Beinleiðis: Stórt skrædl í Gundadali

Løgmanssteypið: Kl. 14.00: B36 - Skála 2-0, kl. 15.00: Víkingur - Suðringar 0-2, kl. 17.00: HB - B71 6-0

Í gjár AB - EB/Streymur 5-3 eftir longda leiktíð og brotssparkskapping

HB – B71 kl. 17.00

HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Hjalti Kárason Djurhuus, Lasse Thillitz Andersen, Daniel Johansen – Adrian Justinussen, Dan í Soylu, Brynjar Hlöðversson, Símun Samuelsen – Dan í Soylu, Jógvan Skeel Nolsøe, Aleksandar Stankov

Venjari: Heimir Guðjónsson

B71: Petur Drangberg Petersen – Jógvan Drangberg, Tummas Pauli Olsen, Hákun Skoubo Dalsgaard, Eirikur Jacobsen, Marcus Clementsen, Gunnar Lydersen, Símin Hansen, Allan G. Tungá, Tijani Mohammed, Bakary Bojang

Venjari: Símin Hansen

 

Daniel Johansen, Aleksandar Stankov og Hjalti Kárason Djurhuus eru nýggir á HB liðnum sammett við liðið, sum vann 5-0 ímóti AB.

 

Teir avloysa Magnus Egilsson, Tróndur Jensen og Bartal Wardum. Meðan Magnus og Tróndur eru á beinkinum, so er Bartal Wardum ikki á listanum.

 

11) 2-0

Eftir lítlari løtu hevur HB víst, hvussu stórur munur tað er millum toppliðið í bestu deildini og miðal lið í næstbestu deildini.

1-0: Adrian Justinussen

2-0: Jógvan Skeel Nolsøe

 

14) 2-0

So høvdu sandoyingar góðan møguleika. Tijani Mohammed stútaði úr fimm metrum, men Teitur Matras Gestsson í HB málinum bjargaði.

 

20) 2-0

HB hevur bóltin mest sum alla tíðina, og sandoyingar eru í verjustøðu. Síðstu løtuna hevur tað ikki verið serliga vandamikið frammanfyri málið.

 

23) 2-0

Tað eru nógvir sandoyingar og B71 viðhaldsfólk í Gundadali, har tað hoyrist meiri frá teimum enn frá HB viðhaldsfólkunum. B71 legan heldur til í B36 húsinum, har tey trumma og syngja.

 

30) 2-0

Nú er tað mesta tómgongd í Gundadali.

 

34) 2-0

Sunnudagin skoraði Adrian Justinussen tvey mál við meistarligum fríspørkum. Nú var hann aftur uppá spæl, tá ið hann við frísparki lyfti bóltin uppum B71 manngarðin, men Petur Drangberg Petersen í B71 málinum bjargaði.

 

39) 2-0

So var aftur tætt við, at HB skoraði. Væl upplagdi Adrian Justinussen breyt ígjøgnum í høgru, og eftir innleggið var um reppið, at Símun Samuelsen setti bóltin í málið.

 

45) 3-0

3-0: Jógvan Skeel Nolsøe

Langt og fínt álop, sum endar við, at Daniel Johansen leggur innfyri úr høgru. Jógvan Skeel Nolsøe stýrir út stuttari fjarstøðu bóltin í málið.

 

HÁLVLEIKUR

3-0

 

47) 3-0

Sandoyingar leggja bragdliga fyri eftir steðgin. Lagt verður innfyri viðfrísparki, og Teitur M. Gestsson boksar bóltin burtur.

 

50) 4-0

4-0: Dan í Soylu

Ein av sandoyingunum í HB, Dan í Soylu, verður spældur leysur í høgru, hann sneiðir ímóti málinum og smekkar bóltin umvegis nærra stólpa og í málið.

 

57) 4-0

Sandoyingar vilja hava brotsspark, men tað er dómarin ikki samdur við teimum í. HB fer í skjótt álop, og tað endar við, at Eirkur Jacobsen sær gula kortið fyri at steðga Aleksandar Stankov.

 

60) 4-0

Adrian Justinussen og Jógvan Skeel Nolsøe fara av vøllinum.

Í teirra stað verða settir inn í HB álopið Niklas Kruse og Ari Mohr Olsen.

 

65) 4-0

B71 skiftir út: Eirikur Jacobsen fer av vøllinum, og í hansara stað verður settur Rani Nicolajsen.

