Soleiðis rindar tú ikki skatt

Nýggja kapitalvinningskattalógin letur upp fyri einum holi, har partaeigarar við virðisbrøvum, sum eru eldri enn lógin, kunnu taka pening út skattafrítt.

Skattahol

Seinastu mánaðirnar hevur Útvarpið tvær ferðir tikið upp spurningin um pening, sum partaeigarar kunnu taka skattafrítt úr feløgunum sínum.
Sum so er einki ólógligt í hesum, og prinsippið aftan fyri hetta byggir á regluna, at tað bara er vinningur av partabrøvum, sum skal skattast.
Hevur tú t.d. goldið 100.000 kr. fyri partabrøv, sum tú síðani selir fyri 200.000 kr., er tað sjálvsagt bert vinningurin av hesum, sum er skattafríur.
Tað man neyvan vera nakar, sum fær ilt av, at íleggjarar fáa upprunaliga innskot sítt aftur, áðrenn skattur skal latast av partabrævsølu, men í ávísum førum er tó gjørligt, at allur peningurin kemur skattafrítt aftur til ánaran.
Trupulleikarnir í hesum eru tvinnir. Annar er, at tað fram til á heysti 2001 var soleiðis, at vinningur av partabrøvum, sum vóru eldri enn 10 ár, var skattafríur. Tann reglan varð broytt tann 18. november 2001, men tó bert soleiðis, at broytingin fevnir um partabrøv, sum eru keypt fyri hesa dagfesting. Tað er nevnliga ikki møguleiki at lóggeva við afturvirkandi kraft uttan so, at hetta er til fyrimuns fyri teir borgarar, sum hetta ávirkar. Hetta tí keyparin í hesum førinum hevur ognað sær partabrøv undir teimum til ta tíð galdandi fortreytum.

Dagfestingin broytist ikki
Tá nýggja kapitalvinningsskattalógin varð sett í gildi 1. januar 2002 kom tó eitt hol í lóggávuna, sum tað nú eru fleiri, ið hava funnið.
Hetta hevur við sær, at partaeigarar við partabrøvum, sum eru eldri enn 10 ár og sum eru keypt fyri 18. november 2001, kunnu fáa frípartabrøv, uttan at hetta verður roknað sum inntøka av nøkrum slag. Frípartabrøv vil í hesum føri siga, at felagið - um tað hevur upparbeitt eitt yvirskot ? konverterar part av uppsparda yvirskotinum til partapening.
Í kapitalvinningsskattalógini verður lagt upp til, at um frípartabrøv verða latin, so skulu hesi roknast við einum útveganarvirði upp á 0 kr., og tí skuldi tað helst verið so, at allur sølupeningurin av hesum er skattskyldugur, tá partabrøvini verða seld.
Trupulleikin í hesum er tó, at verða frípartabrøv latin partaeigara, sum hevur keypt upprunaligu partabrøvini fyri 18. november 2001, so verður útveganardagurin á hesum roknaður sum dagurin, sum upprunaligu partabrøvini vórðu fingin til vega. Altso verða øll partabrøvini ? eisini tey, ið eru fingin fyri einki ? at skattast eftir gomlu lóggávuni, og tað vil siga, at allur vinningur er skattafríur, bara útveganardagurin liggur 10 ár ella meira afturi í tíðini.

Nýtist ikki at rinda
Hetta gevur tað úrslit, at eigur tú í dag partabrøv, sum eru eldri enn 10 ár, so er eingin orsøk yvirhøvur at taka peningin út sum vinningsbýti og harvið rinda vinningsbýtisskatt. Í øllum førum um endamálið er at rinda sum minst av skatti.
Og eru partabrøvini ikki tíggju ár enn, so er bara at bíða. Eru keypið gjørt fyri 18. november í 2001, so stendur gamla lógin við, og tá partabrøvini eru nóg gomul, er einki til hindurs fyri skattafría peningastreyminum.
Er eginpeningurin nóg stórur, eru hyggjuráðini at hækka partapeningin við framfluttum vinningi, fyri síðani at lækka partapeningin við útgjaldi til partaeigarar. Dømi um hetta kann vera fylgjandi ársfrágreiðing, sum er tikin úr einum av teimum roknskapum, sum vit hava hugt at í hesum sambandi: »Á eykaaðalfundi tann xx/yy-200Z varð samtykt at hækka partapeningin við 300 tkr. Seinni á sama aðalfundi varð samtykt at lækka partapeningin við 100 tkr., við útgjalding til kurs 12.756,13.«
Í hesum døminum verða knappar 13 mió.kr. útgoldnar partaeigarunum, uttan at skattur fellur til landskassan. Sambært lógini er einki galið við hesum. Men moralskt kann stórt spurnartekin setast við, hvussu partaeigararnir eisini eftir hetta framhaldandi kunnu halda fast um teir skattafyrimunir, sum gamla skattalóggávan gav teimum. Tað vil siga, at krógvaða útlutanin hesaferð ikki nýtist vera tann seinasta. Er úrslitið hjá felagnum nóg gott, kann sami leistur nýtast aftur og aftur, tá útveganardagfestingin á frípartabrøvum alla tíðina verður sett til útveganardagin hjá upprunaligu partabrøvunum.