Hann hevur latíð hav tein serliga áhuga til blýantin. Heilt frá barnsbeini av hevur honum dámað væl at tekna, og tað var eisini orsøkin til, at hann fór niður til Danmarkar á Kunsthondverkaraskúlan í 1957.
- Orsøkin var fyrst og fremst hon, at eg vildi síggja, hvørjir møguleikarnir vóru, og tað stóð skjótt greitt, at lýsingateknari var avgjørt ikki nakað fyri meg. Eg kundi ikki ímynda mær at siti á einari teknistovu og tekna konservesdósir, sigur Óli Petersen, føroyska svarið upp á Kurt Westergaard.
Men hetta uppihaldið á Kunsthondverkaraskúlanum var ikki burturspilt.
- Hetta var mær holl vitan, og við hesari barlastini kom eg so heim aftur til Føroya, har eg fór til skips í eina tíð, sigur Óli Petersen.
Hann fór so til Danmarkar aftur í 1962-63, har hann fekk pappír sum tekniskur assistent í Randers, og tað gav honum so neyðugu útbúgvingina at hjálpa til á teknistovum.
- Eg fekk so arbeiði á Skála Skipasmiðju, har eg byrjaði á páskum 1964. Tað var eitt stak gott arbeiðspláss, og eg slapp at taka hond í allastaðni, har tað fyrifall, sigur Óli P.
Tá hann byrjaði á skipasmiðjuni á Skála, stóðu Ísborg og Nónhamar undir bygging, og tað vóru bygginummar tvey og trý.
- Framman undan vóru Boðanes og Strandingur bygdir á skipasmiðjuni sum bygginummar eitt og tvey, og vit bygdu eini 50 nýbygningar, meðan eg var á skipasmiðjuni, sigur Óli P.
Byrjaði fyri seg sjálvan
Meginparturin av arbeiðinum hjá Óla P. Ta tíð, hann var á Skála Skipasmiðju, var at tekna apteringar (inrætting av skipum).
- Allar apteringar skuldu góðkennast av skipaeftirlitinum og klassanum, so vit sluppu rættiliga at prøva okkum av. Vit kundu fara so langt, sum vit vildu í teirri vitan, at alt skuldi góðkennast, sigur Óli P.
Tíðirnar eru broyttar, eisini innan fyri aptering, og nú verður alt gjørt á teldu.
- Apteringin var ofta ein karmur. Vit fingu at vita til dømis talið av kømurum og so víðari, og so varð teknað út frá tí, sigur Óli P.
Eitt annað, sum hann eisini fekst við, var HVS.
- Vit høvdu eisini um hendi, til dømis hvar og hvussu radiatorar skuldu hangast upp. Og hetta helt so fram, til skipasmiðjan fór av knóranum í 1989, sigur Óli P.
Tá hetta hendi, byrjaði hann fyri seg sjálvan, og fór at tekna burturav.
- Eg teknaði so til eitt nú bøkur og annað, men hjálpti til av og á við apteringum, tá á stóð. Eg var eisini ein av teimum, sum í mong ár teknaði Rukkulakkan, sigur Óli P.
Á Sosialinum
Tá Óli P. Byrjaði fyri seg sjálvan, byrjaði hann samstundis eisini at tekna fyri Sosialin.
Eg hevði eina teknirøð, ið nevndist Stavnur og Snar, og ta teknirøðina keypti Jan Müller frá mær. Og soleiðis byrjaði eg at tekna fyri Sosialin, sigur Óli P.
Hann minnist seg eisini vera fyrsta teknaran, sum leveraði til Aktuella Hornið hjá Dimmalætting, men heilt frá 1989 hevur hann so teknað fyri Sosialin. Hansara tekningar viðgera aktuel mál, eru prikandi og ironiskar, men er hann nakrantíð farin um mark?
- Tað er helst onkur tekning, sum hevur ligið á markinum, men eg haldi ikki, at eg nakrantíð havi tenkað nakað, har eg aftaná hugsaði, at »hatta skuldi eg ikki havt gjørt«, sigur Óli P.
Mánadagin fyllir Óli P. 75 ár, og so er bara at bíða í spenningi, um hann verður offur fyri sær sjálvum á baksíðuni tann dagin.