 

66) 5-0

5-0: Aleksandar Stankov br

Hann var ætlaður at vera millum bestu málskjúttarnar hjá HB. Eftir at hava verið skaddur tað mesta av kappingarárinum er Aleksandar Stankov í dag millum teir fyrstu ellivu. Nú hevur hann skorað við brotssparki, sum varð dømt, tá ið Stankov varð feldur.

 

69) 5-0

Aleksandar Stankov fer av vøllinum, og í hansara stað verður settur Aron Clementsen.

 

74) 5-0

Gunnar Lydersen avloysir Jóhan H. Lydersen hjá B71.

 

77) 5-0

Sverri Dalsgaard avloysir Allan Tungá hjá B71.

 

81) 6-0

6-0: Dan í Soylu

Eftir eitt sindur av aftur og fram verður ein av sandoyingunum í HB, Dan í Soylu, tvífaldur málskjútti.

 

90) 6-0

LIÐUGT

---

Víkingur - Suðringar 0-2

Í fjør og í fyrraárið vann Víkingur FM. Nógvu tey seinastu árini hevur liðið í Eysturkommunu verið við til at seta dám á kappingina um løgmanssteypið.

Hvussu tað verður við FM kappingini í ár, fer tíðin at vísa. Nú er tað greitt, at leikluturin hjá Víkingi í ársins steypakapping bara var í ein dyst. Víkingur hevði frí í fyrsta umfari. Í dag átti Víkingur heimavøll í fjórðingsfinaluni, og heimaliðið varð roknað at vera favorittur.

 

Suðringar vildu tað heilt øðrvísi. Í fyrsta umfari varpaðu Suðringar KÍ úr kappingini, og í dag hava Suðringar vunnið 2-0 ímóti Víkingi í Sarpugerði.

Serliga eftir steðgin vístu Suðringar fínt fótbóltsspæl, og tað eydnaðist at vinna úrtøku ikki minni enn tvær ferðir.

Stefan Radosavljevic skoraði fyrra málið, tá ið hann lyfti bóltin uppum Elias Ramussen í Víkinga málinum, og fram ímóti dystarenda var tað innskifti Teitur Krosslá Mortensen, sum eftir Víkinga horna og skjótt mótálop setti bóltin millum beinini á Víkinga málverjanum. 

At Suðringar hava tryggjað sær pláss í hálvfinaluni er søguligt. Hetta er fyrsta ferðin, at Suðringar hava tryggjað sær pláss í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.

 

Nú er tað greitt, at AB, B36 og Suðringar eru í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.

Síðsta fjórðingsfinalan er klokkan 17. Hon er í Gundadali millum HB og B71.

 

----

Víkingur – Suðringar kl. 15.00

Víkingur: Elias Rasmussen – Atli Gregersen, Dennis Nieblas, Adrian Cascaval - Gunnar Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar, Tonni Thomsen, Heðin Hansen, Hanus Jacobsen – Andreas Lava Olsen, Adeshina Lawal

Venjari: Maurice Ross

Suðringar: Milos Budakovic – Rani Johansen, Dennis Rasmussen Nielsen, Teitur J. Olsen, Eirikur Magnusarson, Ibrahim Arifovic – John Villi Wøldike Leo – Heri Kjærbo, Salmundur Bech, Stefan Radosavljevic – Búi Egilsson

Venjari: Glenn Ståhl

 

00) 0-0

Víkingur vann sunnudagin fyri fyrstu ferð í fýra ár í Klaksvík. Maurice Ross hevur – sammett við liðið, sum spædi í Klaksvík – gjørt eina broyting á liðnum, sum seinnapartin fer at spæla í Sarpugerði ímóti Suðringum. Veteranurin á miðvøllinum, Hans Jørgen Djurhuus, hvilir seg. Í hansara stað er settur Tonni Thomsen.

Hetta er fyrsta ferðin í ár, at 19 ára gamli Tonni Thomsen er millum teir fyrstu ellivu hjá Víkingi.

Í 4-1 heimasigrinum ímóti 07 Vestur loysti hann Heðin Hansen av, tá ið tað restaðu seks minuttir.

  

00) 0-0

Á liðnum hjá Suðringum er bara ein broyting síðani 3-2 sigurin á heimavølli ímóti EB/Streymi sunnudagin. Heri Kjærbo er nýggjur á miðvøllinum, meðan Teitur Krosslá Mortensen, sum var millum teir fyrstu ellivu sunnudagin í dag er á beinkinum.

