Toddi spyr um Suðuroynna

Torbjørn Jacobsen setir mikudagin løgmanni fyrispurning um, hvørji úrslit, ella ávegis úrslit, er parlamentariska nevndin, ella bólkurin, komin til, sum sett varð niður til at menna sunnaru helvt av Suðuroynni vinnuliga ?
Tingamaðurin vísir á, at síðani hendan samgongan tók við, hevur talan verið um heilt nýggja mannagongd, tá tvørleikar taka seg upp í samfelagnum.
- Ístaðin fyri at gera nakað við trupulleikarnar, verða alskins bólkar settir niður at fylgja viðkomandi málum. Oftast eru tað tingmenn úr samgonguni, ið manna hesar fylgibólkar, sigur tingmaðurin.
Víðari sigur hann, at tað er almenn vitan, at vinnuliga støðan í sunnaru helvt av Suðuroynni er út av lagi ring.
- Samgongan setti í hesum sambandi ein bólk, sum segðist hava til endamáls at menna hetta økið aftur. Í bólkin vóru valdir Jóhan Dahl, Hendrik Old og Jørgen Niclasen.
- Bólkurin var settur niður fyri nærum hálvum ári síðani, men lítið hevur verið at frætt frá honum síðani hann fór til verka, sigur Torbjørn Jacobsen, sum altso vil hava at vita um arbeiðið, sum hesin bólkurin hevur framt.