HB - EB/Streymur 1-2 (0-0)
1-0 Johan Troest Davidsen, 67.
1-1 Egil á Bø, 75.
1-2 Niels Pauli Danielsen, 81.
EB/Streymur er farið úr Gundadali við øllum trimum stigunum í dag. EB/Streymur vann dystin 1-2. Tað var annars HB, ið legði seg á odda um miðjan fyrra hálvleik, tá verjuleikarin Johan Troest Davidsen fekk skalla eitt hornaspark í málið. Stutt frammanundan hevði HB fingið eitt reytt kort, tá Heini Vatnsdal fekk beinleiðis reytt eftir stempling.
Tað eydnaðist tó EB/Streymi at venda dystinum. EB/Streyma veteranurin Egil á Bø javnaði fyri EB/Streym eitt korter undan leikloki og 7 minuttir fyri tíð legði Niels Pauli Danielsen EB/Streym á odda við framúr langskoti.
KÍ - ÍF 4-0 (2-0)
1-0 Ndende Adama Gueye, 32.
2-0 Johan Jacobsen, 40.
3-0 Ísak Simonsen, 73.
4-0 Páll Klettskarð, 90.
Í Klaksvík vann KÍ sannførandi 4-0 sigur á ÍF. Og 4-0 sigurin var fult í tráð við leikgongdina í dystinum. Ndende Adama Gueye, Jóhan Jacobsen, Ísak Simonsen og Páll Klettskarð skutu málini fyri KÍ.
KÍ vann seg sostatt tættari teimum ovaru plássunum við sigrinum í dag.
AB - Víkingur 0-3 (0-0)
0-1 Súni Olsen, 51.
0-2 Súni Olsen, 79.
0-3 Finnur Justinussen, 82.
Víkingur vann ein greiðan 0-3 sigur úti í Vika á Argjum í dag. Hóast AB síðsta vikuskiftið fekk eitt stig við sær úr Gundadali móti B36, var eingin ivi um, at Víkingur var greitt tað betra liðið á Argjum í dag.
Hálvleiksstøðan var tó 0-0, men í seinna hálvleiki kom Víkingur í gongd. Dagsins leikari á Víkinga liðnum var Súni, ið fekk 2 av málunum hjá Víkingi, meðan Finnur Justinussen skoraði tað seinasta málið fyri Víking.
Skála - B36 0-3 (0-1)
0-1 Alex Mellemgaard, 43.
0-2 Jákup á Borg, 49.
0-3 Rasmus Dan Sørensen, 88.
B36 skuldi reisa seg eftir javnleikin móti AB á heimavølli síðsta vikuskiftið og tað eydnaðist eisini. B36 vann ein greiðan 0-3 sigur á Skála. Málskjúttar hjá B36 vóru Alex Mellemgaard, Jákup á Borg og Rasmus Dan Sørensen. Sostatt økti B36 um munin við HB og eru teir nú 5 stig á odda í Effo-deildini.
B68 - NSÍ 0-2 (0-0)
0-1 Andy Olsen, 59.
0-2 Árni Fredriksberg, 78.
Grannauppgerðin á Svangaskarði millum B68 og NSÍ endaði við einum 0-2 sigri til útiliðið NSÌ. NSÍ legði seg á odda tíðliga í seinna hálvleiki, tá Andy Olsen legði NSÍ á odda úr skjótálopi. B68 royndi at trýsta stóran part av seinna hálvleiki, men móti leikgongdini í seinna hálvleiki eydnaðist tað NSÍ at økja um leiðsluna. Tað var Árni Fredriksberg, ið skoraði seinna málið fyri NSÍ.
Støðan í Effo-deildini eftir 12 umfør:
1. B36 30 stig
2. HB 25 stig
3. NSÍ 20 stig
4. EB/Streymur 19 stig
5. Víkingur 18 stig
6. KÍ 16 stig
7. ÍF 13 stig
8. B68 9 stig
9. AB 8 stig
10. Skála 5 stig
B68 - NSÍ byrja klokkan 19:00
90 minuttir liðugt: Dysturin á Svangaskarði er liðugur og endaði hann 0-2 til NSÍ. Hóast B68 royndi at trýsta nógv í seinna hálvleiki fyri at fáa útjavnandi málið, megnaði NSÍ at sekta B68 í einum snarálopi.