Dánjal Godtfred og Isaac Shaza, sum hava verið skaddir, eru í dag á beinkinum.

 

00) 0-0

Alex Troleis verður dómari í Gøtu, har fyrsta bríksl verður klokkan 15.

 

01) 0-0

Nú vísir tað seg, at tað er Magnus Heinason, sum er á vøllinum og ikki Tonni Thomsen, sum dómaraseðilin annars segði var avloysari hjá Hans Jørgen Djurhuus hjá Víkingi.

 

05) 0-0

Higartil hevur eingin málmøguleiki verið.

 

10) 0-0

Villi Wøldike roynir seg ímóti Víkinga málinum, men bólturin fer omanfyri tvørtræið aftanfyri Elias Rasmussen.

 

12) 0-0

So roynir Salmundur Bech seg við skoti, men bólturin fer ein hálvan metur við síðuna av málinum hjá Víkingi.

 

15) 0-0

Salmundur Bech roynir seg við frísparki úr sekstan metrum og í vinstru, men bólturin fer framvið Víkinga málinum.

 

16) 0-0

Víkingur vinnur horna í høgru. Hanus Jacobsen tekur sær av tí, men tað spyrst einki burturúr.

 

21) 0-0

Góðar støður hava síðstu løtuna verið í báðum endum, men tað er framvegis málleyst.

 

24) 0-0

Suðringar hava lotið undan í fyrra hálvleiki. Onkra løtu er tað heilt frískt og aðrar løtur er tað mest sum stilli.

 

27) 0-0

Víkingur vinnur horna í høgru, sum einki spyrst burturúr. Suðringar eru annars væl við, og tað kennist vera meiri broddur í álopsspælinum hjá gestunum.

 

29) 0-0

Dennis Rasmussen-Nielsen hjá Suðringum roynir seg við frísparki, men Elias Rasmussen bjargar - størsti møguleikin higartil.

 

32) 0-0

So var um reppið, at Víkingur fekk hol á. Eftir innlegg úr høgru frá Gunnari Vatnhamar smekkar Andreas Lava Olsen til, og bólturin brestur í tvørtræið og støkkur niður í vøllin.

 

38) 0-0

Suðringar eru noyddir at skifta út. Av vøllinum fer Rani Johansen, sum er týðuliga skaðadarvaður, og í hansara stað verður settur Isac Shaaze.

 

40) 0-0

Salmundur Bech er í góðari støðu, tá ið hann smekkar til. Elias Rasmussen í Víkinga málinum hevur ikki møguleika at gera nakað uttan at hyggja eftir bóltinum, sum strýkur framvið málinum.

 

43) 0-0

Aftur vandamikið álop hjá Suðringum. Stefan Radosavljevic roynir seg, men tað spyrst einki burturúr.

 

45) 0-0

Ein minuttir lagdur aftrat.

 

HÁLVLEIKUR

0-0

 

46) 0-0

Philip Djordjevic avloysir Adeshina Lawal hjá Víkingum.

 

48) 0-0

Víkingur hevur bóltin í málinum hjá Suðringum, men dómarin kolldømur fyri rangstøðu.

 

53) 0-0

Tað gongur framvegis javnt á. Bæði liðini leggja dent á at spæla fótbólt.

 

58) 0-1

0-1: Seftan Radosavljevic

Eftir fínt uppspæl í høgru og innlegg frá Búa Egilsson er tað Stefan Radosavljevic, sum lyftir bóltin uppum Elias Rasmussen í Víkinga málinum og í málið - 1-0 til Suðringar.

 

59) 0-1

Víkingar skifta út: Hans Jákup Lervig avloysir Magnus Heinason.

 

66) 0-1

Víkingur hevur lotið undan í seinna hálvleiki. Víkingur roynir at leggja trýst á, og síðstu løtuna hava tað verið trý hornaspørk til heimaliðið, sum einki hevur fingið burturúr.

Suðringar ætla ikki at leggja seg aftur at verja.

 

71) 0-1

GULT KORT. Málverjin hjá Suðringum Milos Budakovic sær gult fyri at drála.

 

72) 0-1

Málskjúttin Stefan Radosavljevic er skaðadarvaður. Hann fær ikki runnið, og tað kann ikki vera øðrvísi, enn at hann verður skiftur út, hóast hann sjálvur so fegin vil halda fram á vøllinum.

