Í hesum døgum verða stovnsplássini í heyst givin teimum hepnu. Tíverri er støðan í høvuðsstaðnum, at tað enn eru alt ov fá ansingarpláss. Kommunan hevur seinasti árini útvega fleiri nýggj ansingarpláss [...] seta kommunuskattin niður. Vit í foreldrafelagnum halda, at tað má raðfestast øðvísi. Setið tykkum sum mál at fáa marruna hjá smábarnafamiljum í Havn loysta. Setið æru í at seta tykkara merki á Havnina: [...] gjørt við barnaansingina í Havn? Hevur tú fingið at vita, at onki pláss er til títt barn í ár? So er Foreldrafelagið rætta staðið fyri teg. Aðalfundurin hjá Foreldrafelagnum verður í Mettustovu 8. mai 2000
Í døgunum 21.-23. juli verður Ítróttarhøllin á Hálsi í Havn aftur karmur um stóru summarsølustevnuna Hendur og Hugflog, sum varð hildin fyrstu ferð í 1997. Høvuðsdenturin verður lagdur á at fáa luttøku [...] mennast í handaverkinum. Roynt verður at menna samstarvið við grannalondini, og eitt úrslit av hesum er, at fýra føroyskt handverksfólk júst í hesum døgum hava luttikið á líknandi framsýning í Íslandi [...] Íslandi, og at vit í ár hava boðið handverkarum úr Íslandi og Hetlandi at luttaka á stevnuni. Tað hevur stóran týdning fyri sølustevnuna, at hon er fjøltáttað og at hon hevur eitthvørt nýtt at bjóða á hvørjum
Thomsen á fyrsta sinni fyri GÍ mikukvøldið, og sum skilst, er avtala gjørd um, at danin í øllum førum verður við GÍ, tað sum eftir er av fyrru kappingarhálvu. Sum nevnt, so hava gøtumenn havt sera góð úrslit [...] Heldur óvæntað eru tað tey bæði høvuðsstaðarliðini, sum fyribils hava lagt seg á odda í landskappingini. Ikki minni óvæntað eru føroyameistararnir úr KÍ at finna í kriminella økinum, hóast tað ikki kann rokanast [...] um vikuskiftið, sum í fleri førum tykjast at gerast rættuliga spennandi. Hóast tað enn eru tvey lið, sum hava fult stigatal, so eru tó ikki tekin um, at liðini enn eru farin at ganga í hvør sínum bólki
rúkara-einsemið, sum annars hevur eyðkent hesi lond (og Føroyar fyri tað) í nógv ár. Men sum ikki einaferð eru vit føroyingar eftirbátar, sum leggja okkum í øvugta borðið og standa í skerandi kontrast [...] Sjálvsagt eitur tað Løgtingsumboðið. Umboðsmaður er í sær sjálvum ein anakronisma. Fyri tað fyrsta er heitið ?Løgtingsumboð? bæði vakurt og fevnandi. Fyri tað næsta er tað ikki stolið úr donskum (og tað átti at [...] góðsku í hesum døgum!). Í triðja lagi er ?umboð? hvørkikyn og kann bendast, um so var, at ein kvinna varð sett í starvið. Vit kenna dømið ?løgtingsmaðurin Lisbeth ..er hørm um..?! Í fjóðra lagi er tað ómetaliga
helt fyri, at ein so góðan dag sum í gjár, átti tað at verið, sum tað var í gomlum døgum í Tinganesi, tá tingarbeiðið var undir opnum himli í Tinganesi. Og hví ikki tað. Medvitið um politiska arbeiðið [...] Rógvi á, hvussu føroyingar í gomlum døgum hildu ting. Hann helt, at vit, sum liva nú á døgum, kunnu læra okkurt av, hvussu teir gomlu hittust, viðgjørdu spurningar og dømdu. Í blaðhúsinum á Argjum varð [...] blaðarbeiði. Hvussu tað hevur verið í farnum tíðum, hvussu tað er nú, og hvussu skjótt alt broytist. Tá næmingarnir fóru frá okkum, skuldu teir í Løgtingið at lurta, meðan landsstýrismenn í góðveðrinum svaraðu