83 minuttir: Mads Rosenberg royndi seg við góðum fluktara, men enn einaferð bjargaði Andras Gango í NSÍ málinum.
MÁÁL 0-2, Árni Fredriksberg, 78 minuttir: Ímóti leikgongdini síðstu løtuna hevur NSÍ lagt seg á odda 0-2. Tað er Árni Fredriksberg, ið gjørdist leysur við B68 málverjanum.
77 minuttir: Eftir framúr væl spælt álop slapp Óli Olsen til besta møguleikan í seinna hálvleiki, men Andras Gango bjargaði meistarliga.
75 minuttir: B68 hevur aftur havt góðan møguleika og enn einaferð er tað Jonleif Højgaard, ið ger um seg. Eftir gott einmansavrik slapp Jonleif til skot, men á ein merkiligan hátt eydnaðist tað Andras Gango at sita á bóltinum.
70 minuttir: B68 roynir at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið, meðan NSÍ roynir at fáa ferðina úr dystinum.
62 minuttir: Við góðum uppleggið frá Jonleif Højgaard hevur Ovi Brim misnýtt risamøguleika fyri B68. Frá 5 metrinum sendi Ovi Brim bóltin uppum málið.
MÁÁL 0-1 til NSÍ, Andy Olsen, 59 minuttir: Nú hevur NSÍ lagt seg á odda á Svangaskarði. Eftir fríspark til B68, eydnaðist tað NSÍ at fara í snarálop, har Andy Olsen setti bóltin trygt í netið.
55 minuttir: Jonleif Højgaard hevur roynt seg við góðum einmansavriki, men Andras Gango vardi fyri.
47 minuttir: Seinni hálvleikur á Svangaskarði er byrjaður og tað eru gestirnir úr NSÍ, ið hava fingið eina betri byrjan uppá seinna hálvleik.
45 minuttir hálvleikur: Tað er javnleikur á Svangaskarði í hálvleikinum. NSÍ er tó tað liðið, ið hevur havt teir vandameiru møguleikarnar.
41 minuttir farnir: Tað sæst at tað er eitt grannabrak. Nógvir intensir nærdystir og onkur gul kort hava verið á lofti.
33 minuttir: NSÍ hevur hug at trýsta meir enn B68. Jann Martin Mortensen hevur júst rakt stongina.
32 minuttir: Tað er framvegis einki mál komið á Svangaskarði. Tað leikar javnt á og álopini fara báðar vegir.
20 minuttir: Tað er NSÍ, ið trýstir meira í løtuni. Fleiri ferðir eru vandamiklar støður við at spyrjast burturúr, men enn er málleyst á Svangaskarði.
12 minuttir: NSÍ hevur havt besta møguleikan higartil í dystinum. Tað var Jann Martin Mortensen, ið gjørdist leysur við málverjanum Ragnari Lindholm, men bólturin fór framvið málinum.
B68 4-4-2: Ragnar Lindholm - Kristian Anton Andreassen, Jóhan Dávur Højgaard, Ovi Brim, Bjarki Johannesen - Andrias á Líknargøtu, Jann Ingi Petersen, Hákun Edmundsson, Mads Rosenberg - Óli H. Olsen, Jonleif Højgaard
NSÍ 4-5-1: Andras Gango - Jonhard Fredriksberg, Per Langgaard, Jens Joensen, Einar Tróndargjógv - Andy Olsen, Magnus Olsen, Sjúrður Jacobsen, Árni Fredriksberg, Jann Martin Mortensen - Klæmint Olsen.
Skála - B36 byrja klokkan 18:00
90 minuttir liðugt: Dysturin á Skála er liðugur og B36 vann ein greiðan 0-3 sigur. Sostatt er B36 á fyrsta plássið við 5 stigum niður til nummar 2, ið er HB.
MÁÁL 0-3 til B36, Rasmus Dan Sørensen, 90 minuttir: Nú er B36 á odda 0-3 á Skála. Tað er Rasmus Dan Sørensen, ið hevur økt um munin.
MÁÁL 0-2 til B36, Jákup á Borg, 63 minuttir: Nú hevur B36 lagt seg á odda 0-2 á Skála. Tað er B36 liðskiparin Jákup á Borg, ið hevur økt um munin eftir eina verjuvillu í Skála verjuni.
57 minuttir: Støðan á Skála er framvegis tann sama. B36 er á odda 0-1.
