Framtíðin og fortíðin runnu saman

Hósdagin høvdu vit á blaðnum vitjan av seks studentaskúlanæmingum úr skúlanum á Kambsdali. Talan var um annað árs næmingar, sum hava samfelagsfrøði á hástigi. Saman við teimum var lærarin, Jóannes Hansen

Næmingarnir høvdu undan vitjanini á Sosialinum verið í Tinganesi. Teir greiddu okkum frá, at í Tinganesi hevði skrivarin í Grundlógarnevndini, Kári á Rógvi, greitt frá grundlógararbeiðnum, og víst teimum søguliga staðið á tinghelluni.

Í áhugaverdu frágreiðing síni vísti Kári á Rógvi á, hvussu føroyingar í gomlum døgum hildu ting. Hann helt, at vit, sum liva nú á døgum, kunnu læra okkurt av, hvussu teir gomlu hittust, viðgjørdu spurningar og dømdu.

Í blaðhúsinum á Argjum varð tosað um blaðarbeiði. Hvussu tað hevur verið í farnum tíðum, hvussu tað er nú, og hvussu skjótt alt broytist.

Tá næmingarnir fóru frá okkum, skuldu teir í Løgtingið at lurta, meðan landsstýrismenn í góðveðrinum svaraðu fyrispurningum frá tingmonnum.

Onkur av næmingunum helt fyri, at ein so góðan dag sum í gjár, átti tað at verið, sum tað var í gomlum døgum í Tinganesi, tá tingarbeiðið var undir opnum himli í Tinganesi. Og hví ikki tað. Medvitið um politiska arbeiðið hevði kanska verið størri hjá havnarborgarum og øðrum føroyingum, sum í gjár válaðu í havnargøtum, um politikararnir sovorðnar dagar gjørdu sítt arbeiði á Tinghúsvøllinum.