 

75) 0-1

Suðringar skifta út: Teitur Krosslá Mortensen avloysir Stefan Radosavljevic. Tað endar við, at Milos Budakovic í málinum fær fatur á bóltinum.

Víkingur vinnur horna í høgru, sum Hanus Jacobsen tekur sær av.

 

80) 0-1

Skal tað eydnast Suðringum at vinna seg í hálvfinaluna fyri fyrstu ferð. Tað er spurningurin, sum tað í løtuni verður arbeitt uppá at svara í Sarpugerði. Suðringar eru framvegis væl skipaðir, og Víkingur megnar illa at leggja trýst á. Gestirnir eru eins tætt við at økja um leiðsluna, sum heimaliðið er at javna.

 

82) 0-1

So var Víkingur so tætt við at javna, sum heimamenninir ikki hava verið fyrr í dag at fáa mál. Hanus Jacobsen setti fótin undir bóltin, sum akkurát trillaði skeivu megin stólpan.

 

84) 0-1

Víkingur skiftir út. Nú fekk Tonni Thomsen møguleikan á vøllinum.

 

85) 0-1

Suðringar vinna horna, men tað spyrst einki burturúr.

So vinnur Víkingur horna, og bólturin verður stútaður á tvørtræið!

 

87) 0-2

0-2: Teitur Krosslá Mortensen

Eftir fínt skjótálop aftaná Víkinga horna er tað Isac Shaaze, sum skjótt førir bóltin fram. Í røttu løtuni spælir hann til innskifta Teit Krosslá Poulsen, sum snýtir rangstøðufelluna og síðani setir bóltin millum beinini á Eliasi Rasmussen í Víkinga málinum.

 

90) 0-2

Tríggir minuttir eru lagdir aftrat.

 

LIÐUGT

0-2

---

 

 

----

B36 – Skála kl. 14.00

Dómari: Lars Müller

B36: Trygvi Askham – Benjamins Heinesen, Andrias H. Eriksen, Odmar Færø, Alex Mellemgaard –Eli Falkvard Nielsen, Hugin Samuelsen - Hannes Agnarsson, Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen – Kaimar Saag

Venjari: Jákup á Borg

Skála: Karstin Hansen – Ari Olsen, Jákup Jakobsen, Ahmed Mujdragic, Bárður Danielsen – Niels Pauli Danielsen, Pætur Dam Jacbobsen, Teitur R. Joensen – Edvin Jakobsen, Brian Jakobsen, Heðin Klakstein

Venjari: Eyðun Klakstein

 

00) 0-0

Lars Müller er dómari í Gundadali.

 

00) 0-0

Í dag spæla B36 og Skála fjórðingsfinalu í steypakappingini. Somu liðini hittast aftur á sama vølli – ovara vølli í Gundadali – sunnudagin. Tá verður tað í landskappingini.

 

00) 0-0

Síðani 2-1 heimasigurin síðsta sunnudag ímóti 07 Vestur eru tvær broytingar á Skála liðnum. Nýggir á liðnum eru Teitur R. Joensen og Heðin Klakstein. Í dag eru Jannik Olsen og Andri Benjaminsen á beinkinum. Teir vóru sunnudagin millum teir fyrstu ellivu.

 

00) 0-0

B36 venjarin Jákup á Borg hevur gjørt tríggjar broytingar síðani 2-0 sigurin á útivølli ímóti NSÍ sunnudagin. Nýggir á liðnum eru Eli Falkvard NielsenBenjamin Heinesen og Hannes Agnarsson. Í dag eru Bjarni Petersen, Magnus Holm Jacobsen og Erlendur Magnusson á beinkinum. Í Runavík vóru teir millum teir fyrstu ellivu.

 

01) 0-0

Líkindini at spæla fótbólt eru góð, hóast ælingarnir onkra løtu eru sera frekir.

 

04) 1-0

1-0: sjálvmál

Eftir innlegg frá Benjamin Heinesen úr høgru tveitir Skála miðverjin Ahmed Mujdragic seg í roynd at stúta bóltin út til horna, men hann er óheppin og stútar bóltin í sítt egna mál.

 

08) 1-0

Hannes Agnarsson spurtar avstað í høgru, og støðan er góð, tá ið hann leggur innfyri til Kaimar Saag, sum ikki fær tað burturúr, sum hann átti.

