100-ára dagur í Vági

Í dag fyllur Poul Olsen, Poul hjá Lávusi, í Vági 100 ár.

 

Í dag fyllur Poul Olsen, Poul hjá Lávusi, í Vági 100 ár.

 

Hóast Poul Olsen er bæði raskur og væl fyri, hann býr einsamallur heima í heiminum hjá bróðurinum, verður dagurin hildin við móttøku á Hamragarði millum klokkan 14 og 18.

 

Niðanfyri eru brot úr heilsanini, sum Jákup Olsen skrivaði til vinmann sín Poul Olsen, og sum stóð á prent í Sosialinum farna mikudag. Øll heilsanin er eisini at lesa her.

 

Pápi Poul var rokskiparin Johan Olávus Olsen, Lávus úti í Stovu, sum var giftur við Elspu. Tey vóru bæði systkinabørn, og tey vóru bæði úr Porkeri.

 

Synirnir hjá Olávusi vóru úrmælingar til hendurnar, handaligir, raskir, fittir og friðarligir og ógvuliga vælgjørdir. Til skips fór Poul ongantíð, og konu fekk hann sær ongantíð, men eftir vanliga fólkaskúla fór hann í realskúlan, sum tá var uppi í Avhaldshúsinum, vesturi við Gamla skúla.

 

Poul minnist manga góða løtuna á útróðri við “Ellu”, á Dalagrynnuni ella uttan Stein. Men hann minnist eisini onkran ringan túrin  sum t.d. tann dagin, tá ið teir vóru norðuri á sjónum eystur úr Dímun. Teir høvdu sett línuna í allarfagrasta veðri.Tá ið línan hevði staðið ein tíma, varð farið at draga, og nógvur fiskur var á, tá brast hann á sum úr byrsuni, og sjógvurin østist upp, teir mundu hava einar 15 – 20 centnarar inni.

 

Allir bátar har um leiðir vóru farnir at sigla, og nú fóru teir eisini. Tá teir høvdu siglt nakað, steðgaði motorurin, og hvat teir so enn royndu, fingu teir ikki motorin í gongd aftur, og tí vóru teir í ringari neyð. Langt um leingi bar ein maður á deksbátinum “Nolsoyar Páll” eyga við okkurt langt burturi, og fóru teir so at sigla ímóti hesum. Hetta var av berari tilvild, at teir komu teimum til hjálpar og tóku “Ellu” uppá sleip. Tá ið teir komu á Vág, lá “Norðfari” klárt at sigla og at fara at leita eftir teimum, men alt endaði tíbetur í øllum góðum.