambært tí seinasta uppskotinum, sum vit sóu, skuldi tað bera til at útseta eitt verkfall í eina ó
Ein veljarakanning hevur sum so ongan týdning, tí tað er ikki í dag, men vónandi ikki fyrr enn um trý ár, vit aftur seta krossin. Men ein veljararkanning gevur eina ábending og fær onkran at hugsa. Atkvøður [...] Nógv fólk hava eina politiska hugsjón, og tí velja tey ávísan flokk. Onnur velja ikki flokspolitiskt, men persón sum teimum dámar, og tað eru tey, sum vilja, at teirra bygd ella býur fær eitt løgtingsumboð [...] á nógvum øðrum økjum. Jú, tað er framvegis positivur andi í landinum og her er gott at búleikast, men spell, at politiska stevið er so vánaligt. Vit eru ikki harrar yvir fiskasjúkum, fiskatilfeinginum
sum er harðast raktur. Í hesum ringinum doyggja einir 150 fiskar um dagin; í hinum einir 75-100. - Men tá ið sjúkan er í útbroti, veksur fellið skjótt, og vandi er fyri, at tað eksploderar. Soleiðis kunnu [...] verkfall, høvdu vit helst tikið eini 60 tons úr ringunum um dagin. Tá hevði fiskurin ikki verið frystur, men seldur pakkaður og ísaður av landinum umframt til portiónsvirkir í Føroyum, sum meirvirka laks. Atli [...] kravboð frá landsdjóralæknanum um, at ringarnir, har ILA er í útbroti, skulu tømast sum skjótast, men sum er, má hetta taka ta tíð, tað tekur. Vit kunnu ikki gera annað enn tað, vit hava fingið loyvi til
boða frá, sigur hon. Tey verða eini 30-40 í tali í ferðalagnum. Og tað fer at merkjast í bygdini. Men tað er ongin trupulleiki at hýsa teimum øllum. Onkur bygdafólk hava lagt hús til, onkur fer inn til [...] restina av lívinum, sigur Sigrid. Sigrid sigur eisini, at tey fara at hava onkra venjing har úti eisini, men hetta verður ikki ein venjingarlega burturav. Kórið fer at syngja fleiri kend útlendsk løg. Millum [...] Síðani verða tey innkvarterað. Tað eru ongi høli í Svínoy, sum kunnu hýsa teimum øllum 35 í einum, men tað heldur Rakul so avgjørt ikki vera nakar trupulleiki. ? Um tey skuldu farið niður á Danland ein
tað elva til eitt sindur av øsing, tí tað kundi vera ógvuliga ilsligt at sigla tvørtur um fjørðin, men væl bar kortini til, sigur Heini og flennir. Serliga leggur Heini dent á, at myndasavnið hjá Hjalmari [...] eru so sanniliga ikki bert myndir av Kalsoynni. ? Eg ætlaði at hava myndir aðrastaðni frá eisini, men ein má avmarka seg, sigur hann. Meginparturin av myndunum eru frá 30 árum síðani og longur aftur enn [...] varðveittar. ? Tað er við hesum sum við so nógvum øðrum. Tað ferst so skjótt. Fyrsta ættarliði goymir væl, men so koma fólk, sum ikki hava nakað serligt tilknýti til hesa farnu tíð, og so forfarast tær, sigur hann
er ásýniligt, og saknurin er stórur, fyrst og fremst sjálvandi hjá Rosu, børnunum og abbabørnunum, men eisini hjá okkum øðrum, sum kendu hann og á ymsar mátar høvdu eitt tilknýti til hansara, tí øll vistu [...] bart út og at kalla lutirnar við sínum rætta navni. Hetta kundi stundum fella onkrum fyri brósti, men aftur fyri kundi tú verða vísur í, at tú visti, hvar tú hevði hann, har var einki fals, einki, ið varð [...] framfýsnan við hvørt, tá hann hevði hug til at hurta undir, um hann helt tað ganga ov seint fyri seg. Men mangan mundi Anker vera hentur, tá okkurt væntaði, ella amboð og tilfar skuldi flytast ímillum, og