Opinleiki um sálarsjúku

Øll familjan eigur at verða tikin við í viðgerðina av tí sálarsjúka. Hetta var ein av niðurstøðunum á evnisdegi um avvarðandi hjá sálarsjúkum leygardagin

Fullteknað var til evnisdagin "At síggja við hjartanum", sum Sinnisbati og Psykiatriski Depilin skipaðu fyri í Norðurlandahúsinum leygardagin. Endamálið við degnum var at varpa ljós á støðuna hjá teimum við sálartrupulleikum og avvarðandi teirra úr ymsum sjónarhornum. Í hesum sambandi vóru eisini eldsálir úr grannalondum okkara boðin at greiða frá um royndir sínar, og at geva íblástur til, hvussu vit kunnu lætta um hjá okkara sálarsjúku og teimum avvarðandi í Føroyum. Tí tað er ongin loyna, at júst hetta við sálarsjúku í mong ár hevur verið tengt at skomm og tabu her á landi. Hetta er eisini orsøkin til, at Annlis Bjarkhamar, nevndarlimur í Sinnisbata og stigtakari til tiltaki, letur so væl at í dag, nú dagurin er farin framvið, og alt gekk sum ætlað.

- Tað er júst hetta við opinleikanum, sum hevur so ómetaliga stóran týdning, um vit skulu bøta um umstøðurnar hjá sálarsjúkum í Føroyum. Sum ein av útlendsku fyrilestrarhaldarunum segði, so er ikki til at siga, nær eitt samfelag er til reiðar at lata upp fyri hesum tabu. Men givið er tað, at vit eru klár, sigur hon við Sosialin.


Fleiri tiltøk á veg

Annlis Bjarkhamar sigur, at evnisdagurin var byrjanin til eina røð av tiltøkum, sum skulu varpa ljós á málið. Næsta stigið verður at skriva eina virkisætlan, frá og fyri tey avvarðandi. Hetta er eitt sum hevur verið roynt í Norra, har ein arbeiðsbólkur skrivaði eitt rit, við 30 tilmælum til politiska myndugleikan. 12 av hesum tilmælum vórðu tikin í álvara og realiserað við lógarbroytingum. Í virkisætlanini skal vísast á, hvussu tey avvarðandi í størri mun kunnu verða tikin við í arbeiðið við tí sálarsjúka og hvussu vit bøta um umstøður teirra. Endamálið við virkisætlanini, sum Annlis sjálv kemur at standa fyri, saman við einum arbeiðsbólki, er: 1. at vísa á neyðug átøk og tilboð so tey avvarðandi kunnu vera ein virkin partur í lívið og viðgerð hjá tí sjúka, og hvussu til ber at styrkja um samstarvið við starvsfólk innan øki. 2. At gera tilmæli og ráðgeving til tey avvarðandi. Í Norra, har ein slík virkisætlan var gjørd, var úrslitið sera positivt, tí nú tora tey avvarðandi at standa fram og nýtast ikki at krógva seg meira. Í hesum sambandi eiga vit ikki at undirmeta týdningin av einum virknum arbeiðið á græsrótsstøði. Ætlanin er at virkisætlanin skal vera liðug til tann 10. oktober, tá altjóða sálarheilsudagur aftur er á skránni.


Kunning og opinleiki

Triðja tiltakið, sum ætlanin er at gjøgnumføra, er at seta á stovn nakrar samrøðubólkar. Fyrst fyri børn at sálarsjúkum, og seinni fyri vaksin avvarðandi eisini. Annlis Bjarkhamar greiðir frá, at kanningar benda á, at umleið fjórða hvørt barn upplivir, at foreldur hevur sálarligar trupulleikar. Sostatt eru eini 5-800 børn í Føroyum í vanda fyri at kenna seg púra einsamøll við hesum trupulleikunum, og eru tey eisini í vanda fyri at taka skaða og at bera sjúka liviháttin við sær víðari í lívið, tí ongin tosar við tey um tað. Tí hevur tað so alstóran týdning, at serliga børn, sleppa at vera saman við øðrum børnum, sum eru í somu støðu. Ikki bara fyri at práta, men eisini at hava upplivingar saman.

Sum hitt fjórða, eru ætlanir um at framleiða kunnandi føroyskt tilfar til avvarðandi, har til ber at fáa upplýsingar um skipanina, sum hon er, um felagið Sinnisbata, um vanligar reaktiónir, upplivingar hjá øðrum og annað. Annlis Bjarkhamar kemur eisini at framleiða hetta tilfar.