stava haðani, mettu vit tað vera kunning nokk. Men har hava vit óivað mett skeivt. Men tað er ikki hetta sum er tað avgerandi fyri okkum í hesum málinum. Ongin av okkum hevur droymt um, at útvarpið ella [...] vikuskiftinum skal eg viðganga, at eg havi ikki lisið tíðindastubban frá útvarpinum í vikuskiftinum, og hvat tíðindasendingunum viðvíkur, lurti eg sum oftast bara eftir tíðindasendingunum á middegi og um kvøldið [...] merki til tað. Møguliga hevur tað verið nevnt í øðrum av tíðindasendingunum igjøgnum dagin. Og um so er, at eg her havi gjørt tykkum órætt, vil eg hervið treytaleyst biðja um eina umbering fyri tað. Kanska
Í dag fyllur Poul Olsen, Poul hjá Lávusi, í Vági 100 ár. Hóast Poul Olsen er bæði raskur og væl fyri, hann býr einsamallur heima í heiminum hjá bróðurinum, verður dagurin hildin við móttøku á Hamragarði [...] skrivaði til vinmann sín Poul Olsen, og sum stóð á prent í Sosialinum farna mikudag. Øll heilsanin er eisini at lesa her. Pápi Poul var rokskiparin Johan Olávus Olsen, Lávus úti í Stovu, sum var giftur [...] leiðir vóru farnir at sigla, og nú fóru teir eisini. Tá teir høvdu siglt nakað, steðgaði motorurin, og hvat teir so enn royndu, fingu teir ikki motorin í gongd aftur, og tí vóru teir í ringari neyð. Langt um
at frama. Seinasti triðingurin fer í ein grunn, sum er ætlaður til hjálp í samband við vanlukkur. Úr hesum grunni er sjálvsagt at hjálpa, nú so illa er statt í londunum kring Indiskahavið. Nevndin fyri [...] Skótahjálpina, sum hevur umboð úr øllum teimum 4 skótasamskipanunum í Føroyum, er samd um, at í føri sum hesum er munabest at hjálpa gjøgnum Reyðakross í Føroyum. Tí stuðlar Neyðhjálpargrunnurin hjá S [...] hjá Reyðakrossi. Við tað, at skótar ikki eru í øllum landinum, er hesaferð ætlanin, at skúlabørn fara at ganga í húsini við bússum. Nú er brúk fyri einum skjótum og munagóðum tiltaki. Tí verður eisini
ígjøgnum er fult av fólki í Leguhúsið í Nesvík. Í gjár endaði tann seinasta av summarlegunum fyri børn í Nesvík. Einki er í húsinum sjálva ólavsøkuna, men hósdagin byrjar ein familiulega, sum longu er fullteknað [...] ðin er av, hava sostatt uml. 1000 børn og ung verið á summarlegu hjá Heimamissiónini í summar. Og hetta talið er umframt leiðarar, kokkar og onnur hjálparfólk Luttakatatalið til summarlegurnar er vaksið [...] ungdómslegunar og eini 50 fleiri til barnalegurnar. ? Tað er ilt at siga, hvat sum ger, at fleiri børn eru á summarlegu, men eg rokni við, at ein grund er,at tað eru betri umstøður í samfelagnum sum heild, sum
luttaka á jøvnum føti við onnur. Tað reisir tann sera týdningarmikla og ótroytta spurningin um, hvat er nøktandi atkoma til læring? Fyrr var tað soleiðis, at næmingurin í størri mun skuldi passa og tillaga [...] fara aktivt inn og tryggja næmingum við breki nøktandi atkomu til læring. Hugtakið atkoma til læring er ikki so kent, og alt ov lítið ítalusett og dyrkað, um tú spyrt meg. Tað snýr seg í høvuðsheitum um [...] hugsavningar- og atferðaravbjóðingum so sum ADHD/ADD og autismu. Í Føroyum eru vit blivin betri t.d. er dømi um, at undirvísingarstovnar eru tilvitaðir um, at øll ikki fáa lisið tann gamla endurkopieraða
skipið Wakashio, sum er skrásett í Panama, fór á land á frítíðaroynni, Mauritius. Tað veit Reuters at siga í morgun. Mitsui OSK sigur, at tað er í løtuni trupult at meta um, hvat oljuvanlukkan fer at kosta [...] diesel-olju umborð. Tað hava verið avbjóðingar við vánaligum veðri á leiðini, og sambært veðurforsagnum er eingin bati í veðrinum í dag heldur.
kunnu bæði verða útlendingar og føroyingar. Hesi fáa ein góða frágreiðing um tey ymisku støðini, og hvat er hent á hvørjum staði. Hetta fingu vit eisini at hoyra í sendingini í Útvarpi Føroya »Frítíð og náttúra« [...] uppá fýra dagar í Hvannrók. Sjálvt um teir fingu nógv henda eina dagin, so er tann samlaði fongurin ikki so góður í ár. 10. august er tann besta tíðin farin, so um árið skal gerast betur, skulu teir helst
Men tá ið teir koma inn móti Sundunum var ókyrt millum land og Tindhólm, og teir vunnu ikki longur. Hvat var so at gera? Jú, at fáa størri manning. Abbin verður settur á land. Hann skuldi ganga til Sørvágs [...] eftir av kavanum, var mold og gras. So hetta skuldu ikki roynast aftur! Fyrsti bilur Ein stuttlig søga er um fyrstu ferð Theodor sá ein bil. Øll høvdu hoyrt um bilar, men eingin visti rættuliga, hvussu ein [...] vøru fyri kr. 2.300. Væl gekk, og í 1968 bygdi Theodor sær ein nýggjan handil á Gomlu Rætt. Ein slík er eisini í Sørvági. Theodor fór eisini at selja mjólk. Fyrst var tað í fløskum. Men hetta gav so nógv
helt fyri, at hann fór at royna einaferð aftrat. Í øðrum drátti steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum er minsti vinningur í gekka-spælinum í løtuni. - Vit koyra aftur, segði hann og fór í holt við triðju [...] at hjólið var steðgað á bláa leypinum, hoyrdist Dánjal Skorá lágmæltur spyrja onkran aftanfyri: - Hvat betýðir tað? Tá gekkaverturin, Jan Gardar, hevði sagt honum, at nú kundi hann keypa fyri 104.000 krónur
á, hvussu avbyrgd Suðuroy er og at hon tískil er í eini heilt serligari støðu. Støðan er tann, at einir 15 sjúklingar skulu flytast við tyrlu um árið. Men einar fimm ferðir er veðrið so vánaligt, at tyrlan [...] landafrøðiliga er himmalvíður munur á sjúkrahúsinum í Klaksvík og í Suðuroy. - Men politiskt er tað kortini so lætt at koyra tey bæði lítlu sjúkrahúsini í sama pott. - Sama, hvussu veðrið er, er tað ongantíð [...] Hann heldur, at er veruliga endamálið at rationalisera ”dupultfunktiónir” ímillum Klaksvíkar Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið, er tað óerligt politiskt spæl, at krónutal ikki verður sett á, hvat hesi vaktløgini