Í Mykinesi er eingin rutina

Tað eru uttan iva tey, sum ikki á nakran hátt vildu droymt um at búsett seg í vestastu oyggj okkara. Men fyri 54 ára gomlu Helgu Lauritsen, sum varð fødd og uppvaksin her, er hetta øðrvísi: - Eg haldi als ikki, at tað er óinteressant at búgva her, sigur hon

Mykines: Tú skalt ikki hava stigið meiri enn inn um gátt í hesum gomlu húsunum niðarlaga í bygdini, so merkir tú hann beinanvegin. Hitan.

Eins hugnaligt og tað er úti fyri dyr, so hugnaligt er tað innanveggja her í barnaheimi hennara Handaná, tey nevna.

Hetta kemur heldur ikki av ongum, tí tvær umstøður skapa hetta: Tann menniskjansliga í blíðskapinum frá hjúnunum Helgu og Eddie Lauritsen. Tann likamligi frá heita kolkomfýrinum í køkinum.

Hesin komfýrur er hann, ið nærum kann hita upp køkin, men sum samstundis kann brúkast sum borð ella til at fáa tey enn óbakaðu breyðini at heva.

Í nánd av komfýrinum hevur hundurin funnið sítt fasta pláss. Eisini hann veit, hvar best man vera at uppihalda seg.

Her í barnaheiminum hjá Helgu gongur lívið sína føstu og róligu gongd. Uttanfyri heimið, bygdina, oynna er ferðin tó ein heilt onnur, og hetta ger sítt til at munurin millum Mykines og Havnina gerst størri og størri fyri hvønn dag sum gongur.

- Herúti er einki hjá fólki at liva av. Samfelagið er so nógv broytt tey seinastu árini, at fólk ikki, eins og áður kann liva av landbrúki.

- Soleiðis sum samfelagið er blivið í dag, sær ikki gott út fyri Mykines, staðfestir Helga Lauritsen.


Tríggir skúlar

Hóast bygdin bæði er vøkur og hugnalig, so býr ikki nógv fólk í Mykinesi á vetrartíð.

Um veturin eru tey kanska ikki meiri enn eini 12 í tali, men so skjótt sum tað fer at sumra, byrja fólk at flyta út aftur í vestastu oyggj okkara.

Ein dagin í juni mánaði, tá Sosialurin vitjaði í Mykinesi, hittu vit Helgu og mann hennara, Eddie inni í heimi teirra. Vit høvdu ikki sitið leingi, fyrrenn ein góður drekkamunnur við heimabakstri stóð á borðinum fyri okkum.

Inni í sama køki hevur Helga sjálv notið manga máltíðina og hevur borðreitt mangar ferðir fyri fólki, ið er komið á gátt.

Í uppvøkstrinum var hesin køkurin ein partur av barnaheimi og barnaárum hennara, í hesi bygdini, har hon og mong onnur børn vuksu upp.

Helga var í teirri hepnu støðuni, at tá hon vaks upp fyri fimmti árum síðani, vóru rættiliga nógv børn í bygdini. Sagt er, at hennara árgangur var sjáldsama stórur.

- Ja, hugsa tær til: Í dag eru bert tvey børn í Mykines skúla. Tá eg gekk í skúla vóru vit 21!

Tá í tíðini var vanligt at børnini gingu sjey tey fyrstu árini í bygdarskúlanum, og fóru síðani í framhaldsdeildina.

Summi teirra fóru til Sørvágs, meðan onnur fóru til Havnar. Helga sjálv tók alla runduna, um ein kann siga tað so.

- Eg var tað fyrsta árið í Havn, síðani eitt í Sørvági og gekk so triðja og seinasta árið í skúlanum á Giljanesi, sigur Helga við einum brosi.


Onnur verð í Hólmanum

Í eini grein í Sosialinum í farna mánaði varð greitt frá skúlagongdini, tá teimum báðum systkjunum og einastu skúlabørnunum í Mykinesi, Ronju og Hans Meinhard í Eyðansstovu.

Lærari teirra var Jákup í Løðu, sum nú er farin frá við eftirløn, men sum kortini var lærari teirra um hetta mundið. Jákup var eisini lærari, tá Helga í síni tíð gekk í Mykines skúla.

