Leygardagin 24. februar møttust kirkjuráðini í Suðuroynni og stýrið fyri Bønhúsið í Øravík til fundar á SALT. Uppmøtingin var góð, og fundurin vignaðist væl, skrivar folkskirkjan.fo. Fundurin setti sjóneykuna [...] hvussu fólkakirkjan í okkara samtíð á bestan hátt kann møta menniskjum við boðskapinum um Jesus. Út frá evninum “børn, ung og barnafamiljur” var ljós varpað á møguleikar og avbjóðingar í einum nútíðar samfelag [...] kunnu kirkjurnar stuðla hvør aðrari uttan at leggja seg út í arbeiðið hvør hjá øðrum. Fólkakirkjan er ein eind, hóast kirkjurnar eru ymiskar bæði í stødd, fólkatali og møguleikum. Við at standa saman standa
Tað sigur Posta í tíðindaskrivi. Tó var gongdin í 2023 avbjóðandi, og broytingar í samfelagnum høvdu við sær minni eftirspurning og øktar útreiðslur, sum ávirkaðu úrslitið hjá Posta. Týdningarmesti leikluturin [...] virksemið til broytingarnar í marknaðinum, seta kundan í fokus umframt at fokusera upp á tey økini, sum loysa seg frameftir. Eg havi góðar vónir um framtíðina ,” sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri á Posta [...] eru rokkin, serliga innan KT-økið. Í árinum tóku vit eitt stórt stig móti betri tænastu til viðskiftafólk, tá ið tær fyrstu pakkaboksirnar vórðu settar upp. Sølan í 2023 var 124,5 mió. kr., sum var minni
úrtøku í Gundadali í dag. Dysturin endaði 2-1 til EB/Streym, hóast HB hevði lagt seg á odda í seinna hálvleiki við einum manni í undirtali. Hetta var samstundis eisini fyrsti ósigurin hjá HB í Effo-deildini [...] minuttir: Teir eru farnir í gongd aftur í Djúpumýru. Eingin broyting er framd í hálvleikinum. 45 minuttir hálvleikur: Nú er hálvleikur í Klaksvík. KÍ er á odda 2-0 og tað er í tráð við leikgongdina. MÁÁL [...] fremur sína fyrstu skifting í dystinum. Alex José dos Santos fer av vøllinum og í hansara stað kemur Pál Mohr Joensen. 46 minuttir : Páll Augustinussen hevur bríkslað í gongd aftur í Gundadali. 45 minuttir
81) 6-0 6-0: Dan í Soylu Eftir eitt sindur av aftur og fram verður ein av sandoyingunum í HB, Dan í Soylu, tvífaldur málskjútti. 90) 6-0 LIÐUGT --- Víkingur - Suðringar 0-2 Í fjør og í fyrraárið vann Víkingur [...] bara var í ein dyst. Víkingur hevði frí í fyrsta umfari. Í dag átti Víkingur heimavøll í fjórðingsfinaluni, og heimaliðið varð roknað at vera favorittur. Suðringar vildu tað heilt øðrvísi. Í fyrsta umfari [...] Müller er dómari í Gundadali. 00) 0-0 Í dag spæla B36 og Skála fjórðingsfinalu í steypakappingini. Somu liðini hittast aftur á sama vølli – ovara vølli í Gundadali – sunnudagin. Tá verður tað í landskappingini
frægast at búgva í Bretlandi og hevur so sent boð eftir gentuni Helenu úr Innistovu (1882-1962) í Hvannasundi, og tey giftast í Leith í 1905. Tað er líkt til, at tey eisini hava búð í Fleetwood á vest [...] synir Jákup Johannes Johan Absalon, báðir búgva í Havn 3. Haldane Napoleon, (1912 - 2005), føddur í Hull. Ætlanin var bert at kalla hann Napoleon eftir Pola í Dali, sum gekk burtur við Oliviu í 1912 sama [...] Sambandið við familjuna og føroyingar í síni heild helt á. Nógvir føroyingar landaðu tá í Hull, og Helena var væl kend við tann víðagitni Mortan í Hvannasundi, sum var komin í Innistovu at vera sum hálvvaksin
