Gallakonsert við Jens og Kristel Lisberg

Tann 19. november verður Gallakonsert við Jens og Kristel Lisberg. Tey hava áður havt væleydnaðar konsertir við góðum Country og Gospel tón­leiki, har nakrir av fremstu tónleikarum í landinum hava verið við til at spæla og lagt tónleikin til rættis. Tey sum um­framt Jens og Kristel Lisberg, manna orkestrið eru: Gunnar Guttesen, Petur Hermansen, Jákup Zakariassen, Ólavur Øster, Kolbein Simonsen og Jónleif Jensen. Kór­damurnar verða: Barbara Tjaldrafløti, Maria Hús­garð, Sigga Hansen og Malan Hansen.
Harafturat eru nakrir av bestu teknikarum Hans Andor Johannesen og Jóhannes Steingrund boðsendir, so at ljóð og ljós góðskan verður av tí besta. Tað verður eisini gjørt nógv burturúr at prýða høllina á Kambsdali við blómum og dempaðum ljósið, og ætlanin er at fólk koma fínt ílatin. Kaffi og smákøkur fáast í steðginum.
Jungmann og Tara í Runavík fer síðani at hava eina eksklusiva mótasýning og fara at vísa fram fínu heystkollektiónina sum júst er heimkomin.
Tað er í samband við, at Jens Lisberg gevur út eina savnsfløgu við løgum, sum hava verið nógv at hoyra seinastu nógvu árini, at hendan konsertin verður.