45 minuttir hálvleikur: Tað er hálvleikur á Skála og oddaliðið B36 er á odda 0-1. Tað hevur annars verið ein javnur fyrri hálvleikur.
MÁÁL 0-1 til B36, Alex Mellemgaard, 45 minuttir: B36 hevur lagt seg á odda stutt undan hálvleiki. Tað er vinstri bakkurin Alex Mellemgaard, ið hevur lagt B36 á odda eftir upplegg frá Adeshina Lawal.
31 minuttir: Tað gongur javnt fyri seg á Skála. Enn spyrjast teir heilt stóru málmøguleikarnir ikki burturúr.
12 minuttir: Tað er málleyst á Skála aftaná 12 teir fyrstu minuttirnar.
Skála 4-5-1: Mark Ryutin - Teitur R. Joensen, Petur Pauli Mikkelsen, Pætur D. Jacobsen, Jákup Jacobsen - Edvin Jacobsen, Andras Fredriksberg, Ólavur Mikkelsen, Jákup Johansen, Holgar Durhuus - Brian Jacobsen
B36 4-4-2: Tórður Thomsen - Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard - Jákup á Borg, Klæmint Matras, Róaldur Jakobsen, Hanus Thorleifsson - Lukasz Cieslewicz, Adeshina Lawal
AB - Víkingur byrja klokkan 17:15
90 minuttir liðugt: Dysturin á Argjum er liðugur og endaði 0-3 til Víking. Sostatt nærkast Víkingur alsamt oddinum, av tí at HB fyrr í dag setti 3 stig til á heimavølli móti EB/Streymi.
MÁÁL 0-3, Finnur Justinussen, 82 minuttir: Nú er Víkingur á odda 0-3 á Argjum. Tað er málslúkurin á Víkinga liðnum Finnur Justinussen, ið hevur lagt Víking á odda 0-3.
MÁÁL 0-2, Súni Olsen, 79 minuttir: Nú hevur Víkingur lagt seg á odda 0-2 og aftur hesaferð var tað Súni Olsen, ið fekk málið fyri Víking. Dysturin sær út til at nærkast eini avgerð.
75 minuttir: AB roynir at spenna álopsbogan, men enn er Víkinga leiðslan trygg. Víkingarnir síggja út til at vera nøgdir við at vera á odda 0-1.
65 minuttir: Víkingur hevur aftur roynt seg við góðari frísparksroynd. Tað var Súni Olsen, ið skeyt stutt omanfyri málið.
MÁÁL 0-1 til Víking, Súni Olsen, 50 minuttir: Eftir framúr góða avlevering gjørdist Súni Olsen leysur og hann setti bóltin trygt í netið aftanfyri Heðin Stenberg. Støðan er sostatt 0-1 til Víking.
45 minuttir hálvleikur: Tað er hálvleikur á Argjum. Enn er einki mál komið. Liðini eru mest vandamikil eftir deyðbóltar.
44 minuttir: Dysturin á Argjum er tamur. Tað er Víkingur, ið er meira á bóltinum, men Víkingarnir hava tað trupult við at skapa møguleikar. AB fær samstundis lítið burturúr teirra støðum eftir deyðbóltum.
32 minuttir: Súni Olsen hevur roynt seg við góðari frísparksroynd, men AB málverjin Heðin Stenberg vardi væl fyri.
28 minuttir: Enn er málleyst á Argjum. Vìkinga leikararnir hava tað trupult við at skapa vandamiklar støður, meðan AB við Jóan Símuni Edmundsson eru vandamiklir uppá skjótálop.
18 minuttir: AB hevur havt ein góðan møguleika. Tað var Jóan Símun Edmundsson, ið var nær við at leggja AB á odda 1-0.
6 minuttir: Líkindini at spæla fótbólt á Argjum eru av teimum fagrastu. Enn er dysturin tamur.
AB 4-5-1: Heðin Stenberg - Martin Midjord, Dimiti Jankovic, Sorin Anghel, Beinir Ellefsen - Jónas Stenberg, Kári Nielsen, Hørður Mohr, Jobin Drangastein, Dion Splidt - Jóan Símun Edmunsson
Víkingur 4-5-1: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Gunnar Vatnhamar, Súni Olsen, Hallur Hansson, Filip Djordjevic, Heðin Hansen - Finnur Justinussen
HB-EB/Streymur klokkan 15:00
90 minuttir liðugt: EB/Streymur fekk fulla úrtøku í Gundadali í dag. Dysturin endaði 2-1 til EB/Streym, hóast HB hevði lagt seg á odda í seinna hálvleiki við einum manni í undirtali. Hetta var samstundis eisini fyrsti ósigurin hjá HB í Effo-deildini í ár.
