ALTJÓÐA mannarættindafelagsskapurin Amnesty International hevur heitt á ST um á ákæra USA fyri brot á mannarættindini. Í fleiri amerikonskum býum hevur løgreglan pínt ella dripið svørt, sum vórðu óvápnað. Løgregluharðskapur móti ósekum sivilum er vorðið gerandiskostur. Tað er ikki sørt av lagnunnar speisemi, at USA sum hevur átikið sær leiklutin sum altjóða politist, nú verður ákært fyri at hava eina løgreglu, ið fremur harðskap móti ósekum.
HÓAST hetta ikki er nakað nýtt, so er tað skelkandi at hoyra, at nettupp tað landið, sum so mong av okkum síggja upp til og sum eisini hevur valt at prýða seg við heitinum ?Gods own country? skal vera tað landið í sokallaða siviliseraða heiminum sum ber seg mest ósiviliserað at. Vit hava fleiri ferðir víst á, hvussu USA brýtur mannarætindini við at taka fólk av døgum. Deyðarevsing er ikki sambarilig við eitt nútímans siviliserað samfelag. Kortini eru vit vitni til, at statir í USA í støðugt størri mun taka fólk av døgum. Í hevnisøku verða miðaldarmetodur brúktar, hóast hagtøl vísa, at deyðarevsing loysir ikki trupulleikarnar, sum eitt nú vaksandi kriminalitetur hevur við sær.
FORSETAVALverður í USA um ikki so langa tíð. Mangt bendir á, at republikanska valevnið, Bush verður valt. Um so hendir er tað enn eitt afturstig fyri mannarættindini, tí fáur hevur sum Bush gingið inn fyri deyðarevsingini. Og nú um dagarnar frættist, at sami Bush hevur sínar trúgvastu viðhaldsmenn millum tey, sum stríðast fyri at varðveita rættin hjá borgarunum at bera vápn. Nettup hesin óskerdi rættur er við til at kriminalisera USA enn meira. Er við til at halda deyðarevsingini á lívi. Tá samanumkemur heldur tað lív í blómandi vápnaídnaðinum.
TAÐ lovar so sanniliga ikki gott, at republikanarin Bush stendur til at vinna komandi forsetaval í USA. Verða mannarættindafelagsskapir í dag ikki hoyrdir í nóg stóran millum í USA, so er orsøk til at bera ótta fyri, at støðan bara verður uppaftur verri, tá ein nýggjur Bush aftur situr við valdinum. Tí er tað so mikið meira átrokandi, at arbeiðið hjá Amnesty verður hoyrt og stuðlað. At eitt nú lond í Europa gera amerikonskum myndugleikum varugar við mótstøðu sína ímóti deyðarevsing og politiharðskapi. At vælferðarsamfelagið USA, ið metir seg sum vøgga demokratisins og hevur átikið sær leiklutin sum heimsins politi, hevur deyðarevsing fremst í skøldri sínum er mannaættarinnar størsti skamblettur.










