Ein kanning hjá OECD vísir, at skúlaverkini í fleiri asiatiskum londum virka betur enn skúlaverkini í Evropa, og at fólk í Asia tí hava eitt hægri kunnleikastig enn evropearar.
Týskland og Frakland fáa skyldina av, at kunnleikastigið í Evropa megnar ikki at fylgja við, tí skúlaskipanin í teimum báðum londunum er alt ov stirvin, sigur Andreas Schleicher, sum hevur gjørt kanningina fyri OECD. Hann vísir á, at tey bæði londini standa fyri 35 prosentum av búskapinum í ES, men at tey megna ikki at fylgja við, tá tað snýr seg sum kunnleika og vitan.
Øðrvísi er í Asia, har kunnleikastigið í londum sum Kina og India er hækkað munandi tey seinnu árini, men einki land kann tó samanberast við Suðurkorea. OECD vísir á, at fyri 40 árum síðani var landið eitt av teimum fátækastu í heiminum, men í dag hava heili 97 prosent av teimum 24 til 34 ára gomlu eina útbúgving.
OECD sigur, at Finnland er tað landið í Evropa, sum stendur seg best í hesari kappingini.