Til svarið frá Jóhann Mortensen til mín í vikuskiftinum skal eg viðganga, at eg havi ikki lisið tíðindastubban frá útvarpinum í vikuskiftinum, og hvat tíðindasendingunum viðvíkur, lurti eg sum oftast bara eftir tíðindasendingunum á middegi og um kvøldið. Har havi eg ikki hoyrt nevnt nakað um nevnda tiltak, uttan eina kunngerð frá Tvøroyrar kirkju mikudagin. Havi spurt onnur um hetta sama, og hava tey heldur ikki lagt merki til tað.
Møguliga hevur tað verið nevnt í øðrum av tíðindasendingunum igjøgnum dagin. Og um so er, at eg her havi gjørt tykkum órætt, vil eg hervið treytaleyst biðja um eina umbering fyri tað.
Kanska hava vit verið úti í ov góðari tíð, tá tiltakið og fyribilsskrá vóru lýst á Suðuroyarportalinum longu í februarmánaði. Men tá vit hava lagt til merkis, at tíðindi úr Suðuroy í útvarpi og sjónvarpi sum oftast stava haðani, mettu vit tað vera kunning nokk. Men har hava vit óivað mett skeivt.
Men tað er ikki hetta sum er tað avgerandi fyri okkum í hesum málinum. Ongin av okkum hevur droymt um, at útvarpið ella sjónvarpið fóru at gera nakað burturúr øllum tiltøkunum, sum skipað var fyri í hesum sambandi.
Men tað harmar okkum, at ikki høvuðstiltakið, hátíðargudstænastan í Tvøroyrar kirkju Kristi Himmalferðardag kundi verða send í einum av fjølmiðlunum. Og hana visti í hvussu so er útvarpið um næstan ein mánað áðrenn. So hana kundu tit sent, um áhugi var fyri tí. Og kenni eg starvsfelagar mínar rætt, hevði eingin av teimum havt nakað ímóti at vikið plássið, fyri at tað hevði kunnað latið seg gjørt, um so skuldi verið neyðugt.
Gudstænastan í Tvøroyrar kirkju liggur fast kl. 11 sunnumorgun. Og var tað tí náttúrligt, at hon eisini gjørdi tað henda dagin. Og hon verður heldur ikki flutt, fyri at t. d. ein teknikari hjá útvarpinum skal hava møguleika at koma aftur og fram sama dag, um tað í framtíðini skuldi verið ynski um at senda eina gudstænastu úr Tvøroyrar kirkju. Tað sama er eisini galdandi hinar kirkjurnar í prestagjaldinum. Annað og meira liggur ikki í seinastu viðmerkingini.










