Hans í Norðradali: Pápin klagaði til kong og fekk 11 marka garð

Havnin var kirkjubygd hjá Norðradali. Hóast fjart frá Havnini vórðu fólk haðani tí eisini grivin á Svínaryggi. Tí kunnu vit eisini hava eitt sindur av Norðradals søgu í hesi røð

Óli Jacobsen
---

Undir einum gravsteini á Svínaryggi liggja hjúnini Anna Sophie (1849-1925) og Hans Johannes Simonsen (1847-1919), vanliga róptur Hans uppi í Stovu í Norðradali.
Tey vóru bæði úr Vestmanna. Hon var dóttir Hans Olesen og Kathrine Olesdatter. Hann var son­ur Maren Elisabeth Johannes­datter, 1813-1893 og Simon Peter Jo­hannesen (1809-1891), róptur gamli Símun í Toftum.
Hans og Anna Sofía giftust 30. no­vember 1871.
Pápi hansara hevði verið fyri vanbýti við einum garði í Vest­manna. Her var enntá klagað til kong. Símun hevði so fingið lovað, at hann í staðin skuldi fáa tann fyrsta tøka garðin.
Leingi var at bíða, men hetta endaði so við, at hann fekk í boði at vera uppsitari á sorin­skrivara­garðinum í Norðra­dali.
Men tá var hann blivin so gamal, at hann bjóðaði soninum, Hans, at taka við, og hetta gjørdi hann so.
Men hetta var ikki bara sum at siga tað, tí garðurin var í ringum standi. Tað verður sagt í ættini, at har vóru bara eini niðurdottin út­hús og ein ryssa.
Hans fór tískil umleið 1884 við sínum elsta soni, tí 12 ára gamla Hans, til Norðradals at fáa so mikið skikk á, at tað kundi vera búgv­andi.
Í Vestmanna høvdu tey fingið seks børn fødd frá 1872 til 1885. Eitt teirra var tá deytt.
Teirra fyrsta barnið í Norðradali verður føtt í 1887, so tað man vera í 1886, at tey eru farin til Norðradals. Har fingu tey seks børn afturat.
Hetta var ikki hissini garður, góð­ar 11 merkur. Hans var uppsitari hjá sorinskrivaranum Trane, og garð­urin var ein partur av hansara løn. Men Trane vildi heldur hava fasta løn frá statinum, tí segði hann garð­in frá sær. Tískil festi Hans garðin eftir at hava verið uppsitari í sjey ár.
Tað vóru tveir garðar í Norðra­dali. Hin garðurin var eitt sindur minni, og hann hevði tann kendi Andreas Reinert.
Andreas greiðir frá, at teir í Norðra­dali vóru frammanfyri sína tíð við millum annað at vaska seyð­in fyri lýs.
At koma úr stórstaðnum Vest­manna til Norðradals man hava verið vorðin sum broyting. Húsini vóru fá, tað var sera vindhart, og eisini var tað ókyrt. Tí var stórt sæð allur vøruflutningur til gongu til Havnar. Tá ið seyðurin skuldi slaktast varð hann allur rikin til Havnar, har handilsmenn keyptu hann livandi.