Dómarin bríkslar, og tað kemur óvart á spælararnar. So vísir tað seg, at tað er hjálpardómarin Vinjard Dam, sum varð skaddur, tá ið hann spurtaði fyri at vera á linju við skjóta Hannes Agnarsson. Nýggjur hjálpardómari Jóhan Petur Michelsen.

 

13) 1-0

So fer bólturin aftur á rull. Harvið vera í minsta lagi fimm minuttir lagdir aftrat fyrra hálvleiki.

 

14) 1-0

B36 vinnur fyrsta hornasparkið, og tað endar við málsparki.

 

16) 1-0

B36 koyrir á. Uppspælið er ofta í høgru, har Hannes Agnarsson og álopshugaði vongverjin Benjamin Heinesen eru sera eyðsýndir. Nú legði Benjamin innfyri, men bólturin fór framvið øllum, sum vóru undir málinum.

 

20) 2-0

2-0: Lukasz Cieslewicz

Eftir at hava sneitt inn frá vinstru og framvið fleiri smekkar Lukasz Cieslewicz til. Kanska tekur bólturin í ein av skálamonnunum, og Karstin Hansen í Skála málinum verður snýttur.

 

23) 2-0

Hetta var ikki tann fyrsti fjórðingurin av tíðini, sum skálamenn høvdu vónað og ætlað sær. Gestirnir hava trupulleikar í at varðveita bóltin og samanspæla.

 

27) 2-0

So var aftur spent støða í Skála brotsteiginum. Miðvallarin Hugin Samuelsen roynir seg úr fimtan metrum og mitt fyri, men Karstin Hansen í Skála málinum bjargar.

 

31) 2-0

Fyri fyrstu ferð hevur Skála fatur á bóltinum í eina løtu, men tað spyrst einki burturúr.

 

34) 2-0

B36 er framvegis mest á bóltinum. Kanska hava heimamenninir tikið fótin eitt sindur at speedaranum.

 

40) 2-0

B36 hevur lotið undan, og tað ber við sær, at viðhvørt endar bólturin inni hjá Skála málverjanum, tá ið ætlanin er at leggja til fremstu álopsspælararnar.

 

45) 2-0

Sjey minuttir lagdir aftrat.

 

45+3) 2-0

Meinhard E. Olsen er leysur innanfyri verjuna. Hann verður hildin og nógv órógvaður, og tað luktaði ógvuliga nógv av brotssparki, men dómarin tagdi.

 

Hálvleikur

2-0

 

46) 2-0

Báðir partar hava skift út.

Hjá B36 hevur Erlendur Magnusson avloyst Meinhard E. Olsen.

Hjá Skála hevur Ólavur Mikkelsen avloyst Niels Paula Danielsen.

 

50) 2-0

Friðarlig fyrsta løta eftir steðgin. Um spenningur skal koma í, so er tað neyðugt, at Skála skjótt minkar um munin.

 

57) 2-0

Skálamenn spenna álopsbogan. Tað ber við sær, at teir eru oftari í og kring brotsteigin hjá heimaliðnum. Samstundis ber tað við sær møguleikan fyri, at Hannes Agnarsson hjá heimaliðnum skal renna frá verjuni.

 

62) 2-0

Magnus Holm Jacobsen avloysir Hugin Samuelsen á B36 miðvøllinum.

 

67) 2-0

Andreas Jacobsen avloysir Bárð Danielsen á vinstra vongverja hjá Skála.

 

75) 2-0

Skála vinnur horna í høgru. Innskifti Ólavur Mikkelsen tekur sær av tí, men tað spyrst einki burturúr.

 

GULT KORT. Heðin Klakstein hjá Skála fyri at hála Lukasz Cieslewicz niður.

 

82) 2-0

Í onkrum førum hava B36 spælararnir verið ígjøgnum ein ímóti einum, men tá hevur miðverjin Jákup Jakobsen víst seg at vera meistari í verjuspæli.

 

87) 2-0

Sámal Jákup Johannesarson avloysir Hannes Agnarsson hjá B36. Hetta er fyrsta ferðin, at Sámal Jákup er á besta liðnum.

 

90) 2-0

Tríggir minuttir lagdir aftrat.

 

90+3) 2-0

LIÐUGT

B36 hevur kvalifiserað seg at spæla hálvfinalu.

Skála verður aftur sunnudagin gestur hjá B36. Tá verður tað í landskappingini.

----