Rigmor Dam
Vit hava sett stjóranum í Norðurlandahúsinum, íslendsku Helgu Hjörvar, stevnu á ljósu skrivstovu hennara, í óalmenna partinum av húsinum, fyri at líta aftur um bak og práta um tær avbjóðingar, sum liggja fyri framman, nú Norðurlandahúsið hevur 20 ára hátíðarhald.
Helga, sum er sætti stjórin, sum hevur verið í Norðurlandahúsinum, tók við starvinum 1. februar 1999, og kom tá úr einum starvi sum stjóri fyri stovnin Teater og Dans i Norden.
- Tað er so stuttligt at síggja alt, sum fer fram á mentanarliga pallinum í Føroyum, sigur hon hjartaliga, longu áðrenn hon verður spurd. Og hetta er tað, sum eyðkennir hana undir allari samrøðuni, ein innilig gleði um at verða mitt í meldrinum av tiltøkum, hugskotum, íblástri og uppgávum.
- Húsið er ein víður og góður karmur, her er vakurt og møguleikarnir fyri at skapa eitt fjøltáttað og nútímans mentanarlív eru so avgjørt til staðar, sigur hon, og vísir til endamálið við húsinum, sum av fyrstan tíð var at fáa norðurlendska mentan til Føroyar, og at fáa føroyska mentan til onnur norðurlond, og at stuðla føroyskari mentan. So, umframt at skapa karmar fyri hesum endamálið, heldur Helga Hjörvar tað vera eina stóra persónliga avbjóðing, bæði at hava listarligu og fíggjarligu ábyrgdina av húsinum, umframt alt tað praktiska, sum sjálvsagt altíð skal vera í lagi.
- Norðurlandahúsið skal vera fyri øll, ung sum gomul, smala og breiða mentan. Nýskapandi og siðbundna mentan og fjølbroytt tiltøk, sigur hon, og nevnir tey seinastu stóru tiltøkini, sum hava verið, so sum Ung í Føroyum, Prix Føroyar og Listastevnuna, har okkurt hevur verið til allar aldursbólkar og áhugamál.
Vinnulívið við
Næsta uppgávan hjá húsinum verður í størri mun at fáa onnur uppí at draga línuna saman við Norðurlandahúsinum. Hetta kundi verið eitt nú vinnulívið og ymiskir grunnar, sigur hon, og greiðir frá, at tá tiltøkini gerast størri og kravmiklari, verður alt torførari hjá húsinum at standa fyri øllum.
- Tí vit eru bara karmurin, og hann hevur sjálvsagt nógv at siga. Men tá tú skal fylla salin við 400 áskoðarum, so setir tað eisini stór krøv til fyrireikararnar, um at vera professionellir og alla tíðina at koma við onkrum nýggjum. Tí fólk vænta sær givið meira í dag, enn tey gjørdu fyri fáum árum síðani. Og har skulu vit alla tíðina kunna bjóða nýskapandi list og mentan. Tí geva vit eisini nógv rúm fyri slíkum, sigur Helga.
Ein møguleiki heldur enn koddi
Tá Norðurlandahúsið kom á sinni vóru nógv, sum fryktaðu, at tað fór at vera ein koddi fyri føroyskt mentanarlív, og at stigtakan, ábyrgd og peningalig játtan, alt fór at verða latið upp í hendurnar á stórum norðurlendskum stovnum.
Nú vit í dag líta aftur um bak, sigur Helga Hjörvar, at vit tíbetur kunnu staðfesta, at húsið heldur hevur verið ein møguleiki enn ein koddi hjá føroyskari mentan.
- Býtið er soleiðis í dag, at landið letur sítt íkast til mentanina, eitt nú gjøgnum Mentunnargrunn Løgtingsins, eins og at Tórshavnar Byråd letur, meðan vit kunnu bjóða sjálvan pallin. Hetta haldi eg verða eitt gott ábyrgdarbýti, politiskt sæð, sigur Helga Hjörvar, sum heldur ikki sær húsið sum ein kodda hjá ymsu skapandi og útinnandi listargreinunum.
- Tí hvørgan myndlistin ella leiklistin eru bundin at Norðurlandahúsinum, men hava egnar karmar við Listaskálanum og Meiarínum. So hesi økið hava ment seg sera nógv, hóast Norðurlandahúsið hevur verið her, meðan klassiski tónleikurin enn er bundin at húsinum, við Symfoniorkestrinum á odda, sigur Helga Hjörvar.
- Tann listargreinin, sum Helga metir vera ringast fyri í dag, er livandi tónleikurin, har tørvur avgjørt er á einum tónleikahúsið nærri miðbýnum, til jazz, fólka og rocktónleik, har loyvi er at skeinkja.
- Alt gott um Norðurlandahúsið, men tað er hóskar ikki til hugnaligar ella villar standikonsertir, tí umstøðurnar her eru nakað formellar og seta ein dempara á slík tiltøk, sigur Helga Hjörvar, sum ikki ivast í, at eitt slíkt hús verður veruleiki innan fá ár.
Av og á bygd
Norðurlandahúsið er ikki einans ein pallur, men eins nógv ein stovnur sum eigur at stuðla á nógvum ymsum økjum og í øllum landinum. Tí er Helga Hjörvar eisini sera spent uppá framtíðar samstarvið við aðrar mentanarstovnar í Føroyum og nevnir hon eitt nú virksemið hjá Mentunnarhúsinum í Fuglafirði, sum ein sjálvsagdan samstarvsfelaga, tí, sum hon sigur, tað skal vera eins lokkandi at fara á bygd, sum av bygd.










