Torfinn Smith varar av nýggju skipan býráðsins við endurnýtslubingjunum kring Havnina, og hann er sinnaður at kanna atfinningarnar hjá eldru íbúgvunum í eysturbýnum, sum siga, at teinurin til felagsbingjuna er alt ov langur.
- Vit taka allar atfinningar í álvara, og um tað er rætt, at tey eldru ikki hava høvið at taka lut í skipanini við endurnýtslu av pappírsruski, skulu broytingar gerast, sigur Torfinn Smith.
Formaðurin í náttúru- og umhvørvisnevndini í býráðnum sigur, at teir hava valt at seta felagsbingjur upp í teimum tætt bygdu økjunum, t.d. í Berjabrekku, Tórsbyrgi og raðhúsunum í Bókbindaragøtu, og tí stendur bert ein bingja har úti.
- Men um teinurin frá húsum til bingjuna er ov langur til, at tey gomlu eisini fáa lut í skipanini, skulu broytingar gerast, lovar Torfinn Smith.
Hann sigur, at fá fólk eru til arbeiðis á býráðnum í løtuni, men í næstu viku skal hyggjast nærri at málinum og kannast, um fleiri bingjur skulu setast upp í eysturbýnum, so tey eldru har úti ikki føla seg forsømd.










