og prinsippið aftan fyri hetta byggir á regluna, at tað bara er vinningur av partabrøvum, sum skal skattast. Hevur tú t.d. goldið 100.000 kr. fyri partabrøv, sum tú síðani selir fyri 200.000 kr., er tað [...] fevnir um partabrøv, sum eru keypt fyri hesa dagfesting. Tað er nevnliga ikki møguleiki at lóggeva við afturvirkandi kraft uttan so, at hetta er til fyrimuns fyri teir borgarar, sum hetta ávirkar. Hetta [...] ni fyri 18. november 2001, so verður útveganardagurin á hesum roknaður sum dagurin, sum upprunaligu partabrøvini vórðu fingin til vega. Altso verða øll partabrøvini ? eisini tey, ið eru fingin fyri einki
orsøkini til, at tað nærum ikki kemur fyri, at føroyingar støkka inn á gólvið á einari café til ein kaffimunn og lítið ábit, vera, at vit eru alt ov bundin at bilum. ? Tá føroyingar fara til handils, fara [...] caféini allan dagin og drekka øl. Fyri øll ? Eg vil, at caféin skal vera fyri øll. Her skulu allir aldursbólkar kunna koma, slær Olivina Joensen fast. Hon vísir á, at væl ber til hjá rørðslutarnaðum og gomlum [...] Karlsborg. Café Karlsborg verður opin til um tíggju tíðina á kvøldi fram til jóla, og so verður opið nakrar dagar millum jóla og nýggjárs. Síðani verður stongt til einaferð í vár, tá ferðafólkini koma.
Hafnia, sum búskaparnevndin undir Hvítubók skipaði fyri fyrrapartin í gjár. Herman Oskarson, sum hevur staðið fyri hesum partinum av arbeiðinum legði alt fyri eitt dent á, at »úrslitið«, sum stendur í heftinum [...] upp. Fer skatturin upp, flyta fólk sum oftast av landinum, men hetta »ber ikki til í myndlinum«, tí hann er læstur fyri til- og fráflyting. Ógvuslig árin Niðurstøðan av kanningini, ella av framrokningini [...] politisku viðmerkingar til tað sum á borðinum lá, og eisini til arbeiðsmátan hjá Búskaparbólkinum í sambandi við hesa framrokningina. Tað, sum kom fram var ein politiskur slutur fyri ein slatur, tí, sum øll
borgara í Føroyum - uttan mun til hvar í landinum tú býrt - skjótastu og bestu viðgerðina, sum sjúkrahúsverk okkara eigur at kunna veita? Vit mugu av álvara flyta kjakið til at snúgva seg um, hvussu vit [...] at ein greið menningarætlan skal gerast fyri Sjúkrahúsverk Føroya. At allir flokkar tóku undir við málinum, byrtir undir vónina, at eisini vilji fer at verða til at raðfesta ta fíggjarorku, sum er neyðug [...] tað, sum hevur týdning fyri hvønn einasta borgarar í landinum: Hvussu fáa allir føroyingar best møguligu bráðfeingishjálp og so góða og trygga viðgerð, sum tað yvirhøvur ber til at veita? Vit vita, at
framgongur tað, at loftið fyri, hvussu nógv virki kunnu fáa í endurgjaldi, verður hækkað frá 60 milliónum til 110 milliónir. Tey virki, sum fáa meira enn 60 milliónir krónur í endurgjaldi fyri fastar útreiðslur [...] . Pernille Skipper úr Eindarlistanum harmast um, at tað ikki var meiriluti fyri at lata eitt korona-ískoyti til dagpengar til arbeiðisleys. – Men meiriluti var ikki fyr hesum, og tað haldi eg, fer at vísa [...] Fólkatinginum eru í dag vorðnir samdir um at víðka og leingja hjálparpakkar fyri danskan búskap við einum mánaði, so teir nú røkka til og við 8. juli. Hesum boðar danska fíggjarmálaráðið frá í dag. Verandi