Børnini
Tey bæði fingu hesi 12 børnini:
1. Hans 1872-1955. Var ógiftur
2. Johanne Thomasia f. 1874, giftist við Morten Luther Hansen (1875-1951.) Eru fyrr umrødd í hesi røð. Tey fingu níggju børn, men trý teirra doyðu í góðum aldri sum vaksin.
3. Hansine Oline Jacobine (1875-1884). Hon doyði áðrenn tað var flutt til Norðradals, og er hon tískil jarðað í Vestmanna.
4. Simon Peter, f.1880, kallaður Símun, giftist við Johonnu Dortheu Joen­sen f. 1877. Tey fingu seks børn. Ein dóttir teirra var Henny,f. 1919, sum giftist við Ebbe Müller. Hans­ara ætt er umrødd í hesi røð og í Mið­vikuni. Ein sonur var Andrass í Norðradali.
5. Cathrina Marie 1882-1916, van­liga kallað Catrina. Hon var gift við Óla Reinert, vanliga nevndur Fløt Óli. Eitt av teirra børnum var Anna á Váli. Tá ið mamman doyði, fór Anna til Norðradals at búgva. Fyrst fór hon til mammubeiggjan Símun. Men seinni flutti hon til systkinabarn pápan, Óla Reinert, kendur sum sálmayrkjari. Anna hevði í 2002 eina áhugaverda frá­søgn í FF-blaðnum um sín upp­vøkstur í Norðradali. Anna er upp­kallað Anna Sofía eftir ommuni.
6. Hansine Oline Jacobine Pou­line, 1885-1961 vanliga nevnd Lina. Hon giftist við Rasmus Hansen, í Funn­ingsstovu (1883-1969) í Havn. Tey fingu 5 børn. Sonurin Peter Hans 1904-1982, fór til Canada, har hann giftist. Hansara børn hava fram­vegis samband við Føroyar. Ein sonur, Hans Karli f. 1910, er pápi Leiv Hansen, fyrrverandi býráðs­for­mann í Havn.
7. Maren Elisabeth Johanne Thea Sofie Frederikke f. 1887, vanliga kallað Betti. Hon giftist við Edvard Hjalt á Sandi, sum er kendur fyri at hava skrivað Sands søgu. Tey áttu fýra børn.
8. Albertine Ludvika f. 1889, van­liga nevnd Alla. Hon arbeiddi hjá Olaf Finsen, sum millum ann­að var apotekari. Hann flutti til Dan­markar í 1913 og Alla fór við familjuni niður. Hon var seymikvinna og bleiv verandi í Danmark. Hon bleiv gomul og giftist ikki.
9. Sigrid Marie f. 1891. Hon giftist við Emil Simonsen á Sandi 1894-1948. Tey fingu seks børn. Yngst av teimum var Sólvit f. 1933. Hann var kendur frá almenna orðaskiftinum. Sum tað seinasta av systkjunum doyði hann fyrr i ár.
10. Jacobine Christine Sofie Sim­on­sen f. 1892. Hon giftist við Ják­up Hans Jacobsen, sum búði við Dala­vegin. Tey fingu fimm børn.
Jákup Hans var eitt rætti­lig­ur ævintýrari. Í 1912 fór hann sam­an við Christian í Dali, loðsin­um, við motorbátinum Louisu til Køben­havn, har stór fiski­vinnu­stevna var hildin. Ferðin var annars av teimum ringu, lugar og motorrúm tilskalkað og róðursmaðurin íbundin. Stýrhús var einki tá á døgum, og ikki mundi vera hugnaligt niðri undir heldur enn á dekkinum.
Í 1940 var Danmark hertikið, og í Føroyum vóru nakrir fáir danir, ið vildu sleppa heim. Skipað var fyri at fara við Róki hjá Skipafelagnum og var Jákup Hans ein av manningini. Teir noyddust at leggja at á Eystur­landinum fyri at væla um motorin, og so víðari ta longu leið runt Kirke­næs, har ferðafólkið fór í land.
Og so ikki um at tala ferðina í 1952 við áttamannafarinum Tusk við Carl Johan Bech og Anders Hansen heilt til Helsinki.
11. Hanna Malena Jovina (1893-1895). Hon er deyð sum smágenta, og hon er tað einasta av systkjunum, sum er jarðað á Svínaryggi, kanska saman við foreldrunum, men tað vita vit ikki.
12. Johan Martin Simonsen f. 1897. Kona hansara kallaðist Lina. Tey fingu Hanus f. 1942, sum er giftur við Selmu f. 1947.
Johan kom sum tað yngsta av øllum systkjunum at taka garðin. Sonur hansara Hanus kom at taka við eftir hann. Hann er tískil tann einasti í hesi stóru ætt, sum kom at búgva í Norðradali. Tó er festið farið á aðrar hendur.
---
Komandi partur
Í komandi parti seinast í november verður greitt frá Jens Peter Weihe og hansara ætt.