Jacob Vestergaard á fund um stongsulin í Kanada

- Tað er ógjørligt at siga, um nakað spyrst burtur úr á hesum fundinum ella ikki, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum kortini ásannar, at partarnir tosað betur saman nú, enn teir hava gjørt

Stongsul

Í døgunum, 16.-18. juni, verður fundur í Halifax millum fiskimálaráðharrarnar í londunum, sum liggja í Norðuratlantshavi.
Hetta er ein árligur fundur, sum skiftir millum londini, og hesaferð eru tað so kanadiarar, sum eru vertir.

Stongdar havnir

Nú kanadisku myndugleikarnir hava havt sínar havnir stongdar fyri føroyskum fiskiskipum í langa tíð, tí londini eru ósamd um veiðirættindi føroyinga á Grand Bank, hevur Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, biðið kanadiska fiskimálaráðharran um serstakan fund at umrøða støðuna, sum er millum londini.
Fundurin er ásettur at verða eftir almenna fundin millum norðuratlantisku fiskimálaráðharrarnar.
Jacob Vestergaard sigur, at høvuðsevnið á hesum fundi verður óvanliga støðan, sum er millum londini, har føroysk fiskiskip ikki sleppa inn í kanadiskar havnir.

Grand Bank

Stríðið botnar í trætuni um Grand Bank, har føroyingar kenna seg at vera fyri vanbýti, tí føroysk rækjuskip vóru millum tey fyrstu, sum byrjaðu at fiska rækjur á hesi leið. Tískil halda tey seg eisini hava nøkur rættindi fram um onnur lond, sum vóru nógv seinni á sjóvarfallinum.
Tað er NEAFC, sum umsitir rækjuveiðina í altjóða sjógvi á Grand Bank. Í hesi skipan fáa føroysk rækjuskip millum rækjuskip úr fleiri øðrum londum bert tillutað nøkur fá tons av rækjum.
Sambært søguligum tølum og við atliti til samlaðu kvotuna á hesi leið, meta føroyingar seg at hava rætt til at fiska 1344 tons av rækjum í altjóða sjógvi á Grand Bank.
- Hetta er tað tal, sum føroyskir myndugleikar í samráð við rækjuvinnuna halda seg hava søgulig rættindi til, men her eru NEAFC og kanadisku myndugleikarnir ikki samdir við okkum. Stríðið stendst eisini av, at kanadiumenn halda, at føroysk rækjuskip, sum tíðin leið, fiskaðu nógv meira á Grand Bank enn hesi 1344 tonsini.

Óvanlig støða

Jacob Vestergaard sigur, at tá ið føroysku rækjuskipini seinni fingu eygleiðarar umborð, sum høvdu eftirlit við, at veiðan á Grand Bank ikki fór yvir hesi 1344 tonsini, broyttist tónalagið hjá kanadisku myndugleikunum nakað, og síðan hava partarnir kunnað tosað saman um viðurskiftini.
- Vit vónaðu, at tað fór at uploysa stongsulin, tá ið vit settu eygleiðarar umborð, men tað hevur ikki víst seg. Samskiftið, sum verið hevur millum londini bæði, hevur mest verið á embætismannastigi, leggur hann aftrat.
Landsstýrismaðurin sigur seg duga illa at meta um, hvørt nøkur loysn fer at spyrjast burtur úr á fundinum í Halifax, tí málið tykist kortini so fastlast.
- Men tað er í øllum førum ein sera óvanlig støða, at eitt land stongir sínar havnir so leingi fyri skipum úr einum øðrum landi, sigur hann.

Fyri og ímóti

Jacob Vestergaard vísir á, at enn hava føroyskir myndugleikar ikki alment boðað frá, at rækjuveiðan á Grand Bank verður tikin uppaftur, men tað liggur í kortunum, at landsstýrið ætlar at geva føroyskum rækjuskipum loyvi at fara innaftur á Grand Bank eftir 1. juli.
- Vit fara tó í fyrsta lagi at bíða eftir, hvat spyrst burtur úr fundinum við kanadiska fiskimálaráðharran, sigur hann.
Seinni í hesi vikuni fer landsstýrismaðurin eisini at hava fund við Felagið Rækjuskip um støðuna.
- Rækjumenn eru misjavnir á máli um týdningin av, at kanadisku havnirnar eru stongdar. Summir vilja hava, at vit halda okkum til NEAFC-ásettu kvotuna á Grand Bank, soleiðis at kanadiumenn vilja lata sínar havnir uppaftur. Aðrir halda, at tað hevur størri týdning fyri rækjuskipini, at tey sleppa innaftur á Grand Bank.
Jacob sigur, at hetta eru spurningar, sum hann fer at taka upp til viðgerðar við vinnuna fyri fundin í Halifax, tí hann heldur tað vera umráðandi, at vinnan er við í teimum avgerðum, sum tiknar verða um framtíðina.

Eingin tøkk

Nú rækjuflotin er í svárari kreppu, skilir landsstýrismaðurin væl, at skipini vilja sleppa innaftur á Grand Bank at fiska, tí prísurin fyri hesar rækjurnar er betur enn fyri rækjurnar á eitt nú Flemmish Kap.
- Hjá teimum, sum kenna søguna um føroysku rækjuvinnuna, er tað svárt at síggja, at NEAFC og kanadiumenn ikki vilja taka hædd fyri, at tað vóru føroyingar, sum vóru við til at byggja upp kanadisku rækjuvinnuna, sum í dag hevur veldugar veiðimøguleikar í egnum sjógvi, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.