- Eg kann minnast, at vit høvdu vikarar fyri ein stóran part, og sum vóru eitt ár ísenn. Men tey seinastu árini í skúlanum, tá høvdu vit Jákup sum lærara, greiðir Helga frá.

Okkurt man hann hava lært næmingunum, tí nakað nógv ár seinni stóð Helga við einum høgum prógvi í hondini.

Eftir at børnini høvdu fingið frí úr skúlanum, spældu tey saman og vóru felags um mangt og hvat sum børn nú einaferð kunnu finna uppá.

Umframt børnini úr sjálvari bygdini, komu eisini børnini frá teimum trimum húskjunum, sum høvdu samband við vitan í Mykineshólmi, heim í skúlan.

- Skipanin var hon, at tey høvdu egnan lærara úti í Hólminum um veturin, men komu so í okkara skúla, tá veðrið gjørdist betri.

Eitt tað besta sum Helga visti, var at fara at ferðast út í Hólmin um vikuskiftini. Hetta ljóðar kanska ikki av nógvum í dag, men var í øllum førum ein spennandi uppliving tá.

- At fara út í Hólmin var sum at fara til eina heilt aðra verð, skal eg siga tær. Har høvdu tey bæði elektrisitet og sentralvarma, - nakað sum vit als ikki høvdu.

- So vit sóu veruliga fram til at fara út hagar at vitja, greiðir Helga frá.


19 ár og brúður

Barnaárini fingu ein enda og framhaldsskúlin var lokin, tá Helga gjørdist trúlovað við einum ungum manni.

Í dag man vera meiri sjáldsamt at ein 19 ára gomul genta verður gift, men tað var júst tað sum hendi í lívinum hjá Helgu, tá hon hitti Eddie.

Eftir at tey vóru gift fluttu tey út higar at búgva. Eitt skifti miðskeiðis í 80’unum var hon vikarur í Mykinesi og eisini í Gásadali.

Nøkur ár seinni – í 1989 – tók hon ta stóru avgerðina at setast aftur á skúlabonk, hesaferð fyri at útbúgva seg til sjúkrasystir sum tað kallaðist tá. Í dag eitur tað sjúkrarøktarfrøðingur.

Síðani hon fekk prógv sum sjúkrasystir hevur hon arbeitt á Ellisheiminum í Vágum, sum tað kallaðist fram til juli mánað í fjør. Tá broytti tað navn til »á Sýnini«.

- Her arbeiddi er til í vár, inntil eg kom út aftur higar at verða, sigur Helga.


“Til handils” 14. hvønn dag

Henda seinnapartin vit vitjaði Mykines, hevði Helga longu rokast óført innanveggja.

Hon ansaði tá nøkrum av ommubørnum sínum, men hetta forðaði henni ikki at hava gjørt døgurða til familjuna og ein góðan drekkamunn til tvey kaffityst umboð fyri tíðindatænastuna.

Umframt hetta hevði hon gjørt deiggj klárt til bakstur av breyði. Á kolkomfýrinum stóðu tríggir formar við deiggi, sum løtu seinni endaðu í bakarovninum.

Í dag er eingin handil í bygdini, og setur hetta sjálvandi síni krøv til tey, sum búgva fast herúti.

Vantar okkurt til dagliga húsarhaldið, eru bert tvinnandi møguleikar: Annaðhvørt má ein læna tað frá onkrum øðrum – ella gerst ikki við!

- Eg plagi at skriva niður á ein lista, tað sum eg mangli. So kann eg keypa inn í stórum soleiðis umleið 14. hvønn dag.

- Vit fáa so ikki gjørt tað øðrvísi. Hetta er bara nakað sum ein skal venja seg við, slær Helga fast.

Hóast onkur kundi trúð, at tað bæði er einsligt og lítið áhugavert at búgva á eini so fjarskotnari oyggj, so stuðlar Helga ikki teimum sum syngja í tí kórinum.

- Nei, eg haldi ikki at tað er so óinteressant at búgva í Mykinesi. Her er altíð okkurt at takast við, og tí verður tað ongantíð ber rutina fyri meg.

- Eg eri jú von við hetta og mær hevur altíð dámað væl her. Jú, eg befinni meg væl herúti. Eingin ivi um tað, sigur Helga Lauritsen at enda.