Sjálvt um javnstøðulógin í sínari tíð elvdi til líka stórt politiskt kaos, sum lógir um samkynd gera í dag, so hava flestu flokkar á tingi góðtikið kravið um, at kvinnur eisini skulu vera virknar í politikki.
Síðani Jóannes Eidesgaard skipaði tað seinasta landsstýrið, sum bara hevði menn, vit kalla tað eitt »slipsalandsstýri«, so hevur eingin løgmaður hættað sær at gjørt honum tað eftir.
Jóannes Eidesagaard viðgekk tá, at hetta ikki var nóg gott, men umbar seg við, at flokkarnir sjálvir útpeika síni fólk, sum løgmaður tilnevnir í landsstýrið.
Vit hava ongantíð havt meiriluta av kvinnum í landsstýrinum, men tá Aksel V. Johannesen tilnevndi síni landsstýrisfólk í september 2015, var kynsbýti 50-50. Fýra menn og fýra kvinnur mannaðu landsstýrið.
Tá Bárður Nielsen tilnevndi síni landsstýrisfólk í september í 2019, var úrslitið munandi verri - sæð við javnstøðueygum, tí nú var kynsbýti 6-1 – bara ein kvinna var í landsstýrinum.
Og júst ta kvinnuna brúkti Fólkaflokkurin til at reka einasta kvinnuna hjá Fólkaflokkinum úr Løgtinginum mánadagin – og tað merkti samstundis, at nú eru vit aftur í teirri støðu, at bara menn manna landsstýrið, og at Bárður á Steig Nielsen stendur við somu skomm sum Jóannes Eidesgaard í 2004 við einum slipsalandsstýri.
So er spurningurin – um løgmaður megnar at stýra landsstýrinum millum skerini – um so Fólkaflokkurin fer at seta kvinnur aftur í landsstýri, ella hann setur menn.
Løgmaður hevur boðað frá, at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur verður ikki sett aftur í landsstýrið, og tað er lítið hugsandi, at Fólkaflokkurin fer at seta Anniku Olsen í landsstýrið, eftir at tey hava lagt so nógv fyri at fáa hana úr Løgtinginum.
Næsta kvinnan á listanum hjá Fólkaflokkinum til seinasta løgtingsval var Joan Samuelsen, sum var nummar 24 við 44 atkøvðum, Ingvør Justinussen sum nummar 25 við 35 atkøvøðum og aftast á listanum var Rigmor Rasmussen sum nummar 28 við 20 persónigum atkvøðum.
Tær, sum ikki koma upp á tal, eru kvinnur við sera nógvum politiskum royndum, meðan hinar tríggjar niðarlaga á listanum ongar politiskar royndar hava.
So er spurningurin, um Fólkaflokkurin kanska fer út um listan – og eitt nú leitar sær til Klaksvíkar, har Gunvá við Keldu kundi verið eitt boð upp á landsstýriskvinnu í almannamálum. Hon hevur royndir sum borgarstjóri og býráðslimur í mong ár.
Ella um Fólkaflokkurin tekur lættastu loysnina, sum Sambandsflokkurin og Miðflokkurin, og velur tveir slipsamenn í heitu sessirnar í Tinganesi.
Her sæst, hvørji fólk hava sitið í øllum landsstýrinum, sum hava sitið síðani tað fyrsta í 1948:
Føroya Landsstýri 14. september 2019
1 kvinna:
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir
Føroya Landsstýri 15. september 2015
4 kvinnur:
Rigmor Dam/Hanna Jensen (tók eftir at Rigmor Dam legði frá sær)
Eyðgunn Samuelsen
Kristina Háfoss
Sirið Stenberg
Føroya Landsstýri 14. november 2011 -15.september 2015
2 kvinnur:
Annika Olsen
Rósa Samuelsen
Føroya Landsstýri 26. september 2008 - 14. november 2011
2 kvinnur:
Helena Dam á Neystabø, lstk. jv. - mentamál
Annika Olsen, lstk. ff. - innlendismál
Føroya Landsstýri 4. februar 2008 - 26. september 2008
3 kvinnur:
Helena Dam á Neystabø, lstk. jv. - løgmál
Kristina Háfoss, lstk. tj. - mentamál
- frá 30. august 2008: Óluva Klettskarð
