Strípur eru aftur inn

Strípur kunnu vera tín vinur, um tú brúkar tær rætt, mótaserfrøðingur og blaðstjóri gevur okkum vanligu fólkum nøkur ráð um, hvussu strípur kunnu brúkast rætt.


Aftan á at strípur hava verið stórt sæð útihýstar úr mótaheiminum í nógv ár, eru strípur at síggja í hvørjum handilsvindeyga í størru býunum, og sjálvt á catwalkum kring heimin sær lívið rættiliga stríputt út.
 
Vármótin er stríputtur, og hetta hevur fingið varamótablaðstjóran á bretska tíðindablaðnum The Sun, Toni Jones, at geva øllum okkum wannbe stríputtu nøkur góð ráð um hvussu strípur kunnu brúkast uttan, at eitt mótaóhapp stendst av tí.
 
Hann vísir á, at strípur brúktar á rættan hátt kunnu vera tín vinur. Vertikalar strípur fáa kroppin at síggja hægri og klænri út. Meðan horisontalar strípir kunnu fáa sjálvt minstu boppurnar at tykjast størri.
 
Høvuðsreglan er tann, at tú ongantíð skal brúkar strípur á kropslutum, ið tú ikki ætlar, at fólk skulu leggja merkið til. Ein ov stór rumpa sær ikki minnið út, um hon er stríputt.
 
Tú kanst tildømis brúka sterkt littar stríputtar vestar ella blusir saman við víðum einlittum buksum, ella kanska brúka tvey ymisk sløg av strípum saman. Hetta er djarvt, men kann sambært Toni Jones rigga heilt væl.