Stovnarin av Amazon, Jeff Bezos, og tíðindakvinnan Lauren Sanchez giftust fríggjadagin í Venezia. - Mynd: @laurensanchezbezos umvegis Instagram/Reuters

Bæði Lady Gaga og Elton John spæla til brúdleypið hjá Bezos

Jeff Bezos og Lauren Sanchez giftust í gjar. Tríggjar daga brúdleypið verður mett at kosta 318 milliónir krónur.

Stovnarin av Amazon, Jeff Bezos, og tíðindakvinnan Lauren Sanchez giftust fríggjadagin í Venezia. - Mynd: @laurensanchezbezos umvegis Instagram/Reuters

Stovnarin av Amazon, Jeff Bezos, og journalisturin Lauren Sanchez eru farin undir síðsta dagin í tríggjar daga brúdleypshaldinum í Venezia.

 

Tey giftust í gjár á einum hátíðarhaldi á oynni San Giorgio, og Lady Gaga og Elton John fara væntandi at framføra á endaveitsluni í brúdleypinum í dag.

 

Tað skrivar Reuters.

 

Sambært einum embætismanni frá býráðshúsinum í Venezia hevði brúdleypshátíðarhaldið í gjár ongan rættarligan týdning, og tað bendir á, at parið - helst fyri at sleppa undan embætisverkinum - vóru gift í USA undan hátíðarhaldinum í Italia.

 

Á brúdleypinum var 55 ára gamla Lauren Sanchez í einum brúðarkjóla við høgum hálsi, tætt sitandi Dolce & Gabbana við longum blonduermum og sløri.

 

Bezos, sum er 61 ára gamal, sum er heimsins fjórðríkasti persónur sambært Forbes Magazine, var í svørtum smoking við slipsi og hvítari troyggju.

 

Millum 200 og 250 gestir vóru við til hátíðarhaldið, millum annað stovnarin av Microsoft, Bill Gates, sjónleikararnir Leonardo DiCaprio og Orlando Bloom, sjónvarpspersónligheitir Oprah Winfrey og Kim Jenner, og døturnar hjá Jenner, Kim og Khloé Kardashian, umframt Kylie og Kendall Jenner.

 

Tríggjar dagar langa brúdleypshaldið verður mett at kosta 50 milliónir dollarar - tað svarar til 318 milliónir krónur.

 

Lesið eisini: Kend fólk koma til brúdleypið hjá Bezos

 

Partar av Venezia eru avbyrgdir av brúdleypinum, sum hevur fingið atfinningar frá aktivistum og íbúgvum, sum halda, at mátin, brúdleypið verður hildið uppá, er eitt úttrykk fyri ójavna og arrogansu.

 

Ein hópur av aktivistum eru komnir saman undir navninum "Einki pláss fyri Bezos" og hava hongt merki á kendu Rialto-brúnna og spreitt eitt risastórt lørift á Markus torginum, har teir heita á Bezos um at rinda meira í skatti.

 

##med2##

 

Mótmælisgonga móti brúdleypinum hjá milliardaranum er á skránni í dag kl. 16.

 

Borgarstjórin í Venezia, Luigi Brugnaro, skilir ikki ónøgdina.

 

- Tey, sum mótmæla, fara ímóti søguni hjá Venezia, sum er ein søga um sambond, kontaktir og vinnulív.

 

- Bezos fevnir um venetianska hugburðin, hann er meira venetianskur enn mótmælisfólkini, sigur Brugnaro við Reuters.

 

Jeff Bezos hevur latið eina upphædd, sum svarar til 22 milliónir krónur til ymiskar stovnar í Venezia í sambandi við brúdleypið.

 

 

 

/Ritzau/

 

Stovnarin av Amazon, Jeff Bezos, og tíðindakvinnan Lauren Sanchez giftust fríggjadagin í Venezia. - Mynd: @laurensanchezbezos umvegis Instagram/Reuters

Kim Kardashian (vinstrumegin) og systir hennara Khloé eru í Venezia í hesum døgum fyri at hátíðarhalda brúdleypið hjá Bezos og Sanchez. - Mynd: Marco Bertorello/Ritzau Scanpix