Hesi bæði liðini hava verið mest sum í serflokki higar til í landskappingini, og undan dystinum sunnudagin hevði GÍ ongan tíð tapt, meðan B36 bert eina ferð - Í Gøtu ? var farið stigaleyst av vøllinum [...] so púrasta skeivur í hesum. Ístaðin løgdu teir enn meira fyri í royndunum at trýsta. Á miðvøllinum var dysturin millum Magna, Zdzislaw og Pól Henning øðrumegin og Klæmint, Jan og Jákup hinvegin somikið harður [...] B36 at spæla kvika álopsspælið, sum teir hava megnað so væl higar til í ár. Tað gekk heldur ikki long tíð, so var bólturin aftur í GÍ málinum. Uppspælið kom upp ígjøgnum vinstru síðu, har Heðin á Lakjuni
kundi vera búgvandi. Í Vestmanna høvdu tey fingið seks børn fødd frá 1872 til 1885. Eitt teirra var tá deytt. Teirra fyrsta barnið í Norðradali verður føtt í 1887, so tað man vera í 1886, at tey eru farin [...] f. 1892. Hon giftist við Jákup Hans Jacobsen, sum búði við Dalavegin. Tey fingu fimm børn. Jákup Hans var eitt rættiligur ævintýrari. Í 1912 fór hann saman við Christian í Dali, loðsinum, við motorbátinum [...] eftir hann. Hann er tískil tann einasti í hesi stóru ætt, sum kom at búgva í Norðradali. Tó er festið farið á aðrar hendur. --- Komandi partur Í komandi parti seinast í november verður greitt frá Jens Peter
Føroyar hava í kvøld tapt 3-0 í U21 landsdysti í Litava. Hetta var fyrsti dysturin í nýggjari undankapping. Eli Hentze er nýggjur venjari, og Hegga Samuelsen er nýggjur hjálparvenjari. Á vøllinum var føroyska [...] frísparki úr vinstru og upp í nærra málkrókinum, og fýra minuttir undan leikloki varð trivaligi 3-0 sigurin staðfestur. Litava-Føroyar 3-0 (1-0) U21 undankappingardystur Í Telsiai í Litava hósdagin 8. juni [...] fram í høgru, Teit Jacobsen leggur av baklinjuni og út frá, og Hákun Edmundsson, sum er eitt sindur kroystur, fær ikki rættiligt skot á. 65) 1-0 Litava tiltuskar sær horna í høgru - tað fyrsta í dystinum
javnstøðulógin í sínari tíð elvdi til líka stórt politiskt kaos, sum lógir um samkynd gera í dag, so hava flestu flokkar á tingi góðtikið kravið um, at kvinnur eisini skulu vera virknar í politikki. Síðani [...] síni fólk, sum løgmaður tilnevnir í landsstýrið. Vit hava ongantíð havt meiriluta av kvinnum í landsstýrinum, men tá Aksel V. Johannesen tilnevndi síni landsstýrisfólk í september 2015, var kynsbýti 50-50 [...] Bárður Nielsen tilnevndi síni landsstýrisfólk í september í 2019, var úrslitið munandi verri - sæð við javnstøðueygum, tí nú var kynsbýti 6-1 – bara ein kvinna var í landsstýrinum. Og júst ta kvinnuna brúkti
tað fyrsta árið í Havn, síðani eitt í Sørvági og gekk so triðja og seinasta árið í skúlanum á Giljanesi, sigur Helga við einum brosi. Onnur verð í Hólmanum Í eini grein í Sosialinum í farna mánaði varð [...] rættiliga nógv børn í bygdini. Sagt er, at hennara árgangur var sjáldsama stórur. - Ja, hugsa tær til: Í dag eru bert tvey børn í Mykines skúla. Tá eg gekk í skúla vóru vit 21! Tá í tíðini var vanligt at [...] skúlabørnunum í Mykinesi, Ronju og Hans Meinhard í Eyðansstovu. Lærari teirra var Jákup í Løðu, sum nú er farin frá við eftirløn, men sum kortini var lærari teirra um hetta mundið. Jákup var eisini lærari