er sinnaður at kanna atfinningarnar hjá eldru íbúgvunum í eysturbýnum, sum siga, at teinurin til felagsbingjuna er alt ov langur. - Vit taka allar atfinningar í álvara, og um tað er rætt, at tey eldru ikki [...] hava høvið at taka lut í skipanini við endurnýtslu av pappírsruski, skulu broytingar gerast, sigur Torfinn Smith. Formaðurin í náttúru- og umhvørvisnevndini í býráðnum sigur, at teir hava valt at seta fe [...] langur til, at tey gomlu eisini fáa lut í skipanini, skulu broytingar gerast, lovar Torfinn Smith. Hann sigur, at fá fólk eru til arbeiðis á býráðnum í løtuni, men í næstu viku skal hyggjast nærri at málinum
komin hartil, at slíkt veruliga kann henda. Í eftirtíðini spældi tað ein stóran leiklut. Ein hevði hug at setast aftur frá ætlaðum ferðum í útlandið. Og óttin fyri, at okkurt líknandi fór at henda aftur [...] tíðindamaður: ? Eg minnist, at eg var júst komin heim av morgunvakt á útlandsdeildini í útvarpinum. Eg var so troyttur, at eg fekk mær ein lúr. Konan ringdi so og segði mær, at tvey flogfør høvdu rent inn [...] inn í World Trade Center. So eg lá faktiskt og svav so søtan, meðan tað hendi. Mín fyrsti tanki var, at tað ljóðaði óveruligt. Serliga tá ein verður vaktur við slíkum ræðuligum boðum. Hetta minti einamest
serliga tað at síggja teir somu koma ár eftir ár og at nýggjir leggjast afturat. HF vónar at við hesum, at onkur er har úti, sum vil taka sær av hesum dreingjunum. Viðkomandi verður biðin um at venda sær [...] funnin rættiliga skjótt, so sleppa hesir dreingirnir tíanverri ikki at gera fimleik í ár. Og ikki er tað tí at dreingirnir ikki tíma at gera fimleik, tvørturímóti teimum dáma tað stak væl. Hetta vísir eisini [...] dreingir 5 ár, 6 ár og 1. flokkur og á liðinum dreingir 5. flokkur og eldri. Ofta hevur tað verið trupult at fáa venjarar til dreingjaliðini, men hesuferð bar av. Eingin venjari var funnin tá fimleikaárið byrjaði
sigur, at skipini, sum høvdu roynt eystanfyri, vóru full undir lúkurnar. Hann sigur, at upsin er frægari til støddar nú, enn hann hevur verið leingi, og hann vónar, at hetta í longdini fer at spyrjast [...] á upsanum, ásannar reiðarin. Ragnar Olsen sigur, at enn er ov tíðliga at siga, hvørji onnur skip koma at landa á Beta hesa vikuna, men hann væntar, at Smaragd og Safir koma aftur av túri, áðrenn vikan [...] Fiskivinna Eftir at hava verið úr vinnu í 40 dagar vegna garantieftirlit og ymiskar broytingar, fóru Bakur og Stelkur nýggjan túr aftur týsnáttina í seinastu viku. Teir royndu einar 5-6 dagar og lógu í
Víðari sigur hann, at tað er almenn vitan, at vinnuliga støðan í sunnaru helvt av Suðuroynni er út av lagi ring. - Samgongan setti í hesum sambandi ein bólk, sum segðist hava til endamáls at menna hetta økið [...] ska nevndin, ella bólkurin, komin til, sum sett varð niður til at menna sunnaru helvt av Suðuroynni vinnuliga ? Tingamaðurin vísir á, at síðani hendan samgongan tók við, hevur talan verið um heilt nýggja [...] mannagongd, tá tvørleikar taka seg upp í samfelagnum. - Ístaðin fyri at gera nakað við trupulleikarnar, verða alskins bólkar settir niður at fylgja viðkomandi málum. Oftast eru tað tingmenn úr samgonguni, ið
