Floksmannadagurin er í Hattarvík í dag

Fyri 10. ferð verður Floksmannadagur hildin í Hattarvík í dag

Hesaferð verður gjørt eitt sindur meira burturúr Floksmannadegnum, har ti ber at fáa eina gastronomiska uppliving og siðsøguliga mentan. 

Hesaferð er matarkovin víðkaður eitt sindur við egnari fermentering av Floksmanna-skinku og ostum.

Einar borðreiðir við onkrum serstøkum bryggium, sum hóska væl saman við tí fjølbroytta matarlepanum fyri dagin.

Tónleikur og undirhald er altíð ein partur av tiltakinum og umframt tann traditionella siðsøguliga partin verður skemt frá Pipar & Salt og kvæðarokkur við navnframa bólkinum Hamradun.

Tað eru Jastrid og Símun Gullaksen á Uppistovugarði í Hattarvík, sum skipa fyri árliga tiltakinum, sum byggir á søgnina um teir fýra floksmenninar, Høgna Nev, Rógva Skel, Hálvdan Úlvsson and Sjúrð við Kellingará, allir úr Hattarvík, sum fyri eini 700 árum síðani ætla at leggja Føroyar undir seg.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

 

 

Kokkurin Gundur Nielsen sker av skinkuni

Kjøtið er grivið niður, har tað verður stokt. Í 400 ára gamla hjallinum vinstru megin í myndini, har skinkurnar fara at hanga