ólóglig søla fer fram í Føroyum. ? Hyggja vit at søluni av tí, sum verður givið út í Føroyum í dag, so sæst, at tað eru sera fáar fløgur, sum selja meiri enn 1.500 eintøk. Fyrr hendi tað sum einki, at vit seldur [...] góðskan í dag er so nógva ferðir betri. Trupulleikin er til staðar Kortini er tað nakað, sum bendir á, at tað er ein trupulleiki. Gissur Patursson, stjóri í 3?aranum, sigur, at tað er einki at ivast í, at [...] vita hvat tað er, og uppaftur færri vita, hvat tað merkir. Men í veruleikanum er tað nakað, sum spakuliga kann grava botnin undan føroyskari tónleikaframleiðslu. Ikki sjálv MP3-fílan, men tað at hon kann
og loyva "cookies". Nógv verður í hesum døgum tosað um trygdina í Windows 98, og Bill Gates stendur aftur fyri skotum. Tað vísir seg at verða sera lætt at bróta inn (hacka) í Windows 98, meðan tú er á [...] óseka í hesum fyribrigdi, men tað er úlvur í seyðaskinni. Vanliga innihaldið í einum "cookies" eru upplýsingar sum gera at heimasíðan kann kenna teg, tá tú vitjar aftur. Nakrir alnethandlar brúka eisini "cookies" [...] innkeypskurv. Hetta er ein hjálp í summum førum og ger tað skjótari at leita runt á alnetinum. Um tú hyggur í mappuna "WindowsCookies", sær tú eina rúgvu av smáum tekstfílum, sum byrja við tínum navni, einum
at nettupp tað landið, sum so mong av okkum síggja upp til og sum eisini hevur valt at prýða seg við heitinum ?Gods own country? skal vera tað landið í sokallaða siviliseraða heiminum sum ber seg mest [...] heldur tað lív í blómandi vápnaídnaðinum. TAÐ lovar so sanniliga ikki gott, at republikanarin Bush stendur til at vinna komandi forsetaval í USA. Verða mannarættindafelagsskapir í dag ikki hoyrdir í nóg stóran [...] við at taka fólk av døgum. Deyðarevsing er ikki sambarilig við eitt nútímans siviliserað samfelag. Kortini eru vit vitni til, at statir í USA í støðugt størri mun taka fólk av døgum. Í hevnisøku verða m
kilometrar. Hin bilurin, sum varð á verkstaði týsdagin, verður settur hálvan mai, um hann ikki verður gjørdur í stand áðrenn tað. Í gjár var ongin sjúkrabilur í Klaksvík. Tann, sum breyt aksilin, er settur [...] sjúkrabilurin var av oynni í sjúkraørindum. Tað er púra vanligt, at sjúkrabilarnir í Klaksvík eru av oynni, tá sjúklingar skulu flytast. Um ein ólukka hendi í norðoyggjum í gjár, stóð ein Mazda-vøruvongur [...] bilunum, so hann verður í góðum standi. Hetta heldur hann fer at bøta munandi um støðuna við sjúkraflutninginum í norðoyggjum. Vit hava tó skilt á lagnum, at støðan við sjúkrabilunum í Klaksvík er álvarsom
elva til fleiri lógarbrot. Men tað gjørdi tað ikki hjá okkum í nítiárunum. Men Jón Klein Olsen sigur, at tað gongur nógv upp og niður við lógarbrotum. ? Tað býr so lítið fólk í Føroyum, og hagtøl broytast [...] harðari, tí tað vóru eisini onkur stór mál fyrr. Hann minnist eitt nú bankaránið í Kollafirði og á Norðskála og innbrotið í Tinganesi, tá ið ein ørgrynna av brennivíni varð stolið. Men tað er í hvussu so [...] so er eitt, sum ikki slepst undan. Og tað er, at í seinastuni eru lógarbrotini, har børn eru misbrúkt, økt munandi í tali. ?Ja, tað er øguliga skelkandi, ásannar Jón Klein Olsen. Men hann veit ikki, hvussu