Felagsskapurin Føroyar - Afganistan

Eg meini tað, Rigmor Dam, lærarinna, skrivar

Eg eri ikki reyðsokkur. Eiheldur eri eg maður. Eg eri kvinna.

Lisbeth og Katrin og Rúna og Hildur og Helena eru menn. Tær eru ósamdir um okkurt og samdir um annað. Millum annað, hvørt teir eru damur. Damumenniskju. Mannkvendi. Kallar við kvinnuligum skapi og kventasligum eginleikum. Næstan ordiligir. Kvasifólk.

Sambært orðabókini er ein løgtingskvinna ein kvinna við sæti á tingi, meðan ein løgtingsmaður er eitt fólk við sæti á tingi. Tað eitur løgtingsmaður, tí maður merkir menniskja - sigst. Sjálvsagt er ein løgtingsmaður eitt menniskja, ikki eitt kríatúr. Men er ein løgtingskvinna so ikki eitt menniskja, men kanska eitt kríatúr?


Løgtingsumboðið ella umboðsmaðurin? Sjálvsagt eitur tað Løgtingsumboðið. Umboðsmaður er í sær sjálvum ein anakronisma. Fyri tað fyrsta er heitið ?Løgtingsumboð? bæði vakurt og fevnandi. Fyri tað næsta er tað ikki stolið úr donskum (og tað átti at boðað frá góðsku í hesum døgum!). Í triðja lagi er ?umboð? hvørkikyn og kann bendast, um so var, at ein kvinna varð sett í starvið. Vit kenna dømið ?løgtingsmaðurin Lisbeth ..er hørm um..?! Í fjóðra lagi er tað ómetaliga ótíðarhóskandi at tvíhalda um gamla patriarkalska hugsunarháttin, at maður er menniskja - og harvið ein kvinna ein maður. Hesin hugburður er ein syndarlig leivd úr fornari ortodoksari mentan, sum vit tíbetur næstan eru komin til lívs.

Í londunum kring okkum gerast kvinnuligu virðini alsamt meira sjónsk. Hetta innan umsiting, vinnulív og í gerandisdegnum sum heild. ?Sosiala dimensiónin? rópast fyribrigdið, og tað er ein ásannan av, at kvinnur kanska slett ikki eru so býttar kortini. Fólk hungra eftir meiri tíð og er tað in at vera barna- og umhvørvisvinarligur. Bleyt human kvinnulig virðir, sum eru í andsøgn við yuppie-karrieru-forbrúkara-einsemið, sum annars hevur eyðkent hesi lond (og Føroyar fyri tað) í nógv ár.


Men sum ikki einaferð eru vit føroyingar eftirbátar, sum leggja okkum í øvugta borðið og standa í skerandi kontrast til umheimin. Politiski andin tykist at vera:

?Vit mugu forrestin eisini hava eina damu á uppstillingarlistan... summi velja eftir kyni og slett ikki eftir førleika?!

Tí:

Konufólk meyla og knarra.

Gabba og mjarra.

Jú, tær eru ein sonn marra.

Og tí er tað eisini heilt legalt at nevna ein nýggjan almennan stovn: Umboðsmaðurin!

Jú, í summum førum líkjast vit meira Afganistan enn skandinavisku londunum og tað er flóvisligt.

Men kanska kemur ein dagur, tá boyggjarnir mugu boyggja seg, og loyva systrunum uppí spælið.

Tá verður nógv stuttligari at spæla saman, um báðir partar verða hoyrdir og allar meiningar virdar. Tá tolsemi og ráðarúm fer at valda og ein kvinna er ein kvinna og ein maður er ein maður. Tí einki er meira køvisligt enn ein undirbrotligur spælikammirátur.

Tá verður well at vera føroysk í Føroyum.