104.000 at keypa fyri í Miklagarði

Í gekka-spælinum í kvøld fór annar av teimum góðu leypavinningunum, tó at KvF eigur høvuðsvinnigin, sum nú nærkast miljónini, eftir til næsta spæl.

Høvuðsvinningurin í gekka-spælinum í kvøld var á 900.000 krónur.

 

Tað var Dánjal Skorá, sum ringdi úr Kaldbak, ið hevði fulla plátu og slapp at snara hjólinum.

 

- Nei, eg eri ikki úr Kaldbak, men eg eri eitt sindur allastaðni frá og havi konu úr Kaldbak, segði maðurin.

 

Og so slapp hann at royna eydnuna.

 

Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 30.000 krónum, men Dánjal Skorá helt fyri, at hann fór at royna einaferð aftrat.

 

Í øðrum drátti steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum er minsti vinningur í gekka-spælinum í løtuni.

 

- Vit koyra aftur, segði hann og fór í holt við triðju og seinastu royndina.

 

Í triðja drátti steðgaði hjólið á bláa leypinum við 104.000 krónum frá Miklagarði.

 

Tá tað gjørdist greitt, at hjólið var steðgað á bláa leypinum, hoyrdist Dánjal Skorá lágmæltur spyrja onkran aftanfyri: 

 

- Hvat betýðir tað?

 

Tá gekkaverturin, Jan Gardar, hevði sagt honum, at nú kundi hann keypa fyri 104.000 krónur í Miklagarði, gjørdist hann ovurfegin.

 

- Ja, nú kanst tú keypa í Miklagarði fyri 2000 krónur um vikuna í eitt heilt ár, segði gekkaverturin.

 

Orðini hjá tí hepna vinnaranum vóru nú:

 

- Takk fyri, túsund takk fyri, segði Dánjal Skorá, sum í kvøld hevði valt at spæla Gekk í Kaldbak.

 

Næsta fríggjakvøld verður høvuðsvinningurin á 950.000 krónur, og ein nýggjur leypavinningur kemur í bláa leypin.