tíðindablaðnum The Sun, Toni Jones, at geva øllum okkum wannbe stríputtu nøkur góð ráð um hvussu strípur kunnu brúkast uttan, at eitt mótaóhapp stendst av tí. Hann vísir á, at strípur brúktar á rættan hátt kunnu [...] vinur. Vertikalar strípur fáa kroppin at síggja hægri og klænri út. Meðan horisontalar strípir kunnu fáa sjálvt minstu boppurnar at tykjast størri. Høvuðsreglan er tann, at tú ongantíð skal brúkar strípur á [...] Aftan á at strípur hava verið stórt sæð útihýstar úr mótaheiminum í nógv ár, eru strípur at síggja í hvørjum handilsvindeyga í størru býunum, og sjálvt á catwalkum kring heimin sær lívið rættiliga stríputt
uppaftur meira tilfari um tíðina hjá "cubatrolarunum", er lítið at ivast í, at okkurt spennandi og áhugavert man fara at spyrjast burtur úr hesum. [...] hjá P/F Beta, er nú farin í holt við at savna tilfar um virksemið hjá gomlu "cubatrolarunum", sum felagið rak í meira enn tríati ár. Í lýsing í bløðunum sigur hann, at felagið hevði verið takksamt, um fólk [...] áhugaverdar, sigur hann. Í lýsingini sigur Olaf Olsen, at felagið hevur nøvnini á øllum manningunum, sum hava veirð við hesum skipum. Hagtøl Sosialurin veit, at P/F Beta eigur hópin av hagtølum, sum lýsa gongd
Steingrund boðsendir, so at ljóð og ljós góðskan verður av tí besta. Tað verður eisini gjørt nógv burturúr at prýða høllina á Kambsdali við blómum og dempaðum ljósið, og ætlanin er at fólk koma fínt ílatin [...] Jungmann og Tara í Runavík fer síðani at hava eina eksklusiva mótasýning og fara at vísa fram fínu heystkollektiónina sum júst er heimkomin. Tað er í samband við, at Jens Lisberg gevur út eina savnsfløgu [...] savnsfløgu við løgum, sum hava verið nógv at hoyra seinastu nógvu árini, at hendan konsertin verður.
innrásina hava bretar havt ábyrgdina av at avmarka teir ovurstóru rúsevnatrupulleikarnar í Afghanistan, men bretskir embætismenn viðganga fyri blaðnum, at allar royndir at avmarka framleiðsluna eru miseydnaðar [...] dyrka bøndurnir næstan bara opium. Trupulleikin er, at tað loysir seg betur hjá bøndrunum at dyrka opium enn hveiti og annað. The Guardian skrivar, at teir sokallaðu rúsevnabarónarnir bjóða bøndrunum tíggju [...] tíggju ferðir meiri, enn teir kunnu fáa burtur úr at dyrka hveiti. Tað er ikki so løgið, at bøndurnir taka av, og hjá nógvum bøndrum er rúsevnið álitið, skrivar blaðið. Tað sæst eisini í hagtølunum, tí
vísir, at skúlaverkini í fleiri asiatiskum londum virka betur enn skúlaverkini í Evropa, og at fólk í Asia tí hava eitt hægri kunnleikastig enn evropearar. Týskland og Frakland fáa skyldina av, at kunnl [...] í Evropa megnar ikki at fylgja við, tí skúlaskipanin í teimum báðum londunum er alt ov stirvin, sigur Andreas Schleicher, sum hevur gjørt kanningina fyri OECD. Hann vísir á, at tey bæði londini standa [...] standa fyri 35 prosentum av búskapinum í ES, men at tey megna ikki at fylgja við, tá tað snýr seg sum kunnleika og vitan. Øðrvísi er í Asia, har kunnleikastigið í londum sum Kina og India er hækkað munandi