89 minuttir: Nú hevur HB aftur skift út. Símun Samuelsen er komin á vøllin.
MÁÁL 2-1 til EB/Streym, Niels Pauli Danielsen, 83 minuttir: Nú er EB/Streymur á veg úr Gundadali við øllum. Tað er miðvallarin Niels Pauli Danielsen, ið við framúr góðum langskoti hevur lagt EB/Streym á odda 2-1.
MÁÁL 1-1, Egil á Bø, 76 minuttir: Nú hevur EB/Streymur javnað. Tað er veteranurin á EB/Streyma liðnum Egil á Bø, ið hevur fingið útjavnandi málið við skallara.
MÁÁL 1-0 til HB, Johan Troest Davidsen 67 minuttir: Nú hevur HB lagt seg á odda. Eftir hornaspark hevur Johan Troest Davidsen lagt HB á odda 1-0.
65 minuttir: Tað sæst ikki at HB spælir við einum manni færri. Tað er HB, ið er tættari einum málið enn EB/Streymur.
60 minuttir: HB hevur fingið reytt kort. Tað er miðvallarleikarin Heini Vatnsdal, ið hevur fingið beinleiðis reytt kort eftir stempling.
58 minuttir: HB fremur sína fyrstu skifting í dystinum. Alex José dos Santos fer av vøllinum og í hansara stað kemur Pál Mohr Joensen.
46 minuttir: Páll Augustinussen hevur bríkslað í gongd aftur í Gundadali.
45 minuttir hálvleikur: Nú er hálvleikur í Gundadali og enn er einki mál komið. Tað hevur tó verið undirhaldandi í Gundadali, har bæði liðini hava havt vandamiklar møguleikar. Tað er tó EB/Streymur, ið hevur havt teir størru møguleikarnar. Merkisvert er, at EB/Streymur hevur mist tveir mans av vøllinum við skaða. Tað eru Jónas Tór Næs og Marni Djurhuus, ið eru farnir av vøllinum.
45 minuttir: Nú hevur EB/Streymur mist enn ein mann við skaða. Tað er royndi verjuleikarin Marni Djurhuus, ið er farin av vøllinum við skaða og í hansara stað er komin Hanus Olsen.
30 minuttir: Nú hevur HB havt ein góðan møguleika eftir hornaspark. Tað var Johan Troest Davidsen, ið fekk skot á, men hann rakti beint á EB/Streyma málverjan René Tórgarð.
20 minuttir: Enn einaferð hevur EB/Streymur misnýtt stóran møguleika. Niels Pauli Danielsen kom í góða støðu, men fekk ikki skot á bóltin og tí spurdist einki burturúr.
17 minuttir: EB/Streymur hevur aftur misnýtt stóran møguleika. Hans Pauli Samuelsen gjørdist leysur og royndi at lyfta bóltin uppum málverjan hjá HB, men HB verjuleikari fekk bjarga í málteiginum.
10 minuttir: EB/Streymur hevur misnýtt ein risamøguleika. Pól Jóhannus Justinussen streyk avstað í vinstru síðu, men innleggið streyk framvið og fór út til hornaspark.
8 minuttir: EB/Streymur hevur longu framt sína fyrstu útskifting. Landsliðsleikarin Jónas Tór Næs er farin av vøllinum við skaða og inn ístaðin er komin Høgni Madsen. Tað er annars HB, ið hevur eina betri byrjan uppá dystin í Gundadali.
HB 4-2-3-1: Teitur M. Gestsson - Bartal Wardum, Rógvi Holm, Johan T. Davidsen, Alex José dos Santos - Tróndur Jensen, Fróði Benjaminsen - Kristin R. Mouritsen, Heini Vatnsdal, Levi Hanssen - René S. Joensen
EB/Streymur 4-5-1: René Tórgarð - Jónas T. Næs, Egil á Bø, Gert Hansen, Rógvi E. Nielsen - Pól Jóhannus Justinussen, Marni Djurhuus, Niels Pauli Danielsen, Hans Pauli Samuelsen, Gunnar Zachariassen - Leif Niclasen
KÍ - ÍF klokkan 15:00
90 minuttir liðugt: Dysturin í Klaksvík er liðugur. KÍ vann greiðan 4-0 sigur á ÍF. Sostatt hevur KÍ meldað seg við í kappingina aftur um tey ovaru plássini. Sigurin var fult í tráð við leikgongdina.
