Verkfall og aling
Stutt fyri verkfallið á privata arbeiðsmarknaðinum gjørdist veruleiki, varð ILA-sjúka í útbroti staðfest í tveimum aliringum hjá P/F Luna á Gøtuvík. Í hesum ringum ganga tilsamans 800 tons av laksi, og tá ið súkan er í útbroti, er støðan ógvuliga álvarsom. Einasti "heilivágur", sum hjálpir, er at tøma ringarnar so skjótt tilber, soleiðis at smittan ikki breiðir seg til grannaringar og grannafirðir.
Takksamir
Atli Gregersen, sum hevur ábyrgdina av alingini hjá P/P Luna, er sera fegin um undantaksloyvið, sum felagið hevur fingið frá arbeiðarafeløgunum. Felagið hevur nevniliga fingið loyvi at hava 30 fólk í arbeiði, og tað merkir, at takast kunnu eini 20-25 tons av laksi um dagin. Laksurin verður kruvdur, pakaður og frystur í Gøtu og á Strondum, har felagið hevur leigað seg inn.
- Undantaksloyvið er ein stórur bati, tí nú sleppa vit at kryvja og pakka so nógv, sum vit klára at frysta.
Hann sigur, at teir leygardagin og sunnudagin tóku góð 40 tons úr tí aliringinum, sum er harðast raktur. Í hesum ringinum doyggja einir 150 fiskar um dagin; í hinum einir 75-100.
- Men tá ið sjúkan er í útbroti, veksur fellið skjótt, og vandi er fyri, at tað eksploderar. Soleiðis kunnu vit rokna við, at einir 1000 fiskar skjótt fara at doyggja í ringunum um dagin, sigur Atli.
Fíggjarligt tap
Hann vísir á, at hóast undantaksloyvið, sum Luna hevur fingið, er ein stórur bati, hevði felagið helst tikið einar tríggjar ferðir so nógv úr ringunum um dagin, um einki verkfall var. Haraftrat kemur, at allur fiskurin, sum nú verður tikin, verður frystur, og tað minkar um søluvirðið.
- Høvdu vit ikki verkfall, høvdu vit helst tikið eini 60 tons úr ringunum um dagin. Tá hevði fiskurin ikki verið frystur, men seldur pakkaður og ísaður av landinum umframt til portiónsvirkir í Føroyum, sum meirvirka laks.
Atli sigur, at hóast støðan ikki er fullnøktandi, nú verkfall er, eru teir sera fegnir um at vera slopnir "framat" fiskinum, sum hann tekur til.
Spurdur, hvussu stórur missurin verður, nú fiskurin verður frystur og ikki seldur ísaður, sigur hann:
- Tað veldst sjálvsagt um, hvussu leingi verkfallið varar, og hvussu stórur partur av fiskinum verður tikin á henda hátt. Siga vit, at eini 200 av teimum 800 tonsunum í ringunum, sum hava ILA í útbroti, verða tikin, er talan um eitt tap í prísi uppá einar 400.000-500.000 krónur. Hinvegin vita vit ikki, hvussu stórt fellið kann gerast, sum tíðin gongur.
Atli sigur, at samlaða virðið av fiski í aliringunum hjá Luna á Gøtuvík liggur um 30 milj. krónur.
Loðandi virki
- Vit hava 5 aliringar á Gøtuvík, harav ILA er í útbroti í teimum tveimum.
Hann sigur, at ILA-sjúkan er so mikið álvarsom, at hon hevur fráboðanarskyldu.
- Vit hava fingið kravboð frá landsdjóralæknanum um, at ringarnir, har ILA er í útbroti, skulu tømast sum skjótast, men sum er, má hetta taka ta tíð, tað tekur. Vit kunnu ikki gera annað enn tað, vit hava fingið loyvi til frá arbeiðarafeløgunum í verkfalli, sigur Atli.
Luna hevur eisini aling á Miðvági og aðrastaðni, og har eingin sjúka er, megna formenninir at gera tað mest neyðturviliga arbeiði, soleiðis at fiskurin í fyrsta lagi verður hildin á lívi.
Hann sigur, at eitt alibrúk, sum er rakt av ILA í útbroti undir einum verkfalli, er at sammeta við eitt virki, sum stendur og brennur.
- Eldurin má sløkkjast sum skjótast. Annars fer alt fyri bakka, og í hesum førinum er stórur vandi fyri, at sjúkan breiðir seg og ger feigdina um seg.
Long ígerð
Spurdur, um ILA-sjúkan breiðir seg skjótt, sigur Atli, at tað undarliga tykist vera, at sjúkan smittar seint.
- Í øllum førum er greitt, at ígerðartíðin er long, men kortini er ILA staðfest næstan í hvørjum króki í Føroyum, har aling fer fram. So, vit kunnu í hvussu er siga, at sjúkan smittar ríkiliga illa. Hvaðani hon kemur í hvørjum einstøkum føri, er ilt at siga, tá ið ígerðartíðin er lutfalsliga long, sigur Atli.
Hann heldur, at smittuvandin er størri, tá ið fiskurin hevur ILA í útbroti.
- Líkt er til, at fiskurin "osar" eina øgiliga smittu úr sær, tá ið hann doyr, sigur Atli Gregersen.