Eyðun Klakstein
Týsdagin var eitt ferðsluóhapp í Klaksvík. Sjúkrabilur varð boðsendur eftir einum 14 ára gomlum drongi, sum varð yvirkoyrdur, men bilurin kom ongantíð vegin fram.
Undir neyðsendarkoyringini breyt sjúkrabilurin aksilin og slapp ikki av staðnum. Hin sjúkrabilurin, sum er knýttur at Klaksvíkar Sjúkrahúsi, var á verkstaði.
Hann var í skundi boðsendur á ólukkustaðið, men áðrenn hann kom vegin fram, var drongurin fluttur á skaðastovuna í persónbili.
Drongurin var á rulliskoytum, tá hann varð ákoyrdur av einum bili við Mylnutún. Tann 14 ára gamli breyt armin og fekk aðrar smærri snuddir, tá hann eftir samanbrestin við bilin varð slongdur tríggjar metrar eftir vegnum.
Vit hava skilt á lagnum, at skaðin ikki var álvarsligur, og at drongurin hevur tað gott.
Gamlir og slitnir
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur tveir sjúkrabilar, men báðir eru gamlir og slitnir.
Bilurin, sum breyt aksilin undir neyðsendarkoyringini týsdagin, hevur koyrt yvir 400.000 kilometrar.
Hin bilurin, sum varð á verkstaði týsdagin, verður settur hálvan mai, um hann ikki verður gjørdur í stand áðrenn tað.
Í gjár var ongin sjúkrabilur í Klaksvík. Tann, sum breyt aksilin, er settur, meðan hin sjúkrabilurin var av oynni í sjúkraørindum. Tað er púra vanligt, at sjúkrabilarnir í Klaksvík eru av oynni, tá sjúklingar skulu flytast.
Um ein ólukka hendi í norðoyggjum í gjár, stóð ein Mazda-vøruvongur klárur at fara avstað. Í vøruvogninum er nakað av útgerð og ein børa, men hann er als ikki egnaður til sjúkraflutning og verður bert nýttur av neyð.
Fáa ein nýggjan bil
Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur, at sjúkrahúsið fær ein nýggjan sjúkrabil innan stutta tíð, og ætlanin er at umvæla annan av teimum gomlu bilunum, so hann verður í góðum standi.
Hetta heldur hann fer at bøta munandi um støðuna við sjúkraflutninginum í norðoyggjum.
Vit hava tó skilt á lagnum, at støðan við sjúkrabilunum í Klaksvík er álvarsom, og at trupulleikarnir ikki til fulnar verður loystir við einum nýggjum bili.
Hendingin týsdagin hevði ongar álvarsamar fylgjur við sær, men støðan kundi verið ein onnur, um talan var um eitt størri óhapp.