? Gongdin í seinastu hevur verið keðilig. Men vónandi broytist gongdin aftur.
Sigur Jón Klein Olsen á politistøðini í Havn.
Hann er stutt síðani útnevndur til varapolitiinspektør, ístaðin fyri Suna Vinther, sum herfyri fór frá fyri aldur. Sostatt er hann leiðari á ?útrykningsdeildini? politistøðini-tað eru politistarnir í eyðkennisbúna.
Harumframt er hann varaleiðari hjá Una Vestureið, sum er politiinspektørur.
Hin deildin á politistøðini er kanningardeildin, ella kriminaldeildin, har Bergleif Brimvík er leiðari.
Jón Klein Olsen fór á politistaskúla í 1978 og kom til Føroyar at arbeiða sum politistur í 1981.
Síðani hevur hann arbeitt her, uttan eitt stutt skifti, tá ið hann varð sendur til Jugoslavia, sum var.
Ikki nógv broytt
Hesi næstan 20 árini, Jón Klein Olsen hevur verið politistur, hava verið størstu uppgangstíðir og ringastu niðurgangstíðir í Føroyum nakrantíð.
Men hóast tíðirnar hava verið ógvuliga skiftandi, heldur hann ikki, at kriminaliteturin er nógv øktur.
?Tá ið tíðirnr versna, eru tað nógv sum eru bangin fyri, at tað fer at elva til fleiri lógarbrot. Men tað gjørdi tað ikki hjá okkum í nítiárunum.
Men Jón Klein Olsen sigur, at tað gongur nógv upp og niður við lógarbrotum.
? Tað býr so lítið fólk í Føroyum, og hagtøl broytast øgiliga skjótt, tá ið tað er smá tøl, vit arbeiða við. So tað ber ikki til at koma til ov avgjørdar niðurstøður, hóast tølini fyri eitt ávíst slag av lógarbrotum broytast nógv frá einum ári til eitt annað, tí tað skal sera lítið til at broyta hagtølini.
Hann ivast eisini í, um kriminaliteturin er øðrvísi nú, enn hann hevur verið.
?Í síðstuni hevur gongdin verið keðilig.
? Men eisini tað gongur upp og niður og vit kunnu bara vóna, at hetta ikki eru tekin um, at kriminaliteturin yvirhøvur er blivin harðari, tí tað vóru eisini onkur stór mál fyrr.
Hann minnist eitt nú bankaránið í Kollafirði og á Norðskála og innbrotið í Tinganesi, tá ið ein ørgrynna av brennivíni varð stolið.
Men tað er í hvussu so er eitt, sum ikki slepst undan. Og tað er, at í seinastuni eru lógarbrotini, har børn eru misbrúkt, økt munandi í tali.
?Ja, tað er øguliga skelkandi, ásannar Jón Klein Olsen. Men hann veit ikki, hvussu tað ber til, at lógarbrotini eru blivin so nógv fleiri nú á døgum.
? Tað verður aldrin til annað enn gitingar.? Støðan kann vera, at hesi lógarbrotini hava altíð verið, men at fólk eru blivin meiri tilvitað um tey og gera meiri av av melda.
? Talan kann eisini vera um, at tey, sum hava verið fyri slíkum ágangi, fáa størri dirvi at melda, táið tey hoyra um onnur mál, har fólk verða dømd fyri líknandi lógarbrot.
Og tað kann eisini verða, at tey í veruleikanum eru økt í tali.
Sjálvur heldur Jón Klein Olsen, at tað kann vera, at tað hava ikki verið so nógv lógarbrot av hesum fyrr.
?Fyrr vóru húsini nógv smærri.
? Húskini vóru eisini størri, við fleiri ættarliðum undir sama taki. ? Fólk livdu tætt saman, ofta fleiri sama rúmi, at tað lá kanska ikki so væl fyri at fremja hetta slagið av lógarbrotum.
Nú eru húsini nógv størri, húskini smærru, so umstøðurnar eru nógv broyttar.
? Men hetta verður so ikki annað enn gitingar, heldur Jón Klein Olsen.