Bjørt Samuelsen, lstk. tj. - vinnumál
Føroya Landsstýri 3. februar 2004 - 4. februar 2008
0 kvinnur
Føroya Landsstýri 6. juni 2002 - 3. februar 2004
1 kvinna:
Annlis Bjarkhamar
- frá 17. september 2003: Annita á Fríðriksmørk
Føroya Landsstýri 15. mai 1998 - 6. juni 2002
1 kvinna:
Helena Dam á Neystabø, lstm., sj. - almanna- og heilsumál
Føroya Landsstýri 11. juni 1996 - 15. mai 1998
0 kvinnur
Føroya Landsstýri 10. september 1994 – 11. juni 1996
0 kvinnur
Føroya Landsstýri 24. apríl 1993 - 10. sept. 1994
1 kvinna:
Marita Petersen, løgm., jv. - Uttanlandsmál og løgmál
Føroya Landsstýri 15. jan. 1991 - 24. apr. 1993
1 kvinna:
Marita Petersen, lstm., jv. - Mentanar-, skúla- og løgmál
Føroya Landsstýri 22. juni 1989 - 15. jan. 1991
1 kvinna:
Jóngerð Purkhús, lstm., tj. - Búskapar-, samferðslu-, og norðurlandamál
Føroya Landsstýri 18. jan. 1989 - 22. jun. 1989
0 kvinnur
Føroya Landsstýri 5. apr. 1988 - 18. jan. 1989
2 kvinnur:
Karolina Petersen, lstm., fr. - Almanna- og kommunumál
Jóngerð Purkhús, lstm., tj. - Fíggjar-, búskapar- og umhvørvismál
Føroya Landsstýri 10. jan. 1985 - 5. apr. 1988
1 kvinna:
Jóngerð Purkhús, lstm., tj. - Fíggjar-, búskapar- og umhvørvismál
Føroya Landsstýri 5. jan. 1981 - 10. jan. 1985
0 kvinnur
Føroya Landsstýri 23. jan. 1979 - 5. jan. 1981
0 kvinnur
Føroya Landsstýri 11. jan. 1975 - 23. jan. 1979
0 kvinnur
Føroya Landsstýri 12. des. 1970 - 11. jan. 1975
0 kvinnur
Føroya Landsstýri 19. nov. 1968 - 12. des. 1970
0 kvinnur
Føroya Landsstýri 12. jan. 1967 - 19. nov. 1968
0 kvinnur
Føroya Landsstýri 4. jan. 1963 - 12. jan. 1967
0 kvinnur
Føroya Landsstýri 9. jan 1959 - 4. jan. 1963
0 kvinnur
Føroya Landsstýri 18. des. 1954 - 9. jan. 1959
0 kvinnur
Føroya Landsstýri 15. des. 1950 - 18. des. 1954
0 kvinnur
Føroya Landsstýri 12. mai 1948 - 15. des. 1950
0 kvinnur
Kvinnur í landsstýrinum í tíðarrøð:
1. Jóngerð Purkhús, 1985
2. Karolina Petersen, 1988
3. Marita Petersen, 1991
4. Helena Dam á Neystabø, 1998
5. Annlis Bjarkhamar, 2002
6. Annita á Fríðriksmørk, 2003
7. Kristina Háfoss, 2008
8. Bjørt Samuelsen, 2008
9. Óluva Klettskarð, 2008
10. Annika Olsen, 2008
11. Rósa Samuelsen, 2011
12. Rigmor Dam, 2015
13. Eyðgunn Samuelsen, 2015
14. Sirið Stenberg, 2015
15. Hanna Jensen 2019
16. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, 2019
Atkvøðubýtið á listanum hjá Fólkaflokkinum til seinasta løgtingsval 31. august í 2019 var hetta:
A |
Fólkaflokkurin | |
Listin |
277 | |
1 |
Beinir Johannesen |
998 |
2 |
Jacob Vestergaard |
783 |
3 |
Jørgen Niclasen |
722 |
4 |
Jógvan á Lakjuni |
683 |
5 |
Christian Andreasen |
580 |
6 |
Jákup Mikkelsen |
548 |
7 |
Uni Rasmussen |
465 |
8 |
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur |
461 |
9 |
Heðin Zachariasen |
342 |
10 |
Annika Olsen |
289 |
11 |
Brandur Sandoy |
289 |
12 |
Jóhan Eli Lyngvej Poulsen |
230 |
13 |
Rógvi Egilstoft Nielsen |
227 |
14 |
Pól Huus Sólstein |
225 |
15 |
Hans Andrias Kelduberg |
196 |
16 |
Bjartur Nolsøe |
162 |
17 |
Hanus Samró |
146 |
18 |
Símun Jóannesarson Hansen |
132 |
19 |
Birgir Nielsen |
107 |
20 |
Sámal Jákup Sakarisson |
89 |
21 |
Jonhard Danielsen |
87 |
22 |
Frits Strøm |
60 |
23 |
Hans Joensen |
44 |
24 |
Joan Samuelsen |
44 |
25 |
Ingvør Justinussen |
35 |
26 |
Jákup Martin Kjeld |
33 |
27 |
Eivind Jacobsen |
24 |
28 |
Rigmor Rasmussen |
20 |