Ongantíð so nógv rúsevni úr Afghanistan sum nú

Undir Taliban-stýrinum sluppu bøndurnir í Afghanistan ikki at dyrka opium, men nú dyrka teir næstan einki annað.

Umleið 90 prosent av øllum heroini, sum verður selt á altjóða marknaðinum, hevur sín uppruna í Afghanistan, og í ár verður útflutningurin so stórur sum kanska ongantíð fyrr, skrivar bretska blaðið The Guardian. Síðani innrásina hava bretar havt ábyrgdina av at avmarka teir ovurstóru rúsevnatrupulleikarnar í Afghanistan, men bretskir embætismenn viðganga fyri blaðnum, at allar royndir at avmarka framleiðsluna eru miseydnaðar.

Tað eydnaðist Taliban-stýrinum at steðga rúsevnaframleiðsluni, og bøndurnir vórðu hóttir við lívinum, gjørdu teir ikki eftir boðunum frá myndugleikunum. Men síðani innrásina í 2001 er framleiðslan vaksin í stórum, og í dag dyrka bøndurnir næstan bara opium.

Trupulleikin er, at tað loysir seg betur hjá bøndrunum at dyrka opium enn hveiti og annað. The Guardian skrivar, at teir sokallaðu rúsevnabarónarnir bjóða bøndrunum tíggju ferðir meiri, enn teir kunnu fáa burtur úr at dyrka hveiti. Tað er ikki so løgið, at bøndurnir taka av, og hjá nógvum bøndrum er rúsevnið álitið, skrivar blaðið.

Tað sæst eisini í hagtølunum, tí í fjør stavaðu 52 prosent av afghansku bruttotjóðarframleiðsluni frá rúsevnum.