Vónirnar eru altíð stórar

Hóast tað so við og við er komið eitt slag av inflatión í stevnudystir, so stendur norðoyastevnudysturin framvegis sum nakað serligt hjá klaksvíkingum. Eisini hóast úrslitini mangan hava verið misjøvn

Tað verður B68, sum fær heiðurin av at vitja á Norðoyastevnu í ár. Ein dystur, ið sum so mangt annað telist millum ítróttarhendingarnar á norðoyastevnu.
Nú verða tað so ikki ítróttarligu útlitini fyri hesum dystinum, sum skulu viðgerast her. Tað verður helst gjørt væl og virðliga bæði undan og eftir dystinum.

Nógv at siga
Hinvegin er altíð stuttligt at taka afturí, hvønn týdning stevnudysturin hevur fyri norðoyastevnuna. Stevnudystirnir eru við árunum vorðnir somikið nógvir, at teir ikki altíð standa líka høgt í metum, og eitt nú góvu havnarfeløgini at kalla avkall upp á sínar dystir, tá tey heldur kundu fáa pening fyri at lata steypafinaluna verða á ólavsøku. Ein dystur, har als eingin vissa er fyri, at havnarfeløgini eiga umboð yvirhøvur.
Soleiðis verður tó neyvan í Klaksvík. Fyrst og fremst tí norðoyastevnudysturin seinnu árini eisini er partur av fótbóltslandskappingini, men so sanniliga eisini, tí hesin dysturin hevur nakað at gera við samleikan hjá Klaksvíkini og norðoyastevnuni.
- Fyri stevnuna er so einki at ivast í, at dysturin hevur nógv at siga. Líka mikið hvør mótstøðan er, so eru altíð nógv fólk til dystin. Kanska fleiri klaksvíkingar enn vanligt, umframt at tað eisini plagar at vera heilt fitt av vitjandi fólki og hyggja.
Tað sigur Jan Gardar, sum er formaður í NFÍ, Norðoyar frítíðar- og ítróttarráð, og sum soleiðis eisini hevur stóran leiklut í tilrættisleggjanini av stevnuni.
- Ikki minst er hetta ein góður fíggjarligur biti hjá KÍ, sum eigur áskoðarainntøkurnar til dystin, men týdningurin fyri sjálva stevnuna er ikki at fara skeivur av. Hetta er ein fastur táttur, og so leingi nøkur norðoyastevnu verður, verður stevnudysturin eisini á skránni, heldur Jan Gardar.
Og so leggur hann afturat, tað at klaksvíkingar ganga so høgt uppí fótbólt, eisini ger, at hesin dysturin aloftast hevur stóran týdning fyri stevnuhýrin sum heild.
- Tað hevur jú ofta víst seg, at úrslitini hjá KÍ í hesum dystunum hava verið rættiliga misjøvn, og tað er avgjørt nakað, sum endurspeglast stevnukvøldini. Eg rokni ikki við, at tað er nakað annað stað, har fótbólturin hevur so stóran týdning, sum í Klaksvík, tí vil KÍ altíð vera samrøðuevnið, tá dystir hava verið, heldur hann.

Trýstið órógvar
So tað er einki at ivast í, at tað liggur ein stór ábyrgd á KÍ-leikarunum, tá teir fara inn á vøllin. Spurningurin er so, hvussu teir megna at liva upp til hesa ábyrgdina, og í øllum førum hevur tað verið ógvuliga misjavnt, hvussu hetta hevur roynst seinnu árini.
Um tað er trýst ella órógv frá stevnuni ella kanska okkurt heilt triðja, sum ger seg galdandi, er ilt at vita, men í øllum førum hevur talan fleiri ferðir verið um vónbrot. Og onkun tíð um nøkur heilt stór av slagnum. Eitt nú tá fyrsti dysturin á nýggja graslíkinum varð taptur móti LÍF (við Kurt Mørkøre og Oddbjørn Joensen á liðnum) við ikki minni enn 4-1 í 1998. Ella ta ferðina í 1989, tá HB fór avstað við 7-1 sigri, ella tá EB/Streymur fyri tveimum árum síðani vann sín fyrsta landskappingarsigur tað árið við einum knúsandi 4-0 sigri. Tøl, sum snøgt sagt geva klaksvikingum marrudreymar, og sum í stóran mun eru viðvirkandi til at halda lív í søguni um, at KÍ altíð hevur tað strævið á norðoystevnudystinum.

Ikki bara ímóti
Tað er tó ikki altíð, at úrslitini eru so nógv ímóti, sum tey vóru hesi omanfyristandandi árini. Eitt nú endaði stevnudysturin í fjør við sigri til KÍ, tá EB/Streymur aftur vitjaði. Hesa ferð fóru gestirnir tó heimaftur við ongum, eftir at KÍ hevði vunnið dystin 3-1. Tó eftir at hava verið aftan fyri í steðginum.
Í ár er so túrurin komin til B68, og so er spurningurin, hvussu tað fer at tørna út. Tað er í øllum førum heilt víst, at heimamenninir fara at spenna bogan høgt í royndunum at vinna dystin. Spurningurin er bara, hvussu hart hann verður spentur, og hetta merkir, at strongurin slitnar, ella um skotið verður beint í sentrum. Klaksvíkingar vóna í øllum førum tað seinna, men tað tað hevur bara víst seg, at vónir og veruleiki ikki altíð er í samsvar við hvørt annað, tá fótbóltur er á skránni á norðoyastevnu.