MÁÁL 4-0 til KÍ, Páll Klettskarð, 90 minuttir: KÍ vinnur sannførandi í dag. Nú hevur KÍ liðskiparin Páll Klettskarð lagt KÍ á odda 4-0 eftir upplegg frá Heðini á Lakjuni.
76 minuttir: Ari Ellingsgaard er farin av vøllinum og Dánjal á Lakjuni er komin inn ístaðin. KÍ hevur somuleiðis eisini gjørt eina broyting. Rodrigo Silva er farin av vøllinum og Gunnar Christiansen er komin inn ístaðin.
MÁÁL 3-0 til KÍ, Ísak Simonsen, 75 minuttir: Nú er KÍ á odda 3-0. Tað er Ísak Simonsen, ið hevur lagt KÍ á odda 3-0 við framúr langskoti.
71 minuttir: ÍF hevur havt sín størsta møguleika í dystinum. Frank Poulsen kom at standa væl fyri í feltinum, men rakar bóltin illa.
66 minuttir: Tað er framvegis 2-0 til KÍ, men nú hevur ÍF júst havt ein stóran møguleika til Clayton Soares.
65 minuttir: KÍ hevur framt sína fyrstu útskifting. Álvur Christiansen er farin av vøllinum og inn ístaðin er komin Ísak Simonsen.
61 minuttir: ÍF hevur framt tvær skiftingar nú. Jan Ellingsgaard og Frank Poulsen eru komnir inn á ÍF liðið. Út eru farnir Kristoffur Jakobsen og Bogi Reinert Petersen.
51 minuttir: Páll Klettskarð hevur misnýtt risa møguleika frá 5 metrinum. Skallarin fór framvið málinum.
46 minuttir: Teir eru farnir í gongd aftur í Djúpumýru. Eingin broyting er framd í hálvleikinum.
45 minuttir hálvleikur: Nú er hálvleikur í Klaksvík. KÍ er á odda 2-0 og tað er í tráð við leikgongdina.
MÁÁL 2-0 til KÍ, Jóhan Jacobsen, 39 minuttir: Rodrigo Silva royndi seg við langskoti, ið brast á stongina og Jóhan Jacobsen var fyrstur á retur bóltinum. Sostatt er KÍ á odda 2-0 nú.
MÁÁL 1-0 til KÍ, Ndende Adama Gueye 31 minuttir: Eftir hornaspark hevur KÍ lagt seg á odda. Bólturin bleiv skotin í aftara økið, har Páll Klettskarð skallaði uppá mál. Hallgrím G. Hansen bjargaði, men Ndende var fyrstur á retur bóltinum og legði KÍ á odda 1-0.
20 minuttir: Eftir eina betri KÍ byrjan, er ÍF nú komið betur við í dystin. Enn er einki mál tó komið.
7 minuttir: Páll Klettskarð hevur roynt seg við skotið úr spískari støðu. Tað er annars KÍ, ið hevur fingið eina betri byrjan uppá dystin.
KÍ 4-4-2: Meinhardt Joensen - Jóhan Jacobsen, Sørmundur Kalsø, Atli Danielsen, Heðin á Lakjuni - Ndende Adama Gueye, Heðin Klakstein, Ivan Joensen, Álvur Christiansen - Rodrigo Silva, Páll Klettskarð
Bonkur: Kristinn Akursmørk, Tórur Justesen, Ísak Simonsen, Gunnar Christiansen, Henry Heinesen.
ÍF 4-4-1-1: Hallgrím G. Hansen - Leivur Joensen, Poul N. Mikkelsen, Høgni Zachariassen, Fritleif í Lambanum - Ari Ellingsgaard, Karl Løkin, Bogi R. Petersen, Nenad Saric - Kristoffur Jakobsen - Clayton Soares
Bonkur: Jákup Mikkelsen, Frank Poulsen, Jan Ellingsgaard, Dánjal á Lakjuni, Arnold Kristiansen.