árunum 1998 til 2008. Fyrra ABC-samgongan gav skattalættar, men samstundis varð inngjaldið til samhaldsfasta eftirlønargrunnin hækkað, og tí vóru skattalækking partvíst tikin innaftur fyri at styrkja um [...] avgerð fyri okkara búskap. Hinvegin taki eg fulla ábyrgd fyri at hava givið fólki størri fíggjarligt frælsi við skattalættunum síðani 2004. Og eg taki fulla ábyrgd at hava hækkað inngjøldini til samhaldsfasta [...] sær fyri at fáa javnvág í almenna raksturin fyri at tryggja, at vit kunnu varðveita okkara vælferðarsamfelag. Samgongan hevur framt fleiri fíggjarpolitiskar tillagingar m.a. verður rentustuðulin til sethúsalán
Hann hevur latíð hav tein serliga áhuga til blýantin. Heilt frá barnsbeini av hevur honum dámað væl at tekna, og tað var eisini orsøkin til, at hann fór niður til Danmarkar á Kunsthondverkaraskúlan í 1957 [...] mær holl vitan, og við hesari barlastini kom eg so heim aftur til Føroya, har eg fór til skips í eina tíð, sigur Óli Petersen. Hann fór so til Danmarkar aftur í 1962-63, har hann fekk pappír sum tekniskur [...] eisini um hendi, til dømis hvar og hvussu radiatorar skuldu hangast upp. Og hetta helt so fram, til skipasmiðjan fór av knóranum í 1989, sigur Óli P. Tá hetta hendi, byrjaði hann fyri seg sjálvan, og fór
handað til besta spælara í heiminum. Tó verða atkvøðurnar til ársins dómara ikki kunngjørdar. Hetta er eftir ynski frá spælarum og venjarum, fyri ikki at skapa óneyðugt kjak um dómarar, sum til tíðir [...] France Football aftur fóru hvør til sítt. Aftur í ár er vónin, at fáa øll tey tilnevndu at møta og samstundis tryggja, at talan verður um eitt stórt kvøld fyri øll. Heiðarnir til felagsfótbólt er tað sama Eins [...] verða lætnar til ársins spælarar, eru eisini við til at mynda ársins lið. Tað verða ítróttarskrivararnir hjá Miðlahúsinum, sum seta liðið. Hetta verður gjørt við stórum atliti til, hvussu atkvøtt
Føroyum. Sum ein av útlendsku fyrilestrarhaldarunum segði, so er ikki til at siga, nær eitt samfelag er til reiðar at lata upp fyri hesum tabu. Men givið er tað, at vit eru klár, sigur hon við Sosialin [...] eru í somu støðu. Ikki bara fyri at práta, men eisini at hava upplivingar saman. Sum hitt fjórða, eru ætlanir um at framleiða kunnandi føroyskt tilfar til avvarðandi, har til ber at fáa upplýsingar um skipanina [...] Fullteknað var til evnisdagin "At síggja við hjartanum", sum Sinnisbati og Psykiatriski Depilin skipaðu fyri í Norðurlandahúsinum leygardagin. Endamálið við degnum var at varpa ljós á støðuna hjá teimum
verið við til at fyrireika guðstænasturnar og gjørt sítt til, at tað hevur gingið so væl. Takk fyri gott samarbeiði og hugnaligar løtur í kirkjuni. Takk fyri innstillingina í sínari tíð, og takk fyri tann góða [...] guðstænastan hjá Hera í Suðuroynni, áðrenn hann fer til til Havnar, varð hildin í Vágs Kirkju fyrsta sunnudag í advent. Og fjøldin, ið var samankomin til hesa fráfaringarguðstænastu var ikki lítil. Tað vóru [...] samlast til hinar stóru samanhangirnar í lívinum, í gleði og í sorg, men eisini til vanliga guðstænastu. Og takki eg teimum serliga, sum trúføst eru komin hvørjaferð klokkurnar hava kallað. - Takk til kir